mikudagur 11. august 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Tvey fólk frá ferðaliðnum
hjá Ríkispolitinum eru farin
undir at avhoyra fólk, sum
vóru vitni til hendingina, tá
ið tveir politistar handtóku
tveir 17 ára gamlar dreingir
undir Summarfestivalinum.
Teir báðir politistarnir vóru
meldaðir fyri at hava framt
harðskap.
Peter Thaysen, løgreglu
ovasti veit ikki, hvussu tað
gongur við avhoyringunum,
tí ferðaliðið arbeiðir leyst frá
politinum í Føroyum.
Einasta
uppgávan
hjá
politinum her er at skriva
niður nøvn og telefonnumm
ar hjá vitnunum og geva
hesar upplýsingar víðari til
ferðaliðið.
Løgregluovastin veit tó,
at tað alla tíðina koma nýggj
vitni afturat, og seinast, hann
visti, vóru yvir 15 vitni, sum
skuldu avhoyrast.
Hetta
eru
fólk,
sum
arbeiddu sum vaktir, stóðu í
sølubúðunum og onnur, sum
bara vóru har.
Drúgvar avhoyringar
Tað eru bara komin tvey
fólk frá ferðaliðnum at gera
avhoyringarnar,
og
meta
tey, at tað er ov lítið fyri at
kunna gera arbeiðið liðugt
innan fyri rímiliga tíð, senda
tey boð eftir fleiri fólkum frá
ferðaliðnum.
Peter Thaysen heldur tað
vera ilt at vita, nær kanningin
er liðug, men hesa vikuna
verður tað ikki, sigur hann.
Um nakar hevur tikið
myndir av hendingina, veit
hann ikki.
randi@sosialurin.fo
Fleiri vitni til
harðskapsmálið
Ferðaliðið hjá Ríkispolitinum verður ikki liðugt
hesa vikuna við at kanna hendingina undir
Summarfestivalinum í Klaksvík, har tveir
løgreglumenn vórðu meldaðir fyri harðskap
NÝGGJUR NISSAN QASHQAI OG QASHQAI+2
MEIRA STÍLUR OG MEIRA PLÁSS
NÝGGI NISSAN QASHQAI
Urbanproof. Mastered.
Úr kr. 244.000,-
NÝGGI NISSAN QASHQAI+2
Urbanproof. Mastered.
Úr kr. 298.000,-
Undir Krákugjógv 19 · Tel: 34 54 00 · as@autoservice.fo
Les meira um Nissan Qashqai á www.nissan-urbanproof.com
Fæst við:
• Panorama glastak
• Nissan Connect
• Navigatión og bakkikamera
• Fæst við All MODE 4X4
• 12,2 - 20,4 km/l. CO2 129 - 199 g/km
Fæst við:
• Upp til 7 sitiplássum
• Panorama glastaki og takboylum
• Nissan Connect
• Navigatión og bakkikamera
• ALL MODE 4X4
• Frá 11,9 - 18,9 km/l, Co2 139 - 199 g/km
Sosialurin / KvR 34 18 00
QASHQAI nýtsla (blandað koyring): 11,9-19,2, CO2 129-199 g/km. QASHQAI+2 nýtsla (blandað koyring): 11,9-17,5 km/l, C02 139-208 g/km. Euro NCAP: 23.05.2007. Prísurin er uttan avhandanarkostnað uppá Kr. 2.550,-. Nýbilsgaranti 3 ár/100.000km, 3 ára lakkgaranti (ongar km avmarkingar), 12 ár ímóti gjøgnumtering. Bilurin kann vera vístur við eykaútgerð.
Keypir tú ein nýggjan
bil frá okkum, fært tú
GULLPAKKAN ókeypis
Randi Jacobsen
Heimsheilsustovnurin WHO hevur boðað
frá, at H1N1 ikki longur verður mett sum
umfarssjúka og í gjár kom ein kunngerð,
sum sigur, at læknarnir ikki longur hava
skyldu til at boða heilsumyndugleikunum
frá, tá ið teir hava koppsett fólk móti H1N1. Í
Føroyum er tað Landslæknin, sum skal hava
fráboðanir um koppseting móti smittandi
sjúkum.
Tá ið sjúkán visti seg í fjør, óttaðust
heilsumyndugleikarnir tað ringasta, og farið
varð undir at koppseta fólk.
Vit vænta ikki nógvar fleiri tilburðir. Ta
síðstu tíðina hava eingir trupulleikar verið,
men so fáa vit at síggja, hvussu verður, tá ið
veturin og kuldin koma, sigur Kristine Holk,
virkandi landslækni.
Hildið verður tó eyga alla tíðina við, um
tað koma nýggir tilburðir.
Tað var nokkso ymist, hvussu stóra nøgd
av H1N1heilivági londini bíløgdu. Summi
keyptu so nógv, at tey høvdu nóg mikið til
at koppseta alt fólkið tvær ferðir. Tað gjørdu
Danmark og Føroyar langt frá, og tey brenna
tí ikki inni við stórari nøgd.
Tað eydnaðist ikki í dag at fáa at vita frá
apoteksverkinum, hvussu stór goymslan í
Føroyum er.
H1N1-umfarsjúkan
avblást
Læknar hava ikki longur skyldu til at boða Lands
læknanum frá, tá ið teir koppseta fólk móti H1N1