mánadagur 9. august 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. august · Nr. 117
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ólavur Øre Hansen
KÍ kvinnur eru við í bólkaspælinum
fyri meistaralið á 10. sinni, og
úrslitini vísa at klaksvíkskvinnur
gott kunnu geva hinum liðunum
skarpan gang.
-Higartil eru vit vælnøgd við
úrtøkuna. Vit taptu 6-0 í fyrsta
dystinum. Mótstøðuliðið var enska
meistaraliðið, Everton, sum avgjørt
er sterkasta liðið í bólkinum.
Leygardagin var so næsti dysturin á
skánni, og tá spældu vit málleysan
javnleik ímóti Gintra Universitetas
úr Litava, sigur hjálparvenjarin hjá
KÍ, Rasmus Jacobsen.
Triði
og
síðsti
dysturin
í
bólkaspælinum verður týsdagin,
tá KÍ skal spæla ímóti makedónska
meistaraliðnum, ZFK Borec, og
Rasmus metir at uppgávan ikki er
ræðandi.
-Vit
spældu
ímóti
einum
øðrum makedónsku liði í fjør, og
tá vunnu vit 4-2, so uppgávan er
ikki ómøgulig. Men tó er neyðugt
hjá okkum ikki at undirmeta
makedónska liðið, sigur Rasmus
Jacobsen.
Mennandi
fyri
føroyska
kvinnufótbólt
Seinastu 10 árini hevur Kí verið
einaráðandi í landskappingini, og tí
metir Rasmus, at tað er neyðugt at
luttaka í evropiskum fótbólti.
-Ja tað er avgjørt mennandi
fyri KÍ at luttaka. Tað er meira so
sum so við mótstøðu í føroysku
landskappingini, og tí er alneyðugt
at luttaka í evropiskari kapping, fyri
at KÍ, og føroyskur kvinnufótbóltur
sum heild, kann mennast, sigur
Rasmus í stuttari viðmerking til
Sosialin.
KÍ bÍtur frá
sær Í Litava
Í hesum døgum eru klaksvíkskvinnur við í bólkaspælinum í
Champions League, sum verður spælt í Litava. Hini liðini í bólkinum
eru Everton, Gintra Universitetas og ZFK Borec. Hetta er 10.
ferðin at KÍ luttekur í evropiskum fótbólti, og úrslitini vísa, at
klaksvíkskvinnur ikki smæðist burtur millum hini meistaraliðini
Fuglsang skrivaði søgu
Danski súkklarin Jacob Fuglsang, skrivaði søgu, tá hann vann 20. útgávuna av súkklukappingini Post Danmark
rundt. Ungi danski súkklarin, sum er partur av danska súkkluliðnum, Team Saxo Bank, hevur vunnið hesa
kapping seinastu trý árini, og tað hevur ongin annar megnað áður. Sunnudagin varð síðsti teinurin í Post
Danmark rundt súkklaður. Undan síðsta teininum vóru 27 sekund millum Jacob Fuglsang og nærmasta
kappingarneytan, Svein Tuft. Hóast 27 sekund ikki ljóðar av so nógvum, so hevði Fuglsang sera góð kort á
hondini innan síðsta teinin. Tað ráddi um hjá Jacob Fuglsang og hinum í Team Saxo Bank serliga at halda eitt
vakið eygað við naskasta kappingarneytan í oddastríðnum,kanadiumanninum Svein Tuft. Hetta eydnaðist
til fullnar, so at Jacob Fuglsang kom á mál saman við eitt nú Sveit Tuft. Hetta hevði við sær at Fuglsang vann
kappingina, 27 sekund framman fyri Svein Tuft, sum gjørdist nummar tvey. Sostatt vann Jacob Fuglsang triðja
árið á rað donsku súkklukappingina Post Danmark rundt, og skrivaði harvið søgu.
Heri Simonsen
Eisini
finsku
U-17
dreingirnir
vóru eirindaleysir, tá teir spældu
ímóti føroyska U-17 landsliðnum í
plasseringsdystinum um sjeynda/
áttanda plássið.
Finnland
vann
heili
8-0,
aftaná
hálvleiksstøðana
4-0.
Sigast
má,
at
sjáldan
hevur
úrtøkan verið so soltin hjá einum
føroyskum U-17 landsliði til eitt
norðurlandameistaraskap fyri U-17
landslið.
Føroysku U-17 dreingirnir taptu
fyrst 0-9 ímóti Svøríki, síðani 0-6
ímóti Noregi, og so kom frægasta
úrslitið
ímóti
Skotlandi,
har
føroysku U-17 dreingirnir taptu 1-5.
Tá kom føroyska liðið á odda 1-0
við einum avbera vøkrum málið,
sum Ari M. Danielsen skeyt úr 30
metra fjarstøðu uttan møguleika
hjá Celtic málverjanum at bjarga,
men tá liðini fóru til hálvleiks var
Skotland á odda 2-1.
Annar av venjarunum hjá U-17
landsliðnum, Pól F. Joensen sigur, at
liðið stóð seg væl tann fyrsta hálva
tíman ímóti Noregi og Svøríki, men
tá liðini fyrst skora ímóti okkara
liði, so tykist tað sum ein klappur
fer
fyri
eyguni
hjá
føroysku
dreingunum. Í seinna hálvleiki
gekk væl fyrsta korterið, men so
endaði aftur galið, tá norðmenn og
svenskarar fingu mál.
Um 0-8 tapið ímóti Finnlandi
sigur Pól F. Joensen, at føroyska
liðið brúkti ov nógva orku til at fáa
eitt brúkiligt úrslit ímóti Skotlandi,
og dreingirnir tí vóru deyðatroyttir,
tá teir møttu finska liðnum.
-
Tað
fysiska
og
kondisjónsmessiga
haltar
úti
í
feløgunum.
Tann
føroyska
kappingin er alt ov veik til, at vit
kunnu takast við so krútsterk
lið, sigur ein sera bersøgin Pól F.
Joensen.
heris@sosialurin.fo
Fýra stórtap í fýra dystum
Málúrtøkan hjá føroyska U-17 landsliðnum gjørdist 1-28 aftaná fýra dystir í NM-kappingini
Uni Holm Johannsen
Hann hevur røkt uppgávuna
sum vinstri bakkur hjá HB í
hesum kappingarárinum, hóast
hann undanfarnu árini hevur
gjørt vart við seg sum framherji.
Hendrik Rubeksen væntar,
at hann fær ein leiklut í
landsdystinum móti Estlandi
mikukvøldið. Tað er ikki vist,
um Einar Hansen, sum vanliga
spælir vinstri bakkur, fer at
spæla við fullari megi. Hann er
smáskaddur.
- Eg vænti, at eg fái ein lítlan
leiklut. Eg havi staðið meg væl í
hesum kappingarárinum, men
úttøkan kemur óvart á meg,
sigur Hendrik Rubeksen.
Hendrik vónar
og væntar at
fáa spælitíð
Hendrik Rubeksen fekk landsliðsboð
frá Brian Kerr um vikuskiftið