Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. august 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 119 · 13. august 2010 8 Prát Samrøða Uni Arge uniarge@gmail.com Hans Andrias Sølvará hevur í fleiri ár verið virkin í almenna orðaskiftinum um politikk, søgu og átrúnað. Hann skriv aði 1. bind av løgtingssøguni og hev ur eisini skrivað Klaksvíkar søgu 1 og 2, søguna um adressumálið frá 1917 og bókina "Guds orð ella orð um Gud." Hann er útbúgvin søgufrøðingur við heimspeki sum hjágrein og starvast sum adjunktur á søgu- og sam felags- deildini á Fróðskaparsetri Føroya. Ný- liga afturkomin av ferð hinumegin klótu na seta vit honum stevnu í Summar prátinum hesaferð. Tit vóru í Nýsælandi fyrr í summar. Hvussu var tað? Kona mín, Annika, hevur eina vinkonu úr Klaksvík, sum flutti til Nýsælands fyri eini 20 árum síðan. Vit hava ofta tosað um at fara til Nýsælands at vitja hana, og tað gjørdu vit so í summar. Nú segði eg í summar, men í Nýsælandi er hávetur í juli. Nýsæland er tvær høvuðs oyggjar, ein sunnanfyri og ein norðanfyri, og so nógvar smáar oyggjar. Vit búðu í Aucklandi, sum ligg ur á norðuroynni. Auckland er stór- býur við 1,4 milliónum fólkum, men Welling ton, sum er nógv minni, er høvuðs staður. Hóast hávetur var veðrið líka gott í Aucklandi sum í Føroyum ein góðan summardag. Nýsælendingar ferð ast nógv á suðuroynna í juli at standa á skíð. Har er nógvur kavi í juli. Á middegi í Føroyum er midnátt í Nýsælandi, so alt vendir øvugt. Náttúr- an er ógvuliga stórsligin. Har eru høg kava klødd fjøll, nógv gosfjøll og heitar keldur. Hvussu er Nýsæland samanborið við Føroyar? Nýsæland er eitt nýmótans samfelag, sum líkist nógv vesturlendskum sam- feløg um. Fólkið er fyri tað mesta evropear ar, men har eru eisini nógvir asiatar. Nýsælendingar tykjast tó gera nógv burturúr, at talan er um eina saman renning millum evropeiska og upprunaliga nýsælendska Maori- mentan. Hetta sæst eitt nú á staðar- nøvn um. Samfelagsliga eru fleiri mun ir millum Nýsæland og Føroyar. Skatta hámarkið er 34 prosent, og nógv børn ganga í privatskúla. Eitt annað, sum eg legði til merkis, var, at fólk, sum ikki kenna hvørt annað, heils- að u st, tá tey hittust á gøtuni. Hetta líkist kanska einum siði, sum er um at hvørva í Føroyum. Yvirhøvur haldi eg, at Nýsæland politiskt og mentanarliga er eitt konservativt samfelag. Eg hevði tó ikki fatan av, at átrúnaður fylti nógv í samfelagnum. Hevur tað stóran týdning fyri teg at sleppa burtur viðhvørt? Mær dámar væl í Føroyum, men eg haldi, at tað hevur stóran týdning at sleppa burtur av og á. Alt tað, sum er øðr vísi, ger okkum før fyri at virðismeta tað, sum vit fáast við dagliga. Tað hevur eisini stóran týdning at læra aðrar ment an ir at kenna, mat, søgu, virðir og tílíkt. Tú hevur skrivað fleiri søgubøkur. Hvat er tað mest áhugaverda við Føroya søgu? Føroyar eru eitt lítið samfelag, her tær flestu funktiónirnar, sum eru í størri samfeløgum, finnast. Hetta er heilt serligt. Føroyar eru, sum enski søgu frøðingurin John F. West segði, eitt laboratorium, her til ber at kanna ymisk samfelagslig fyribrigdi, sum eru nógv truplari at kanna í stórum sam feløgum. Politiska søga Føroya er ógvu liga samansett, serliga tá talan er um viðurskiftini við Danmark, ið fylla rættiliga nógv. Viðhvørt tykjast tey at fylla órímiliga nógv, t.d. í 1923, tá sonevnda Noregsmálið var fyri á løg tingi og í ríkisdegnum. Vit síggja hetta eisini í politikkinum í dag. Hóast keldur nar um Føroyar eru fáar, finnast framvegis fleiri óviðgjørdar keldur, sum bíða eftir, at søgufrøðingar fara und ir at kanna tær. Tú ert ofta í blaðkjaki. Hvussu vilt tú lýsa føroyska kjakmentan? Sum heild haldi eg, at kjakmentanin er á einum rímiligum støði, men onkuntíð havi eg kensluna av, at kjakarar ikki vilja skunda undir kjakið, men heldur vilja steðga tí. Eg havi t.d. upplivað at verið kallaður Satans amboð og tílíkt møsn í bløðunum. Tað taki eg mær ikki so nær, men sovorðið skundar ikki undir kjak og er í veruleikanum ikki vert at svara uppá. Vit hava kanska lyndi til at vera persónlig í blaðkjakinum, men sum heild haldi eg, at kjakarar halda seg til evnini. Er føroysk kjakmentan framkomnari í dag enn fyri 50-60 árum síðan? Tann, sum hevur lisið gomul føroysk bløð, t.d. Tingakross og Dimmalætting Ofta verður valdsgirnd fjald handan orð um Guð - Eg havi trupult við at góðtaka AldArgAmlAr útleggingAr av tilvEruni, sum byggja á heilAgAr tekstir, sErliga tá tær vErða brúktAr politiskt og trýstAr omAn yvir fólk, sum hava aðrar tilvErutulkingar. fólksins lógir, ið Eru skaptar gjøgnum kjak og grundgEvingar, skUlU gAldA í Føroyum, sigur hAns AndriAs sølvArá, søguFrøðingur. hann hEldur, at sjáldan hEvur so lítið skil vErið á politikkinum sum nú, og at vAndAmiklA náttúrAn hEvur gjørt Føroyingar átrúnAðArligAri Enn onnur Fólk