fríggjadagur 13. august 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. august 2010 · Nr. 119
12
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tað var hin 29. juli, at lands
stýrismaðurin í fiskivinnu
málum, Jacob Vestergaard,
legði uppskot fyri løgtingið
um fiskidagar fyri komandi
fiskiár. Eftir fyrstu viðgerð
á løgtingi hin 5. august, varð
málið beint í vinnunevndina.
Vinnunevndin
hevur
viðgjørt uppskotið á fundum
í tíðarskeiðnum 6.11. august,
har nevndin eisini hevur
havt fundir við eitt nú umboð
fyri
Føroya
Reiðarafelag,
Meginfelag Útróðrarmanna,
Fiskidaganevndin,
Hav
stovuna, Fiskiveiðieftirlitið
og
landsstýrismannin
í
fiskivinnumálum.
Í sínum uppskoti mælir
Jacob Vestergaard til, at
smáu útróðrarbátarnir í bólki
5 skulu missa tilsamans 5.000
fiskidagar, men meirilutin í
vinnunevndini, umboðandi
samgonguflokkarnar, heldur,
at skerjingin heldur skal
verða 4.000 fiskidagar.
Jacob Vestergaard hevði
ongar aðrar beinleiðis skerj
ingar av fiskidøgum við í
sínum uppskoti, men ymisk
ar aðrar broytingar, sum vit
fara at venda aftur til.
Smáar skerjingar
Meirilutin í vinnunevndini
mælir hinvegin til onkrar
smærri skerjingar av fiski
døgum, eitt nú hjá partrolara
flotanum og hjá teimum stóru
línuskipunum.
Mælt verður soleiðis til,
at dagatalið hjá partrolarum
og línubátum, sum eru størri
enn 110 brt. verður skert við
umleið 3%. Haraftrat mælir
meirilutin í vinnunevndini
til, at dagatalið, sum lands
stýrismaðurin í sínum upp
skoti hevur tillutað lemma
trolarum á innari leið, verður
10% minni, enn tað, sum
landsstýrismaðurin ætlaði
at geva hesum skipum.
Lemmatrolarar hava ikki
verið við í fiskidagaskipanini
áður, men eru í uppskotinum
til fiskidagar fyri komandi
fiskiár komnir við í skipanina
– við tillutaðum fiskidøgum
á ytri leið og á innari leið.
Stórur skrivifeilur
Eftir at tilmælið hjá vinnu
nevndini varð lagt fyri løg
tingið mikudagin, er komið
fram, at ein rættiliga stórur
skrivifeilur er í uppskotinum
hjá meirilutanum við fiski
døgunum hjá stóru línu
skipunum.
Tilmælini hjá ávikavist
meiriluta og minnilutum í
vinnunevndini eru skrivaði
í fiskidøgum – og ikki í
prosentum og tað er her,
at ein stórur skrivifeilur er
hendur, tá ræður um stóru
línuskipini í tilmælinum hjá
meirilutanum.
Skerjingin í døgum svarar
nevniliga ikki til ætlaðu 3%,
men liggur nærri teimum
37%!
Væntandi er tó, at ein slík
ur skrivifeilur verður rætt
aður, áðrenn fiskidagarnir
fyri komandi fiskiár verða
endaliga samtyktir á løgtingi.
Tey, sum umboða meiri
lutatilmælið
hjá
vinnu
nevndini, eru
Katrin Dahl Jakobsen,
Bjørn Kalsø, Heðin Zachar
iasen, Bjarni Djurholm og
Mikkjal Sørensen.
Minnilutarnir í vinnu
Tekur undir við landsst
FISKIDAGAR Tá vinnunevndin
mikudagin legði álit fyri løgtingið
um fiskidagar fyri komandi
fiskiár, hevði nevndin býtt seg
í ein meiriluta, sum umboðar
samgonguflokkarnar á tingi og tveir
minnilutar, sum umboða ávikavist
Tjóðveldi og Sjálvsstýrisflokkin
Brúksskylda fer at økja um veiðitrýstið
FISKIDAGAR Vinnunevnd løgtingsins tekur ikki undir við landsstýrismanninum,
sum mælir til, at brúksskylda verður sett á fiskidagar
Vilmund Jacobsen
Hóast vinnunevnd løgtings
ins
undir
viðgerðini
av
uppskoti landsstýrisins um
fiskidagar fyri komandi fiski
ár ikki kundi semjast um eitt
álit, er nevndin kortini samd
um, at uppskotið hjá Jacobi
Vestergaard um brúksskyldu
á fiskidøgum ikki er heppið.
Tað er Katrin Dahl Jakob
sen, sum er forkvinna í vinnu
nevndini, og hon heldur, at
brúksskylda fer at økja um
veiðitrýstið.
Vinnunevndin er í prin
sippinum samd við lands
stýrismannin um, at skip
og bátar, sum í skipanini
hava ov fáar fiskidagar, eiga
at fáa hesar dagar heldur
enn, at aðrir, sum ikki brúka
dagarnar,
liggja
omaná
teimum og kunnu selja teir.
Landsstýrismaðurin skeyt
nevniliga upp, at óbrúktir
fiskidagar skulu kunna lutast
út til aðrar, sum hava ov fáar
dagar, tá tríggir mánaðir eru
eftir av fiskiárinum.
Tó at vinnunevndin tekur
undir
við
hesum,
tekur
nevndin kortini ikki undir við
tí partinum av uppskotinum,
ið snýr seg um brúksskyldu.
Forkvinnan í nevndini,
Katrin Dahl Jakobsen, sigur,
at vandin er, at fiskidaga
skipanin ikki er rætt stillað
eftir tí, sum fiskastovnarnir
tola, og tí metir nevndin,
at ætlaða brúksskyldan,
sum landsstýrismaðurin
mælir til, fer at økja enn
meiri um veiðitrýstið.
vilmund@sosialurin.fo
Meirilutin í vinnunevndini, sum umboðar samgonguflokkarnar á tingi,
hevur framt ein rættiliga stóran skrivifeil í sínum tilmæli um fiskidagar
hjá stóru línuskipunum. Ætlanin hjá meirilutanum var at skerja dagatalið
hjá hesum skipum við 3%, men í tilmælinum svarar skerjingin til eini 37%
Mynd: Vilmund Jacobsen
SKRIvIFeIluR