Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. august 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 119 · 13. august 2010 9 fyri 100 árum síðan, leggur skjótt til merk is, at støðið var rættiliga høgt. Har eru drúgvar og væl skrivaðar politiskar heil síðu greinir uttan myndir, sum nógvir avíslesarar í dag ikki høvdu tímað at tugt seg ígjøgnum. Har eru eisini drúgvar greinir um átrúnað, sum eru á einum nógv hægri støði enn nógv av tí, sum stendur í bløðunum í dag. Ofta eru tað tey somu, tann sam felags­ liga elitan, eitt nú prestar og politik ar­ ar, sum skriva. Vanlig fólk tóku ikki so virkið lut í almenna kjakinum, sum tey gera í dag. Eg veit ikki, um kjak ment­ anin er framkomnari í dag, enn hon var fyri 50­60 árum síðan. Nógv fleiri vána lig kjakinnlegg eru í bløðunum í dag, enn tað vóru fyri 50­60 árum síðan, men fleiri góð eru eisini. Gongur tað framá í føroyskum politikki? Tað hevði eg ynskt, men eg noyðist tí verri at svara, at mín kensla er, at tað ongantíð hevur verið so lítið skil á sum nú. Kanska er tað bara eg, sum eri broytt ur, men eg havi ilt við at góðtaka, at politiska skipanin ikki er før fyri at rað festa nøkur ár fram. Tað tykist ikki, sum politiska skipanin er før fyri at seta loysnir inn í eina samfelagsliga heild. Talan er fyri tað mesta um ad hoc­loysnir. Hvat er týdningarmesta málið í føroyskum politikki? Tann stóri trupulleikin í føroyskum politikki er, at vit hava ein óavgreiddan spurning, sum snýr seg um viðurskifti Før oya við Danmark. Hann skuggar ofta fyri øllum øðrum samfelagsligum trupul leikum. Hesin trupulleikin hevur við sær, at vit fáa ikki loyst aðrar átrok­ andi spurningar. Tað avgerandi er ikki, hvussu hesin trupulleikin verður loyst­ ur, men at hann í breiðari semju verður loyst ur, so politiska skipanin kann brúka orkuna upp á onnur átrokandi sa m felagsmál. Tí hevði tað verið stórt spell, um stjórnarskipanin, sum kundi lagt lok á spurningin í nøkur ár, fór fyri bakka. Tú hevur sett spurnartekn við trúvirðið í nógvum av tí, sum Bíblian sigur. Hví tað? Eg eri ein kristin agnostikari, sum helli til eina eksistentiella tilverufatan, har einstaklingurin er í miðdeplinum, og spurningar kunnu setast við allar meta­ fysisk ar skipanir. Nietzsche segði, at menniskjan skilir seg frá djórunum á tann hátt, at hon megnar at lúgva fyri sær sjálvari. Menniskju kunnu stremba eftir at fáa vald yvir øðrum menniskj­ um, men fjala sína valdsgirnd handan føg ur orð um moral, tað heilaga ella Guð. Eg havi trupult við at góðtaka aldar gamlar útleggingar av tilveruni, sum byggja á heilagar tekstir, serliga tá tær verða brúktar politiskt og trýst ar oman yvir fólk, sum hava aðrar til veru­ tulk ingar. Hetta síggja vit framvegis í Før oyum, tá politikarar tosa um, at í Før oyum skulu Guðs lógir galda. Eg eri ósamd ur. Fólksins lógir, ið eru skaptar gjøg num kjak og grundgevingar, skulu galda í Føroyum. Hví heldur tú, at Jesus fekk so stóran týdning? Vit vita ógvuliga lítið um Jesus, keldur­ nar eru fáar, ósemjurnar millum gransk ara r eru óteljandi, men teir eru samdir um, at Jesus var jødi. Onkur gransk ari hevur roknað út, at taka vit teir 40 dagarnar í oyðimørkini úr evangel i u num, siga tey bara frá umleið trim um vikum í 30 ára langa lívinum hjá Jesusi. Sjálvur hevur Jesus einki skrivað. Trupult er tí at gera av, um Paulus og evangelistarnir ella Jesus hava skapt kristindómin. Vit høvdu nær um einki vitað um Jesus uttan Paulus og evangelistarnar. Ein annar persón ur, sum hevur havt stóran týdn­ ing, er Sokrates, sum livdi 400 ár undan Jesusi og eisini varð dømdur til deyða fyri at hava spottað Guð. Alt tað, sum vit vita um hann, vita vit gjøgnum næming hansara, Platon. Gud frøð ing­ u rin John Hick heldur, at tað er júst kring persónar, sum vit vita lítið um, at mytur, ið fáa ein ævig an boðskap, kunnu skapast. Jesus skapti ikki einsamallur kristindómin. Evange l ist­ ar nir løgdu lívssøgu Jesusar til rættis við støði í egnum gudfrøðiligum sjónar miðum, men tað broytir ikki tann veruleika, at milliónir av fólki hava tikið kærleiksboðskapin í Bíbliuni til sín. Eru føroyingar meira átrúnaðarligir enn onnur fólk? Tað veit eg ikki, men av tí, at føroyingar í øldir hava livað eitt vandamikið dag­ ligt lív tætt at tí máttmiklu náttúruni, sum breyðføddi teir, bera føroyingar helst við sær ein søguligan arv, sum hevur givið teimum eitt meira inni ligt og óttafult samband við tað gud dóm­ liga enn summi onnur fólk. Serliga tá menniskju standa andlits til andlits við deyðan, gerast spurningar um Guð og ævinleikan átrokandi. Tá eg síggi lesara brøv, sum ikki gera annað enn at endurgeva Bíbliuna, kann eg tó fáa ta fatan, at støðið innan átrúnaðin í Før­ oy um í dag ikki er so høgt allastaðni. Heldur tú, at átrúnaður er ein forðing fyri skynsemi? Ja, átrúnaður kann vera ein forðing fyri skynsemi. Við einum ávísum rætti hevur verið sagt, at tann arabiska ment­ anin í Miðeystri, sum í miðøldini bæði tøkniliga, heimspekiliga og vísinda­ liga var á einum nógv hægri støði enn tann evropeiska, fór fyri bakka orsakað av átrúnaðarligum trong­ skygni eftir umleið 1500. Á sama hátt kann hugsast, at tað trongskygda og vísindafíggindaliga rákið innan kristin­ dómin, sum eisini er komið higar úr USA, fer at forkoma tí framkomnu vestur lendsku mentanini. Fara vit aftur til eina skipan, har persónligir trúar­ spurn ingar skulu leggja forðingar í vegin fyri vísindini, er vandi á ferð. Við hes um sigi eg ikki, at allur átrúnaður forð ar fyri skynsemi, tí tað ger hann ikki. Hvør er tín dreymur fyri Føroyar? At Føroyar verða eitt samfelag, har mentanarligt og menniskjaligt fjøl­ broyt ni verður mett at vera ein dygd, sum styrkir samfelagið, og ikki nak að, sum spillir føroyska mentan. Tað er kanska ov nógv at krevja av menn iskj­ u m, at tey skulu elska sínar fígg ind ar, men hetta havi eg so lisið onku stað ni. Hvørjar eru tríggjar tær størstu persónmenskurnar í heimssøguni? Hetta er ein trupul spurningur, sum ikki kann svarast seriøst. Søgubøkurnar eru full ar av mannligum politikarum, sum hava sett síni spor í heimssøguna, men man tað ikki lutvíst vera tí, at menn hava skrivað tær flestu søgubøkurnar, og at tær snúgva seg um politiska søgu? Tosa vit um originalitet og týdning, má eg nevna Kopernikus, Kant og Darwin, sum hvør í sínum lagi løgdu lunnar und ir modernitetin og tað sekulera vestur lendska samfelagið grundað á upplýsta heimspeki, mannarættindi og vísindi. Hvat er eitt eydnuríkt lív? Eydnan er ikki ein støða, sum menniskju áhaldandi kunnu vera í gjøgn um lívið. Menniskju kunnu bara upp liva eydnuna í løtum, t.d. tá tey eru um at náa ella ákkurat hava nátt einum máli. Tann, sum verður standandi á málinum, har hann hevur funnið eydn­ u na, missir hana. Eitt eydnuríkt lív er at hava fólk rundan um seg, sum eru góð við ein, og at liva eitt lív, har tú heldur enn at seta krøv til onnur menniskju hev ur yvirskot at góðtaka tað, sum er øðr vísi, og altíð at vera á veg. Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur: – Fólksins lógir, ið eru skaptar gjøg num kjak og grundgevingar, skulu galda í Føroyum