fríggjadagur 13. august 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. august 2010 · Nr. 119
16
Sosialurin
Nøvn
Leygardagin verður Jákup
Persson, Sørvágur, 60 ár.
Jákup er føddur í Klaksvík,
men vaks upp í Havn.
Foreldrini vóru Sunneva
Jakobsen úr Skálavík og
Sigfred Persson av Tvøroyari.
Jákup fór á ungum árum
til Keypmannahavnar, har
hann næm sær útbúgving
sum fjarritari. Hann sigldi
í nøkur ár sum fjarritari
hjá danska felagnum A. P.
Møller/Maersk Line.
Eftir eitt stutt skifti í
donsku sjóverjuni, fór Jákup
til Grønlands, har hann í trý
ár starvaðist hjá táverandi
GTO, Grønlands Tekniske
Organisation, í Kap Tobin í
Eysturgrønlandi.
Síðani 1979 hevur Jákup
starvast hjá Statens Luft
fartsvæsen. Fyrstu árini í
Syðra Streymfirði í Grøn
landi, men síðani 1985 í
Vága Floghavn, har hann
framvegis starvast, nú fyri
P/f Vága Floghavn.
Jákup er giftur við Annu,
fødd Strøm, úr Havn. Tey
eiga tvey børn og fimm
abbabørn.
Jákup Persson seksti
Mánadagin 16. august verður
Heine Hestoy í Marstal á Ærø
60 ár. Hann er skipsførari,
og mong munnu komast
við hann fyri søgurnar, sum
hann hevur skrivað.
Heine vaks upp á Tvøroyri.
Foreldrini
vóru
Birgit,
fødd Thomsen, og Jóannes
Hestoy, føddur Petersen. Tey
fingu trý børn: Ingrid, Heine
og Jon. Tey bygdu úti við
Sílánna í 1951, og har var gott
at vaksa upp: hagin, fjørðan
og sjógvurin vóru dygst
uttanfyri dyrnar, og børnini
vóru mong, so har uddi við
lívi og kæti.
Heine gekk í Tvøroyrar
Skúla, men hann treivst
betur í egningaskúrunum
og
á
ítróttaplássinum.
Skúlaklassin
var
tiltikin,
og tað var ikki bara fyri tað
góða. Tá Heine fortelur frá
skúladøgunum er tað sera
undirhaldandi, og tá tykist
”Ein skúladagur í K” at vera
friðarligur.
Vinalagið
og
samanhaldið í klassanum var
og er framvegis sera gott, og
tey hittast javnan.
Heine var av bestu ítrótta
fólkum, fimur sum fáur og
serstakliga gjørdi hann um
seg sum fimleikari, men
esini innan bóltspæl dugdi
hann væl. Tey plagdu at
svimja í mølini niðanfyri
barndómsheimið,,
millum
Sílá og Húsagarðsá, og betri
svimjilærara enn mammuna
kundi hann ikki havt fingið.
Á dansigólvinum smæddist
hann heldur ikki burtur.
Tá ið foreldrini og yngri
beiggin í 1965 fluttu til
Grønlands, og systurin fór til
Danmarkar, var Heine eftir á
Tvøroyri fyri at gera skúlan
lidnan. Tá búði hann hjá
Sannu og Jákup Mortensen,
ið
leigaðu
barnaheimið.
Sanna og Jákup tók seg sera
væl av Heina, og knýttist har
eitt vinaband fyri lívið.
Tá ið Heine í 1968 var
liðugur við realskúlan, fór
hann til skips við saltfiska
trolaranum Leivur Øssur
syni, sum royndi undir New
Foundlandi, Grønlandi og
Íslandi. Hóast túrarnir ikki
vóru fleiri enn tveir, so var
hetta skeiðið avgerandi fyri
lívsleiðina. Heine fór við
skúlaskipinum
Danmark,
og eftir at hann eitt skifti
hevði siglt sum aspiratnur
hjá Mærsk, fór hann aftur
við Danmark, men nú sum
kvartermeistari.
Millum
hinar kvartermeistararnar
var Ove úr Nólsoy, sum
eisini var góður fimleikari, og
manningin visti ongantíð, um
teir báðir føroyingarnir vóru
á dekkinum, ella um teir vóru
uppi á toppknappinum.
Í 1975 leyk Heine skips
føraraprógv í Marstal á
Ærø, og so mynstraði hann
aftur
við
skúlaskipinum
Danmark, men hesa ferð
sum stýrimaður. Har var
hann í tvey ár, og síðani
hevur Heine verið í danska
handilsflotanum, og síðani
1999 hevur hann siglt á
egnum kjøli. Tá keypti hann
fraktskipið
Barbara,
sum
hann sjálvur førdi, inntil
hann í 2007 keypti Vega, ið er
bæði nýggjari og størri skip.
Heine hevur altíð havt
stóran áhuga fyri at royna
nýggjar
og
fjøltáttaðar
avbjóðingar.
Saman
við
familjuni flutti hann í 1983
heim til Tvøroyrar, har hann í
eitt ár arbeiddi sum lossingar
og flakamaður. Hann hevur
gott máloyra, og frá 1997
og tvey ár fram las hann
spanskt á universitetinum
í Odense, og hann hevur
eisini verið vikarur á einum
eftirskúla.
Heine dugir kynstrið at
liva lívið, og hann hevur
ferðast nógv og víða saman
við familjuni. Seinnu árini
hevur hann verið í sangkóri
num Marstal Småborgerlige
Sangforening, sum vitjaði í
Føroyum fyri tveimum árum
síðani.
Seinastu knappliga tjúgu
árini er nógv komið út á
prenti frá Heina Hestoy.
Hóast
hann
hevur
búð
uttanlands
størra
partin
av lívinum, so er íblásturin
til tað, sum hann hevur
skrivað, úr Føroyum og av
Tvøroyri. Fyrstu søgurnar
vóru at síggja í Skeggjanum,
Varðanum og Brá, og so
vóru tað jólasøgur og aðrir
stubbar.
Saman við systrini skriv
aði og gav hann á egnum
forlagi út stuttsøgusavnini
Piprandi hjarta, 1984, og
Bládýpið, 1985. So vóru tað
barnarímurnar Rím á rað
1, 1985, og Rím á rað 2, 1991.
Eisini hevur Heine skriv
að
stuttsøgusavnið
Sum
ravnar um deyðseyð, 1987, og
barnabøkurnar
Einsamøll
í Svartholmi, 1985, Loyni
dalurin, 1987, Ein bumba um
borð, 1988, og Hin navnleysa
søgan, 2002.
Bókadeild Føroya Lær
arafelags hevur givið út
ungdómsbøkurnar
Regin
og Sára, 1991, og Summar
dáar, 1995. Regin og Sára
hevur
fleiri
ferðir
verið
at hoyra í útvarpinum, og
fyri hana fekk Heine í 1991
Barnabókavirðisløn
Tórs
havnar
Kommunu.
Fleiri
av søgunum hjá Heina eru
pensum í skúlanum, og tær
eru endurprentaðar í teksta
savnum.
Heine er giftur við Gitte,
fødd Clausen, úr Marstal
og tey eiga børnini Barbara
og Jacob. Síðani 1975 hevur
familjan búð á Ommelsvejen
15, í Marstal, og tað er eisini
har, at Heine hátíðarheldur
sekstiáradagin við opnum
húsi leygardagin 14. august.
J
Heine Hestoy 60 ár
Jóhan Lervig varð føddur
í Leirvík 16. august 1930.
Foreldur
hansara
vóru
Ragnhild
Fredrikka
av
Regni og Tummas Fredrik
úr
Síminshúsið.
Jóhan
hevur eina systir, ið eitur
Kristianna. Jóhan giftist
við Elinborg úr Norðagøtu,
dóttir
Sámal
Petur
í
Køkinum
og
Jóhanna
Malenu úr Mortansstovu,
tann 30. desembur 1953.
Elinborg
andaðist
27.
desembur í 2002. Børn teirra
eru
Maritha,
Tummas,
Sámal Petur og Joan Eilin.
Jóhan hevur 15 abbabørn
og 8 langabbabørn.
Frá 1948 til 1952 lærdi
Jóhan
á
Skála
Skipa
smiðju og fór síðani víðari
til
Havnar
á
Maskin
meistaraskúla, har hann
fekk prógv á várið 1953.
Jóhan sigldi síðani nøkur
ár við Dragaberg, Sæborg,
Atlantsfarinum, Útegg og
øðrum. Summarið 1964 og
1965 var Jóhan smiðjufor
maður í Føroyingahavnini.
15. mars 1966 varð hann
settur sum smiðjumeistari
á Skála skipasmiðju og røkti
hann hetta starv til lítar
í 25 ár. Eftir tað helt hann
áfram á Skipasmiðjuni, til
hann fór frá fyri aldur.
Í 1964 bygdu Jóhan
og Elinborg hús á Skála.
Her
hevur
hann
havt
ein stóran lut í nógvum
verkum, ið eru framd í
bygdini. Eitt nú var hann
við at gera byggi høllina
og fyrstu stálbátarnar á
Skála skipasmiðju. Hann
var stórur talsmaður fyri
at gera fótbóltsvøll og
byggja
ítróttarhøllina
á
Skála. Jóhan spældi nógv
hondbólt sum ungur og
hevur annars altíð verið
aktivur í ítróttini. Hann
hevur sitið sum formaður
í Skála Ítróttarfelag og er í
dag heiðurslimur har. Eisini
sæt Jóhan eitt skifti í Skála
kommunu.
Jóhan er rættuliga aktiv
ur í pensionistafeløgum.
Hann situr í nevndini í
Fjallinum Gøta Leirvík og
er limur í Kumlá á Skála.
Hvørt ár er Jóhan á eldra
legu í Háskúlanum í Havn.
Jóhan heldur føðingar
dagin
í
Ítróttarhøllini
á Skála, sunnudagin 15.
August kl 16.00, har øll eru
hjartaliga vælkomin.
Jóhan Lervig 80 ár