mánadagur 9. august 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. august · Nr. 117
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
EB/STREYMUR STEYPAVINNARI 2010
Formaðurin
í
EB/
Streymi, Rólant Høj
sted var sera stoltur,
tá hann stóð við løg
mans steypinum í hond
ini. Felagið hjá honum
hevur nú vunnið løg
mans steypið
tríggjar
ferð ir tey seinastu fýra
árini. Og løgmaður, Kaj
Leo
Johannesen
bar
eisini uppá mál, at EB/
Streym ur hevði vunnið
75 prosent av teimum
finalunum, teir høvdu
verið í, tá hann handaði
teimum svørt/bláu steyp ið.
Rólant Højsted kendi seg tó
ikki vísan í, at sigurin var
heima, tá seinni hálvleikur
var farin í gongd. – Tað
sá ikki gott út, tá seinni
hálvleikur byrjaði, tá hevði
ÍF líka sum leikliga yvirvág.
Men tá teir so misnýttu
sínar møguleikar, so byrjaði
eg at kenna meg vissan í, at
dysturin fór at enda 10 til
okkum. Eg haldi tað er óført
at
gerast
steypavinnari,
vit
mugu
bara
vinna
Fø r oya m e i s ta ra h e i t i ð
líka
ofta,
staðfesti formaðurin í EB/
Streymi, sum ikki duldi hvør
ambisjónin hjá felagsliðnum
í Sundalagnum er. Greipan
og
Champions
League
undandystir
eru
næsta
málið.
Venjarin hjá EB/Streymi,
Heðin Askham viðgekk, at
teir vóru í ringum skørum
stórar partar av dystinum,
tá ÍF misnýtti stórar og
upplagdar málmøguleikar.
Men
hann
legði
eisini
herðslu á, at hann eigur
eina rutineraða manning,
ikki minst tí lið hansara
hevði royndirnar frá 2007,
2008 og 2009 at spæla
steypafinalu. – Vit hava eitt
av teimum mest rutineraðu
liðunum í Føroyum í løtuni,
og onkursvegna megnaðu
teir at koyra tað heim, tí
vit vóru veruliga trýstir
ímóti dystarenda, viðgekk
Heðin
Askham
aftaná
dystin. Men Heðin duldi
ikki hvat liðið fer eftir nú:
Tað er einki at ivast
í, at nú fara vit eftir
føroyameistaraheitinum,
hesin sigurin er, ið hvussu er
startskotið til tað. Nú vóna
vit veruliga, at tað kemur
glið á. Eg eri einastandi
glaður fyri henda sigurin,
tí vit vóru ongantíð tryggir,
og teir vóru veruliga naskir,
men eg haldi kortini, at sum
verjuspælarnir
hjá
mær
eisini søgdu við meg, at teir
høvdu tamarhald á støðuni.
Formaðurin í ÌF, Ólavur
Larsen var sera harmur um
úrslitið, tá ÍF hóast nógvar
gyltar málmøguleikar hevði
tapt steypafinaluna ímóti
EB/Streymi, og harvið fýra
av fýra steypafinalum í søgu
felagsins. – Okkara menn
stríddist
ótrúliga
væl, og teir royndu alt tað,
sum teir kundu. Eg helt
eisini, at vit vóru omaná
tað mesta av dystinum, og
høvdu eisini teir størstu
málmøguleikarnar,
men
so sleppa teir ígjøgnum
og fáa eitt rættiliga bíligt
mál. Tað skuldi verið 00 í
steðginum, tí so høvdu vit
heilt víst vunnið dystin. Tað
var ótrúliga nervapirrandi
at verða til hesa finaluna,
tað stóð nógv á allan dystin.
Okkara menn vildu vísa
tenn, men tað manglaði tað
síðsta, og tað var ógvuliga
strævið og troyttandi at
verða vitni til. Hetta er
byrjanin til nakað stórt,
bíða bara til endan av
kappingárinum, segði ein
fattur Ólavur Larsen aftaná
dystin, sum ikki ivast í, at
ÍF fer at fáa heiðurmerki, tá
kappingin í vodafonedeildini
er liðug. – Vit skulu arbeiða
víðari við tí vit hava avrikað
higartil, og vit skulu út í
Europa.
HS
Venjarin hjá ÍF, Àbraham
Løkin var stórt sæð nøgdur
við leikliga avrikið hjá sínum
monnum, hóast ÍF heldur
ikki rakk steypasigrinum á
hesum sinni. – Eg haldi, at vit
fyri sovítt spæla ein góðan
dyst, men vit megna ikki
at avgera hann til okkara
fyrimun, so eg eri sjálvsagt
vónbrotin, tá saman um
kemur. Spurdur um tað var
rutinan, sum manglaði í
teimum avgerandi løtunum,
svaraði Ábraham: . Tað
kann ein kalla tað, men ein
kann eisini kalla tað hepnið
hjá teimum. Tá bólturin
er beint uttanfyri, heldur
enn beint innanfyri málið,
so vinnur ein ikki nakran
dyst. Tá ein fær so nógvar
málmøguleikar
í
einum
dysti, og ikki skorar, ja so
tapir ein dystin. Spurdur um
hvat hann helt fattaðist tað
síðsta korterið, fyri at leggja
eitt veruligt trýst á EB/
Streym, svaraði Ábraham,
at tað bar heldur ikki til at
satsa óneyðuga nógv: Eg
helt, at vit høvdu nóg mikið
av fólki har uppi, og nóg
mikið av málmøguleikum
til at avgera dystin. At blaka
alt fólkið inn í brotsteigin
og bara gúppa, tað hava vit
roynt áður, og tað hevur
ikki eydnast, so eg helt ikki,
at tað var loysnin, staðfesti
Ábraham Løkin.
Ongantíð troyttur
av at vinna
Nøgdir við avrikið,
men ikki úrslitið
Spældu væl
hóast tap
Rutinan
gjørdi munin
Tríggir nýggir leikarar í hópinum
Karl Løkin, Hendrik Rubeksen og Justinus R. Hansen eru úttiknir til dystin móti Estlandi. Nógvir leikarar
hava givið avboð til dystin móti Estlandi. Týsdagin var tað Súni Olsen, og í dag hava tríggir leikarar afturat
boðað frá, at teir ikki kunnu koma við. Atli Danielsen, Høgni Zachariasen og Vagnur M. Mortensen hava
av ymiskum orsøkum allir verið noyddir at geva avboð. Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur úttikið Hendrik
Rubeksen (HB), Justinus R. Hansen (NSÍ) og Karl Løkin (ÍF) ístaðin. Ongin teirra hevur roynt seg á føroyska
Alandsliðnum áður.