mánadagur 16. august 2010síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mánadagur 16. august 2010 · Nr. 120
Sosialurin
TÍN ORKA
Tøkningur Til Magn
Vit sóknast eftir tøkningi til teknisku deild hjá Magn
Um Magn
Magn tryggjar orku til Føroyar og føroyingar. Vit eru 130
starvsfólk, svarandi til 80 ársverk. Høvuðsskrivstova okk
ara er í Havn og deildarskrivstovur eru í klaksvík og á
Tvøroyri. 10 service støðir bera Magn navnið, av hesum
eigur Magn tær 4. Vit hava goymslur í klaksvík og í Havn,
og mált uppá sølu eru vit ein av Føroya størstu fyritøkum.
Um starvið
Starvið krevur innlit í elstýringar, luftstýringar, hydraulik
stýringar og mekanik, so sum pumpur o.a. Tekniska deild
tekur sær av viðlíkahaldi av bensinstøðum, oljugoymslum,
bátaannleggum og tangauppbygnaði á okkara tanga
bilum.
Uppgávur í stuttum:
• Viðlíkahald av bilvaskimaskinum, pumpustandarum,
kortautomatum, kassaskipanum o.a. á bensinstøðum.
• Viðlíkahald av okkara 14 bátaannleggum kring landið.
• Viðlíkahald av tangauppbygnaði á okkara 14
tangabilum.
• Viðlíkahald av tangum, pumpuútbúnaði og
áfyllingarrampu á okkara 3 oljugoymslum,
• annað fyrifallandi viðlíkahald á okkara ognir.
Vit bjóða:
Eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini fyritøku í
menning. Her er vítt til veggja, og um tú vilt og dugir, so
sleppur tú eisini. Tað er avgerðandi, at tú ert før/ur fyri at
arbeiða sjálvstøðugt og at tú loysir tínar uppgávur væl.
av hesi orsøk fært tú góðan stuðul og alla neyðuga
upplæring og útbúgving.
Vit vænta:
• Viðkomandi handverkaraútbúgving, so sum elektrikari,
bilmekanikari ella líknandi.
• at tú dugur væl at loysa bæði el og mekaniskar
uppgávur.
• at tú ert tænastusinnað/ur og góð evni at samskifta og
samstarva
• at tú hevur áræði og dugur at arbeiða sjálvstøðug.
at tú eisini hevur møguleika og vilja at arbeiða uttan fyri
vanliga arbeiðstíð
Okkara virði eru:
• kundin í fokus
• Vitan og førleiki leingi livið
• Skjótt er gott
• gleiði gevur megi.
um tú umhugsar at søkja starvið, vinarliga fær inn á www.
magn.fo og hygg nærri eftir, hvussu vit á Magn arbeiða
við virðum felagsins í okkara dagliga arbeiði.
Hevur tú spurningar, vinarliga vend tær til Martin Heinesen
á telefon 347460, 237460 ella á martin@magn.fo
umsóknir við prógvum skulu latast inn innan 13. septem
bur. antin við at senda bræv til:
Magn
Vestara Bryggja 10
FO-110 Tórshavn
Att.:Martin Heinesen
Ella við at senda teldupost til martin@magn.fo
www.magn.fo