mánadagur 9. august 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. august · Nr. 117
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Longu ein hálvan tíma undan
dystar byrjan eru flestu áskoðar ar
nir komir upp á pláss. Stemn ing
ur in er sum næstan ikki sæð fyrr í
Før oyum. Sundalagsfólk prýða eina
hálvu av sitiplássunum við svørt
um og bláum, meðan fugl firð ing ar
prýða hina hálvuna við reyð um.
Har ímillum eru nakrir fugl firð
ing ar so hugskotsríkir, at teir hava
latið seg í sum jólamenn, ið eisini
eru í reyðum og hvítum, eins og ÍF.
Tað er fullsett kring vøllin í
Djúpu mýru í góðveðrinum, tá teir
22 leikararnir saman við teimum
fýra dómarunum koma á vøllin. Tað
eru settir fýra trailaravognar upp
kring vøllin, soleiðis at pláss er fyri
fleiri áskoðarum. Tað eydnaðist væl
og serliga tí, at tað gav ein kenslu av,
at tað er ein kompakta fjøld kring
vøllin. Tað gevur ein góðan stemn
ing í Djúpumýru.
Vandamiklir
møguleikar til ÍF
ÍF hevur til hendan dystin fingið
eina serliga troyggju at spæla í,
sum er reyð við hvítum strípum.
EB/Streymur er í sínum eyðkendu
svørtu og bláu troyggjum. Tað eru
sunda lagsmenn, ið byrja dystin
betri og hava bóltin meir. Tað
eru hinvegin fuglfirðingar, ið fáa
fyrstu vandamiklu málroyndirnar,
tá Fritleif í Lambanum eftir roynd
frá Nenad Saric kemur til skot í
5metrinum. Tíverri fyri hann og
tey vælstuðlandi ÍF viðhaldsfólkini,
so fer bólturin framvið EB/Streyma
málinum. Stutt eftir ger ÍF aftur
skjótt av, men skotið hjá Øssuri
Dalbúð fer í síðunetið.
Avgerandi løtan
Tá fyrri hálvleikur er 25 minuttir
gamal, kemur avgerandi løtan
í dystinum. Gudmund Nielsen
fekk fatur á bóltinum stutt uttan
fyri brotsteigin í høgru og bjóðar
av. Heldur lættliga sleppur hann
framvið tveimum ÍF verjuleikarum
og til baklinjuna og leggur flatt
innfyri.
Har
er
málrevurin,
Arnbjørn Hansen, fyrstur á, men á
sjálvari málstrikuni stendur ein ÍF
verjuleikari og verjir fyri. Bólturin
støkkur út til 31ára gamla Sorin
Anghel, sum úr stuttari fjarstøðu
leggur EB/Streym á odda 10. Gleðin
millum sundalagsmenn fær næstan
ongan enda, og tað er nærmast
tøgn millum teir annars mælsku
fuglfirðingarnar. 10 til EB/Streym!
Sundalagsmenn verja borg
Í seinna hálvleiki eru fuglfirðingar
framvegis væl við í dystinum og
koma til onkrar stórar møguleikar,
men EB/Streyma verjan tykist í
stórum løtum hava tamarhald á
ÍF álopinum. Størsta møguleikan
fyri fuglfirðingar fær innskifti
Jan Ellingsgaard, tá hann stútaði
framvið málinum hjá René Tórgarð
eftir innlegg úr høgru. Eisini Karl
Løkin kom í góða skot støðu,
men rakar ikki bóltin nóg væl og
megnaði ikki at seta René undir
trýst.
ÍF satsar, EB/
Streymur næri máli
Í eini roynd at fáa útjavnandi
málið, sendir Ábraham miðverjan,
Bartal Eliasen, fram í álopið.
Hann fær fleiri ferðir høvdið á
bóltin, men tað eydnaðist næstan
ongantíð
at
seta
EB/Streyma
verjuna undir stórvegis trýst. Í
hinum endanum fær EB/Streymur
tveir risa møguleikar at endaliga
avgera finaluna, men hvørki Hans
Pauli Samuelsen ella Sorin Anghel
megna at fáa bóltin í ÍF málið.
Ransin bríkslar fyri
seinastu ferð
Tá fýra minuttir eru leiktir útyvir
tí
vanligu
leiktíðina,
bríkslaði
dómarin, Ransin N. Djurhuus,
fyri seinastu ferð, og EB/Streyma
viðhaldsfólkini
kunnu
fegnast
saman við sínum leikarum um, at
sundalagsmenn á triðja sinni eru
vinnarar av Løgmanssteypinum
uppá bara fýra ár. Flott og hjartaliga
til lukku við tí EB/Streymur!
trondur@sosialurin.fo
EB/StrEymur Er
StEypavinnari 2010!
EB/STREYMUR STEYPAVINNARI 2010
EB/Streymur er vinnari av Løg mans steypinum fyri triðju ferð upp á bara fýra ár. Tað er stað
fest ing in eftir at EB/Streymur fríggjakvøldið vann steypafinaluna ímóti ÍF í Djúpumýru í Klaks
vík. Meðan sunda lags m enn kunnu fegnast um triðja steypasigurin, so munnu fuglfirðingar
iðra seg um at av ger andi málið í dystinum minti um eina jólagávu á summri
Fegnir sundalagsmenn
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Gunnar og Tranmere taptu
Tranmere Rovers, sum hevur føroyska Gunnar Nielsen í málinum, taptu fyrsta dystin
í League One kappingini hetta kappingarárið. Gunnar Nielsen byrjaði inni fyri
Tranmere Rovers, sum í dag tók ímóti Oldham Athletic á Prenton Park í Liverpool.
Støðan gjørdist 21 til gestirnar, ið hava fyrrverandi Manchester City leikaran Paul
Dickov sum venjara. Oldham kom á odda 20, áðrenn Tranmere fekk minkað um
munin. Sambært heimasíðuni hjá Tranmere Rovers, so var tað fyrra málið eitt beinleiðis
fríspark. Seinna málið kom tá tíggju minuttir manglaðu av dystinum. Tað var eitt gott
skot stutt uttanfyri brotsteigin og tað var lítið, ið Gunnar kundi gera við tað. Stutt eftir
minkaði Tranmere Rovers um munin til endaliga úrslitið 21. League One er triðbesta
deildin í Onglandi. Gunnar Nielsen er útleigaður frá Manchester City fram til jólar.