fríggjadagur 13. august 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 13. august 2010 · Nr. 119
Sosialurin
týrinum
Vilmund Jacobsen
Ein av føstu tættunum á
ovastevnu seinastu nógvu
árini,
er
svimjingin
um
Nólsoyarfjørð. Okkurt ein
stakt ár hevur ikki verið
svomið um fjørðin júst hend
an dagin, tí streymur ella
veður tarnaðu. Hetta er tó
bara hent einar tvær ferðir,
síðan farið varð undir hetta
tiltak sum partur av ova
stevnu. Í fjør var soleiðis bæði
vindur og regn, og tí var svimj
ingin útsett, soleiðis at svomið
varð tvær vikur seinni.
Tann, sum nú á trettanda
sinni fer at skipa fyri hesi
serstøku svimjikapping, er
Erlendur Simonsen, sum býr
á Hvítanesi og giftur Joan úr
Nólsoy.
Sjálvur hevur hann eisini
verið við øll árini, og tá
svimjararnir leypa á bláman
í
Havn
leygarmorgunin,
verður hann eisini við.
Erlendur sigur, at hóast
hann hevur bæði verið fyri
skipari og luttakari øll hesi
mongu ár, er hann ongantíð
vorðin fyrstur út um fjørðin.
Spurdur, um hann ætlar
sær at vinna hesaferð, sigur
hann lítillátin, at tað lyfti vil
hann ikki geva nøkrum.
– Men eins og áður fari
eg at luttaka – og fyri meg
ræður tað í fyrsta lagi um at
vera við og klára at svimja
teinin um fjørðin.
Erlendur Simonsen hevur
fullført henda langa teinin á
hvørjum ári øll hesi 12 árini.
– Eg ætli mær eisini at
vinna á mál í Nólsoy hesa
ferð, sigur hann.
Ein kvinna
Hvussu
stór
luttøkan
verður, tá svimjingin byrjar
stundisliga leygarmorgunin,
var ikki heilt greitt, tá
Sosialurin tosaði við Erlend
Simonsen og Evald Rasmus
sen seinnapartin hósdagin.
– Higartil hava fimm
menn og ein kvinna teknað
luttøku, men tað er væl hugs
andi, at onnur koma við,
sigur Evald Rasmussen, ið
líka sum hevur tikið sær av
praktisku uppgávunum hesa
ferð, nú Erlendur Simonsen
uppundir tiltakið hevur verið
burturstaddur.
Millum tey, sum hava
teknað seg til svimjingina
um Nólsoyarfjørð leygar
morgunin, er havnargentan,
Marin Heinesen, ið hevur
gjørt seg galdandi í ymiskum
ítróttargreinum, sum krevja
nógv venjing og orku.
Evald Rasmussen sigur, at
sjóvarfallið í Nólsoyarfriði
verður soleiðis leygardagin, at
teir, sum hava skil á streymi,
mæla til, at lopið verður á
bláman um 8tíðina.
– Kyrrindi eru í Nólsoyar
firði klokkan 9, og okkum
dámar best at leypa út í
umleið ein tíma fyri kyrrind
ini, leggur hann aftrat.
Evald Rasmussen hevur
svomið átta ferðir um Nól
soyarfjørð. Hann hevur verið
fyrstur um fjørðin tríggjar
ferðir – og er annars endaður
á øðrum plássi hini árini.
Rói vann í fjør
Vinnarin av Nólsoyarsvimj
ingini í fjør gjørdist Rói í Dali,
sum hesaferð luttók á fyrsta
sinni.
Rói svam um fjørðin
upp á ein tíma og umleið 26
minuttir, og næstur honum
var Erlendur Simonsen, sum
var nakrar minuttir seinni á
málinum.
– Eg fari eisini at luttaka
hesaferð, nú svomið verður
aftur leygardagin, men eg eri
ógvuliga ivingarsamur, um eg
fari at megna at endurtaka
sigurin. Mítt mál er at svimja
um fjørðin upp á minni
enn tveir tímar. Hvussu
langt hetta so fer at røkka í
kappingini, kann bara tíðin
vísa, sigur Rói í Dali, vinnari
í fjør.
Marin fer at svimja
um Nólsoyarfjørð
SVIMJING Tað verða ikki bara teir kendu og minni kendu svimjararnir, sum
fara at svimja um Nólsoyarfjørð leygarmorgunin á ovastevnu. Millum tey,
sum hava teknað luttøku, er eitt nú Marin Heinesen, ið hevur gjørt seg
galdandi í ymiskum ítróttargreinum, sum krevja nógva venjing og orku
Erlendur Simonsen (t.v.) tók í sínari tíð stig til Nólsoyarsvimjingina, sum nú verður á trettanda
sinni leygardagin. Høgrumegin er Rói í Dali, sum gjørdist fyrstur um fjørðin seinasta ár
Mynd: Jóan Pauli í Dali
… eg ætli mær eisini
at vinna á mál í Nólsoy
hesaferð…
ERLENDUR SIMONSEN
… mítt mál er at
svimja um fjørðin upp á
minni enn tveir tímar…
RÓI Í DALI
nevndini
eru
ávikavist
Bjørt Samuelsen og Kári P.
Højgaard.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Annar
minnilutin
í
vinnunevndini, sum er Bjørt
Samuelsen,
umboðandi
Tjóðveldi, harmast í sínum
tilmæli um, at kjakið um
broytingarnar í lógini um
vinnuligan fiskiskap ofta
endar í kegli um, hvørt ein
hevur álit á ráðgevingini
frá Havstovuni og ICES.
– Eg haldi tað vera eina
sorgarsøgu,
at
politiski
myndugleikin
heldur
fram at lata oyruni aftur
fyri fremstu lívfrøðiligu
ráðgevingini, eins og fyri
búskaparligu ráðgevingini.
Á
henda
hátt
hevur
politiska skipanin fremstu
ábyrgd
fyri,
at
okkara
fiskivinna verður hildin í
einum avoldaðum formi
og ikki kemur fram at
teimum rationaliseringum
og teirri nýmenning, sum
vinnuni
tørvar,
sigur
Bjørt Samuelsen, umboð
Tjóðveldisins.
Ein sorgarsøga