Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. august 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. august 2010 · Nr. 120 6 Sosialurin Snorri Brend Í dag var fyrsti skúladagur hjá 6.865 næmingum kring alt landið. Eisini hjá 9. flokki í Vága kommunu. Vanliga er hetta ein dagur, sum næmingarnir gleða seg til. Men í ár var munandi øðr­ vísi. Rættiliga nógv øðrvísi, eisini. Hesa seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um skúlaviðurskiftini hjá børn­ unum í Sandavági og Miðvági og soppin, sum er við skúlan á Giljanesi. Í morgun var so komið hartil, at tosið var vorðið til veruleika, tí nú sóust fylgjurnar av hesum. Komandi skúlaár verða næmingarnir við skúlan skiftir sundur í fleiri ymisk støð. Hetta er ikki óvanligt fyri tey, tí soleiðis er skúlin bygdur upp. Men í ár eru talið av støðum, har skúli verður hildin, so stórt sum seks. Hetta hóvar sum vera man ikki øllum næmingunum. Næmingarnir í 9. flokki halda, at tað er ein vánalig loysn av spjaða næmingarnar soleiðis sundur, men teir ásanna samstundis at hetta vist er einasta alternativið. Sunneva Gaardlykke er ein teimum 18 næmingunum í 9. flokki hetta skúlaárið, og hon er heldur ikki fegin um broyttu umstøðurnar. – Mær dámar tað ikki so væl, tí umstøðurnar eru ikki so góðar í SÍF­húsinum sum í hinum skúlanum, greiðir hon frá. ­ Her manglar so nógv. Serliga viðkomandi er hetta málið fyri hesar næm­ ingarnar, tí komandi summar verður nevniliga fráfaring­ arroynd teirra. – Vit vóna bara, at tað fer at ganga okkum væl. Men vit vilja tó siga, at hetta hevur avgjørt minkað um áhuga okkara at ganga í skúlanum, siga næmingarnir í 9. flokki. Nógvir manglar Skúladagurin byrjaði annars í skúlanum í Miðvági kl. 9:30 í morgun. Eftir morgunsang og vælkomu, stóðu bussar klárir at koyra tey, til tey ymisku skúlastøðini í kommununi. Henda loysnin er vald, tí at umstøðurnar av hava skúlagongd á Giljanesi ikki eru til staðar av heilsuligum orsøkum. Og tí hevur ein valt hetta sum eina fyribils ætlan, alt meðan arbeitt verður við eini endaligari loysn sum er ein nýggjur skúli. Næmingarnir í 9. flokki fingu umvegis heimasíðuna hjá skúlanum at vita, at tey skuldu ganga hetta skúlaárið í SÍF­húsinum, sum er høvuðssæti hjá ítróttarfelagnum í bygdini. Húsið er als ikki gjørt til undirvísing, og tað var eisini tað fyrsta sum næmingarnir løgdu merki til í morgun, tá tey trinu inn í nýggja skúlan: Eingin talva. Einki bókasavn. Eingin skúlagarður. Nógv ekkó rúminum. Og nógv annað. – Men tað sum eg haldi er allar ringast er, at her eru hvørki internet ella teldur. Eg hopi bara at tað kemur skjótt í rættlag, slær Sunneva fast. Teimum er lovað, at ein rullandi whiteboard­talva verður tøk fyrsta dagin. Og so man tað so líðandi fara at koma hartil, at undirvísingin kemur í hæddina. Friður Hóast umstøðurnar hjá Miðvágs­Sandavágs skúla uttan iva kundu verið bæði øðrvísi og betri, so eru tað kortini ávísir fyrimunir við at vera í SÍF­húsinum ­ treyðugt so. Fyri Sunnivu ­ og helst onkran annan av hinum næmingunum í hennara flokki ­ hevur tað sín av­ gjørda fyrimun, at tey eru fyri seg sjálvi. Í hinum skúlanum vóru tey saman við bæði eldri og yngri næmingum. Og smábørnum so líkt, so dáma teimum væl at spæla, renna, fjasa og at geva ljóð og óljóð frá sær, ­ til tíðir kanska í meira lagi fyri teir eldru næmingarnar. Her í SÍF­húsinum verður ikki annað óljóð enn tað, sum teir 18 næmingarnir sjálvir gera. – Her verður meiri friður, eingin ivi um tað, slær Sunneva Gaardlykke fast. Í skúla uttan talvu og teldu Sandavág - Vit eru sjálvandi spent eftir at fara í skúla aftur eftir summarfrítíðina. Tað er so langt síðani, at vit sóust seinast. Men heilt erliga, so kundu vit hugsað okkum betri umstøður enn tær sum vit fáa í ár, siga næmingarnir í 9. flokki í Miðvágs og Sandavágs skúla. Fyri at fáa ta stóru kabaluna at ganga upp hjá næmingum og lærarum, hevur ein valt at skipa undirvísingina í Miðvágs­Sandavágs skúla á seks ymiskum støðum. Skipanin er henda: 1. flokkur húsast í gamla skúla í Sandavági 2.­ 5. flokkur húsast í skúlanum í Miðvági 6. flokkur húsast í kommunuskrivstovuni í Sandavági 7.­ 8. flokkur húsast á Giljanesi 9. flokkur húsast í SÍF­húsinum 10. flokkur húsast á Giljanesi Skúli á seks støðum Her eru hvørki internet ella teldur NæmiNgur í 9. flokki nEYÐLOYSn Teir 18 næmingarnir í 9. flokki hava ikki annað val enn at taka til takkar við SÍF-húsinum í Sandavági. Her eru tey í mangar mátar bumbaðu langt aftur í miðøldina, men, sum ein teirra segði: - Vit mugu so bara royna at fáa tað besta burtur úr miðøldini