mikudagur 11. august 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Haraldsunds skúli fyllir 80
ár í 2010. Í hesum sambandi
verður skipað fyri eini fram
sýning
fríggjakvøldið
13.
august og leygardagin 14.
august.
Fyrireikararnir hava saml
að eini hundrað myndir,
sum lýsa alla skúlatíðina í
Haraldssundi. Elsta myndin
er av ferðalærara, ið røkti
lærarastarvið á Kunoynni í
1892.
Umframt
áhugaverdu
myndirnar eru gamlir skúla
lutir tiknir fram aftur og
settir inn í skúlastovuna.
Tey vitjandi kunnu eisini lesa
ymisk gomul skjøl, ið liggja
frammi. Hetta eru skjøl, ið
eru viðkomandi fyri Haralds
sunds skúla.
Tiltakið byrjar fríggjad
agin 13. august klokkan 19.00.
Hetta kvøldið verður fram
sýningin sýnd frá klokkan
19.00 til klokkan 22.00.
Tiltakið byrjar við eini
hugnaløtu, har borgarstjórin
í Kunoyar kommunu bjóðar
vælkomin, og haraldssunds
kvinnan og søgufrøðingurin
Óluva
Klettskarð
heldur
ein fyrilestur. Eisini verður
felagssangur.
Hugnaløtan
verður í bygdarhúsinum.
Eftir hugnaløtuna kunnu
fólk leita sær niðan í skúlan,
har framsýningin er sett upp.
Klokkan 21.00 hetta kvøldið
er møguleiki at síggja film
í bygdarhúsinum. Talan er
um film, ið er upptikin í
Haraldsundi fyrst í sjeytiár
unum.
Leygardagin
er
fram
sýningin opin millum klokk
an 14.00 og 17.00
Framsýningin er ókeypis
og tey vitjandi fáa køkur og
kaffi.
Fyrireikararnir vóna, at
nógv fólk leggja leiðina norð
ur til Haraldsunds at hyggja
at hesi sjáldsomu framsýn
ing.
Tað varð ávarað fyrr í summar, tá
landsstýrismaðurin í fiskivinnu
málum gjørdi av, at Føroyar fara at
áseta sær sína egnu makrelkvotu.
Ávaringarnar vóru júst tær, at hetta
kann fáa avleiðingar fyri alla fiski
vinnuavtaluna við ES.
Men landsstýrismaðurin stóð
bara við sítt, at hetta er okkara
rættur, og tí gera vit sum vit vilja.
Gamaní eru vit samd við lands
stýrismannin í, at okkara partur
av samlaðu makrelkvotuni er alt
ov lítil, og vit halda eisini, at tað er
ósømuligt av Noreg og ES at føra
seg soleiðis fram móti eini lítlari
fiskivinnutjóð, sum heilt eyðsæð
eigur sín nátúrliga part av hesum
fiskiríkidømi, sum eisini gongur
sjón fyri søgn í føroyskum øki nú.
Men tað hjálpir so lítið at halda
og meina, tá tað um stórpolitikk ræð
ur. Tú verður noyddur at fylgja sam
ráðingarleiðini, sum ofta kann verða
strævin, men tað er har, politiska
handverkið og tevið skal brúkast.
Tað er júst í slíkum støðum, at vit
hava brúk fyri góðum politikarum
politikarum, sum duga at føra síni
sjónarmið fram, politikarum, sum
duga at samráðingarleiðina og at
skapa respekt um seg sjálvan hjá
mótpartinum.
Tað sum nú er hent er, at fiski
vinnukommiserurin hjá ES, Maria
Daminaki, hevur sagt, at føroyska
støðan í markrelmálinum kann
fáa avleiðingar fyri alla fiskiveiði
avtaluna við ES. Hon sigur, at hon
ivast í, um nøkur fiskiveiðiavtala
verður gjørd við Føroyar og Ísland
komandi ár, um ikki ein loysn fæst
á makrelmálinum.
Og hetta er mín sann álvarsligt.
Hetta er ein beinleiðis hóttan móti
lívsgrundarlagnum hjá Føroyum, og
hóast vit halda tað verða langt úti
og ikki sørt imperialistiskt av einum
politikara í hennara støðu at føra
fram, so var hetta ikki annað enn
væntandi. Tað var júst hetta, sum
ávaringarnar snúðu seg um fyrr í ár,
tí at landsstýrismaðurin ikki førdi
samráðingarleiðina at enda. Hvat
skulu vit gera gera móti einum risa
sum ES, sum hóttir okkum soleiðis?
Jú, landsstýrismaðurin sigur, at vit
skulu ikki blanda makrelveðina
saman við øðrum fiskasløgum.
Gamaní, men hvat hjálpir tað?
Tað er svárt at síggja markrel
ríkidømi fyri føtur okkara og ikki
sleppa at veiða. Men sum partur av
heimssamfelagnum so eru nakr
ar spælireglur, sum skulu haldast.
Landsstýrið átti tí at sett alt skjúts
ið móti ES. Vit hava eina sendistovu
har, og vit eru partur av einum ríki,
sum er limur í ES. Øll vápn áttu
at verið brúkt til tess at sannføra
skrivstovuveldið í Brússel um
okkara støðu, soleiðis at lívsgrund
arlagið undir samfelag okkara ikki
verður hótt, tí vit ikki duga nóg væl
at føra okkara sjónarmið fram.
Alt sjútsið eigur at verða
vent móti Brússel
Jóannes Eidesgaard, fíggj
armálaráðharri,
vil
ikki
siga, hví hann í tvey ár á
rað ikki hevur tikið lut í
skrúðgonguni á ólavsøku.
Rás2 bað hann í gjár um
eina viðmerking, men hann
vil einki siga.
Miðlarnir í Miðlahús
inum settu sær fyri eftir
ólavsøku at fáa greiði á hes
um og hava seinastu vikur
nar roynt at fingið fatur á
Jóannes Eidesgaard, men
tað hevur ikki eydnast fyrr
enn nú, hann er komin heim
aftur.
Ætlanin var at spyja
hann, hví hann ikki hevur
verið við í skrúðgonguni,
síðani Kaj Leo Johannesen
gjørdist løgmaður. Ætlanin
var eisini at spyrja hann,
um tað er so, at hann ikki
vil ganga aftan fyri Kaj Leo
Johannesen, og um hann
púrasta boykottar skrúð
gonguna og heldur ikki ætl
ar sær at verða við í skrúð
gonguni næsta ár.
Danski
uttanríkisráð
harrin, Lene Espersen, er
komin illa fyri, tí hon ikki
møtir til fundir og aðrar
uppgávur, sum hon eigur
at
røkja
sum
ráðharri.
Kritikkurin
móti
henni
er so ógvusligur, at hon í
útlendskum bløðum verður
skírd heimsins vánaligasti
uttanríkisráðharri.
Eisini hesa samanbering,
ætlaðu vit at spyrja Jóannes
Eidesgaard um. Men umveg
is sms fáa vit bara at vita, at
fíggjarmálaráðharrin hevur
onga viðmerking.
Eidesgaard onga
viðmerking
Øll hØvuðsvinnan í vanda
20 stólar standa tómir á
Føroya Læraraskúla í kom
andi viku, tá skúlarnir byrja
aftur. Ikki tí at skúlanum
vantar játtan, men tí at
Mentamálaráðið hevur sett
ov lítið av peningi av til út
búgvingarstuðul, og tí eru
ráðini ikki til at taka inn 80
næmingar á skúlan sum ætl
að, men bara 60.
Ein sera margháttligur
politikkur. Vit eggja ungum
at fara undir útbúgving, júst
nú, tá arbeiðsloysi er stórt,
serliga ungdómsarbeiðsloysi
og samstundis sum samfel
agið skríggar eftir útbúnum
pedagogum, og tørvurin á
útbúnum lærarum eisini er
eyðsýndur.
Ein lítið virðilig støða
fyri politisku skipanina, har
vinstra ofta ikki tykist vita,
hvat høgra ger...
Lærarar og pedagogar
ongar pengar
Framsýning í Haraldssundi
Bara
føgur orð?
Bergtóra h. Joensen
kJak á síðu 13
Blinda
landsstýris
liðið
Jenis av rana
kJak á síðu 12
Eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo