Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. august 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. august 2010 · Nr. 120 4 Sosialurin Randi Jacobsen Leygarkvøldið kl. 20.30 verður konsert í Badmintonhøllini í Klaksvík, og konsertin nevnist stutt og greitt Hanus G. Johansen. Konsertin verður ein lýsing av tónleiki og tekstum hjá Hanusi. Hanus sjálvur verið við, og so kemur eitt stórt tal av bólkum og tón­ leikarum kring landið. Hetta eru fólk, sum Hanus hevur spælt saman við gjøgnum árini. Á pallin koma Ólavur Prestley og hansara Dirty Rag Rag´s, og meðan teir spæla, kemur Hanus inn á pallin at syngja eitt lag við bólkinum, sum hann fyri nógvum árum sang saman við. Har koma Spælimenninir í Hoydølum, sum Hanus seinast í 70­árunum sang saman við. Hann sang tá og fer aftur at syngja millum annað Ommu Ludvík. Frændur og Hanus hava mangan framført saman, og Manskórið í Havn fer at syngja nøkur løg, sum Hanus hevur útsett fyri kór. Poul Arne, orsangarin i Týr fer at syngja Blómuna, og Kantabilé verður eisini har. Tá ið Hanus í 1987 var á háskúla i Svøríki, hitti hann tónleikaran Jannike, sum eisini verður við. Jannike syngur Poul F sangir á svenskum, og fer eisini at syngja saman við Hanusi. Jógvan Andrias Joensen og Hanus fara saman at syngja ein sang, sum ongan­ tíð áður er framførsur alment. Sangurin eitur Við Kenslunnar bál, sum Gunn­ vør Mortensen, sála yrkti við íblástri úr yrkingum hjá Bjørn Afzelius. Spildurnýtt Aldubáran kemur við allari sínari megi til Klaksvíkar leygarkvøldið, og har verður eisini ein spildurnýggj trio at hoyra. Tað eru feðgarnir Alex, Páll og Andras Sólstein. Saman við Angeliku Nielsen og Jens L. Thomsen fer Hanus at syngja Várkvøld, Mylláin og Einsemi eftir Hans J, Glerfoss. Tað nýggjasta er komandi fløðan hjá Hanusi við Poul F. ­ Vit hava tikið stig til hesa konsertina, tí vit halda Hanus hava so stóran týdning fyri tónleikarlívið í Føroyum, sigur Jógvan Andrias Joensen. Konsertin er eisini Hanusi til heiðurs, nú hann hevur rundað tey 60. Annars er tað Klaksvíkar Sjónleikari, sum stendur sum fyriskipari, og Rudolf Joensen samskipar. Sjálv konsertin byrjar klokkan 19.30, men høllin letur upp nakað fyrr, so fólk kunnu koma at fáa sær ein kaffimunn og práta við fólk. Konsertin fer at vara einar tveir tímar við einum hampiliga longum steðgi. Tíðarásetingin er eitt sindur flótandi, tí hon fer at laga seg eftir tiltøkunum hjá Sjómannadegnum. Tá ið Norrøna kom til Havnar sunnukvøldið, funnu tollararnir 20 gramm av hassji uppi á einum ferðamanni. Tað fær maðurin bót fyri, við tað at nøgdin var rímiliga lítil. rj Tikin við hassji Um vikuskiftið var fyrst Regatta í Sundalagnum og síðan Ovastevna í Nólsoy. Tiltøkini góvu ikki politinum nevnivert at gera. Tað einasta var, at ein maður datt á sjógv í Nólsoy, og hann varð fingin upp á turt aftur í øllum góðum. ­ Tá ið tað gongur so væl, er tað ikki minst tí, at fyrireikararnir hava gjørt eitt gott arbeiði, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. rj Alt spældi væl av Konsert um og við fjølbroytta Hanusi Konsertin í Klaksvík leygarkvøldið fer at vísa, hvussu vítt tónleikarliga Hanus G. Hansen fevnir Ein ungur maður varð sunnudagin varðhaldsfongsl­ aður í 14 dagar skuldsettur fyri harðskap móti tveimum politistum Sunnumorgunin varð politiið úti og ætlaði bara at sissa ein fullan og ómøguligan mann. Men maðurin var ikki til at hava við at gera. Hann sp´tti eftir einum politisti og skallði ein annan, tá ið hann varð handtikin. Tá ið hann skuldi inn í arrestina, royndi hann aftur at skalla ein politist. Maåurin var í rættinum sunnudagin, tí hann hevði frammanundan ein treytaðan dóm fyri harðskap. Rætturin avgjrdi at varðhaldsfongsla mannin í 14 dagar. rj Spýtti eftir politisti Nú skúlarnir eru byrjaðir aftur, fer politiið aftur at halda eyga við ferðsluni við skúlarnar. Politiið fer ikki minst at vera við skúlarnar um morgunin fyri at eygleiða ferðsluna, og tað er ikki minst við tí í huga, at skjótt fer at vera myrkari um morgunin. rj Eygleiða við skúlarnar Dansifrøi skipar fyri almennum dansi leygarkvøldið í nýggja felagshúsinum í Gundadali. Tað er ikki ofta, at almennur dansur er í Havn, men nú ger felagið Dansifrøi eina roynd. Leygarkvøldið verður almennur dansur fyri øllum dansiáhugaðum, og eydnast væl, verður tiltakið endurtikið. LM­Band spælir. Atgongumerki fáast í forsølu í Kunningarstovuni í Havn, Fyrireikararnir siga, at ætlanin er ikki at fylla húsið við fólki. Tað skal vera rúm fyri at dans, og tí verða ikki fleiri enn 400­500 atgonugmerki seld. rj Almennur dansur í Gundadali