Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. august 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. august 2010 · Nr. 120 28 Sosialurin Hatta vóru júst nøkur av teimum orðum, sum vit bíðaðu eftir at hoyra frá landsins myndugleikum. Tað eru teir, sum eiga at taka meginpartin upp á seg í hesum átaki. Annar spurningurin er so, hvussu hetta kann skipasr nú og í framtíðini. Fyrsta heiðursmerki fyri úrmælingar Fari at nýta høvið til at ynskja Páli hjartaliga til lukku við avrikinum, sum hevur sett bæði Pál og Føroyar á evropakortið og heimskortið. Ítróttaliga er hetta stør­ sta avrikið undir føroyskum flaggi og minnir um avrikið hjá íslendska trístøkkar­ anum, tá hann á olympisku leikunum í Melbourne í 1956 leyp seg til silvurmerki. Tað var fyrsta olympiska heiðursmerkið, sum Ísland yvirhøvur vann, og ítrótta­ maðurin fór sjálvandi í søg­ una sum tjóðarhetja. Silvurmerkið hjá Páli í EM í Budapest er fyrsta heiðursmerki, sum vit fáa í evropeiskari kapping fyri úrmælingar. Hetta er fyrst og fremst úrslit av miðvísari venjing og hørðum stríði hjá Páli sjálvum og hansara hjálparfólkum við Jón Bjarnasyni á odda. Gamal føroyskur dreymur Hetta er eisini úrslit av einum eftir hondini gomlum føroyskum dreymi um at kunna gera vart við okkum á altjóða stigi. Tað kom í stropa, tá Svimjisamband Føroya varð stovnað og fekk bæði norðurlendskan og alheims limaskap tíðliga í áttatiárunum. Strongjast kundi á slíkan limaskap, tí Føroyar hildu seg hava nakað í fikkuni. Góðir svimjihyljar vórðu bygdir um alt landið, um enn nakað smáir, og niðri í Danmark setti tvøradrongurin Jón Hestoy eitt met fyri og annað eftir og vann ein hóp av meistaraskapum. Hetta skapti virðing um Føroyar og føroyska svimjing og gjørdi óivað sítt til, at tað gekk so væl at sleppa upp í part á altjóða stigi. Hugsanin var eisini tá, at torført fór at verða hjá einum so lítlum landi sum Føroyum at koma heilt upp á tindin í liðítróttumm, men í einstaklingaítróttum kundi onkur bjørt stjørna úr Føroyum fara at lýsa einaferð. Ikki ligið á gullinum Og Svimjisambandið lá ikki á gullinum. Við fyrsta høvi, sum var at fara til HM kapp­ ing, varð teknað til heilt yviri í Suðuramerika, og har varð Merkið vundið á stong á jøvn­ um føti við øll heimsins fløgg. Heimsmeistara fingu vit ongan tá, men Føroyar fingu víst, at føroysk svimjing meinti tað, tá søkt varð um altjóða limaskapin. Nú nærum tríati ár seinni eru altjóða úrslit, sum muna, farin at koma undan kavi. Vit hava eisini sæð, at tað júst er í svimjingini, at Føroyar og ÍSB hava staðið seg væl í paralympiskum leikum, og tey úrslitini, sum vunnin eru har í meir enn 20 ár, hava verið fyrimyndir fyri allan føroyskan ítrótta­ ungdóm. Tað er alt, sum tað eigur at vera. Vit eru errin av teimum, sum leggja so nógvar kreftir í ítróttina, og tá vit eru komin so langt fram á leið í altjóða samanhangi, ber illa til at bera seg undan at útvega ítróttini umstøður, sum hóska. Lyfta í felag? Helena Dam á Neystabø hevur spælt fyrsta kortið út við útsøgnini um, at 50 metra hylurin skal raðfestast høgt, sjálvt um landskassin er í trongstøðu. Løgtingið hevur fyrr sagt A við síni hepnu játtan til úrvalsítrótt, sum eigur sín part í evropeiska silvurmerkinum. Vónandi fer løgtingið eisini at siga B hesuferð. Onkustaðni í ikki so fjarari framtíð liggur hugskot um at útvega eina svimjihøll aftrat í Tórshavnar kommunu, tí tann verandi stendur at bresta av teimum mongu vitjanunum. Kommunan leggur sjálvsagt høvuðsdentin á trivnaðarumstøður til almenn­ ingin, men hon eigur eisini at vera við til at hjúkla um kapp­ svimjingina, sum er okkara fremsta altjóða ítróttagrein í dag við einum úrmælingi, sum skarar framúr, og eini breidd í oddanum, sum vann seinastu Oyggjaleikirnar sannførandi. Tí eiga møguleikar at vera fyri eini samansjóðing av ætlanini um ein 50 metra hyl til venjing og kapping, sum landið ætlar at raðfesta, og eina svimjihøll til almenn­ ingin, sum Havnar kommuna hevur í huganum. Tá høvdu vit óivað fingið fleiri vinnarar ­ bæði so og so – og eitt rímiligt rakstrar­ grundarlag. Svimjihylurin skal raðfestast høgt Jógvan Arge Formaður í mentamálanevndini í Havn Hesi vóru fyndarorðini hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum, nú tjakið um ein 50 metra kappingarhyl tók seg upp við silvurmerkinum, sum Pál Joensen vann í EM kappingini í svimjing Kjak Høgni Hoydal Landsstýriskvinnan í mentamálum hevði heilt fram til skúlabyrjan noktað Fróðskaparsetrinum at taka 20 lærara­ og pedagoglesandi inn, hóast setrið hevði játtan til tess. Men grundgevingin hjá landsstýriskvinnuni var, at játtanin til lestrarstudning var ikki í lagi. Tí skuldu 20 til­ vildarligir, skikkaði umsøkjar­ ar takast burturúr. Hetta er sjálvandi í stríð við heimildir hennara, og álvarsom mismunar­ framferð móti fólki. Og tað tók ikki meira enn eitt lesarabræv frá undirritaða um ivasomu framferðina hjá lands­ stýriskvinnuni í mentamál­ um, so hevði hon dagin eftir broytt hugsan. Nú var knappliga ­ frá degi til dags ­ í lagi at taka 20 afturat inn, hóast ongin játtan ella regla sjálvandi varð broytt í hesum tíðarskeiði. Nakrar fáar dagar fyri lestrarbyrjan, fingu so fólk boð um, at tey kortini kundu sleppa inn. Men eftir stendur, at fleiri uttan iva hava valt at fara av landinum til aðra útbúgving, tí tey ikki vistu, um tey vóru keypt ella seld. Hjá hvørjum einstøkum snýr tað seg jú um stór og avgerandi val í lívinum, ið ikki bara kunnu bíða eftir tilvildarligum boðum frá Mentamálaráðnum. Sostatt átti Helena Dam á Neystabø sum minsts­ mark at viðgingið skeivu framferðina. Men hon velur heldur at leggja eftir Tjóðveldi fyri "at leika í". Og síðani tekur hon sær heiðurin av, at undir hesum landsstýri eru ongantíð so nógv sloppin inn á hægri lestur í Føroyum. Sannleikin er, at hvørki fyrra ella seinna ABC­ samgonga hava gjørt nakað tiltak fyri hægri lestur í Føroyum. Undir fyrru ABC­samgongu varð Fróðskaparsetrið bein­ leiðis skorið, og eitt nú KT­ verkfrøði varð steðgað, sum annars í dag er best umtókta námið á setrinum. At Fróðskaparsetrið yvir­ høvur hevur fingið nýggjar útbúgvingar og ­tilboð, er beinleiðis úrslit av ætlan­ unum og visjónunum hjá CHE­samgonguni, sum vórðu settar í verk og samtyktar, meðan Kristina Háfoss var landsstýriskvinna. Undir seinnu ABC­sam­ gongu varð aftur hálsað um, og nýggju útbúgvingarnar aftur settar í bíðistøðu ­ m.a. samfelagsdeildin kundi ikki taka lesandi inn. Nú er vit so aftur komin á tað støðið, sum CHE­ samgongan samtykti ­ og tað skal landsstýriskvinnan eisini fáa heiður av. Men onki nýtt politisk átak er sett í verk undir ABC viðvíkjandi hægri útbúgving í Føroyum. Tjóðveldi hevur hægri lestur og eitt altjóða universitet í Føroyum sum eitt av sínum hjartamálum. Og um landsstýriskvinnan vil skíra tað "at leika í", at verja hesa visjón og rætt­ indini hjá okkara ungdómi ikki at vera fyri mismuni ­ ja, so fer at verða leikað í eisini frameftir. ABC-flokkarnir hava ikki raðfest hægri lestur í Føroyum Helena Dam á Neystabø fer illa við sannleikanum, tá hon nú gevur sitandi ABC-landsstýri heiður fyri størri tal av lesandi á Fróðskaparsetrinum Mynd: Jógvan Helgi Hansen/Vágaportalurin