fríggjadagur 20. august 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. august 2010 · Nr. 122
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Heðin D. Poulsen og Kári
Petersen, sum báðir stillaðu
upp fyri Sjálvstýrisflokkin
seinast, átala nú tingmenn
floksins
fyri
at
ganga
ímóti
flokssamtyktum
viðvíkjandi fiskidøgum.
- Vit mugu tíverri stað-
festa, at umboðið hjá tí
flokki, sum vit hava rikið
atkvøður til, ikki hevur lagt
fram nakað alternativ til
daganiðurskurð til tess at náa
hesum málum um lívfrøðiliga
burðardygga og búskaparliga
gevandi fiskivinnu.
Soleiðis siga teir báðir í les-
arabrævi, teir hava sent bløð-
unum. Hóast teir báðir koma
úr ávikavist Fólkaflokkinum
og Javnaðarflokkinum, so
stillaðu báðir upp fyri Sjálv-
stýrisflokkin seinast og siga,
at teir fóru til val fyri Sjálv-
stýrisflokkin
til
seinasta
løgtingsval við lyftinum um
burðardygga fiskivinnu, og
hana vilja teir hava.
- Fyrsta fortreytin fyri
at fiskivinnan skal kunna
dríva
samfelagshjólini
er, at hon er burðardygg.
Vit
mugu
ikki
lata
gýtingarstovnar
minka
niður um lívfrøðiligu til-
ráðingarnar – og vit mugu
ikki taka fiskin ov tíðliga.
Hetta
er
burðardygg
fiskivinna lívfrøðiliga sæð.
Búskaparliga skal veiðan
helst minkast enn meira,
tí fyri at vinnan aftur skal
fáast at geva yvirskot, so er
neyðugt, at munandi færri
skip eru í vinnuni enn í
dag, siga teir báðir ónøgdu
sjálvstýrismenninir.
Tað var sum at stíga langt aftur í
tíðina, tá vit mikukvøldið hoyrdu
Lars Løkke Rasmussen, forsætis-
ráðharra, í útvarpinum boða frá,
at um Føroya Løgting samtykkir
stjórnarskipanaruppskotið,
sum
allir flokkar hava tikið undir við, so
var loysingin byrjað.
Sikkin nakað slutur og vrøvl.
Hvussu kann ein stjórnarleiðari í
Danmark finna upp á at siga slíkt?
Hann veit væl, at Føroya fólk ikki
vil hava loysing. Hann veit væl, at
tað bara er ein flokkur, sum hevur
loysingina sum stevnumið - og tað
er tá als ikki vist, at øll í Tjóðveldi
taka undir við loysing. Tí er loysing-
in sum hugtak nakað sum er farið í
bakgrundina - eisini hjá Tjóðveldi.
Men tað merkir ikki, at føroying-
ar ikki ynskja meira sjálvræði. Og
hví skal tað vera í andsøgn til ein
ríkisfelagsskap, at fólkið í Føroy-
um setir nakrar treytir fyri, hvussu
viðurskiftini í hesum landinum
skulu skipast? Hví skal tað vera
ein trupulleiki, at fólkið í Føroyum
sjálvt vil gera av, hvørja stjórnar-
skipan vit hava?
Danskir forsætisráðharrar hava
tosað við einari tungu í nógv ár.
Allir sum ein siga, at um føroyingar
vilja hava loysing, so fáa teir loys-
ing. Hetta hevur Lars Løkke Ras-
mussen eisini sagt. Tí var tað, sum
hann segði mikudagin, ikki klókt.
Tað er heldur ikki taktiskt ella pol-
itiskt korrekt. Okey, kanska tað er
ein roynd at hjálpa Sambandsflokk-
inum - ella onkrum veingi í Sam-
bandsflokkinum. Men tað er heldur
ikki klókt.
Føroyingar hava í meira enn 100
ár togast um ríkisrættarligu støð-
una. Hetta hevur havt við sær, at
politiska skipanin ikki hevur fung-
erað - og framvegis ikki fungerar,
tí flokkar og hugsjónir eru býtt
sundur eftir hesum destruktiva
leistinum - fyri ella ímóti Danmark.
Vanligur blokkpolitikkur, sum vit
kenna tað úr øðrum londum, er
púra óhugsandi her hjá okkum. Í
flestu londum er valið so einfalt.
Reytt ella blátt, borgarligt ella sos-
ialdemokratiskt.
Ein semja um stjórnarskipanina
hevði verið kærkomin. Hon hevði
gagnað allari tjóðini - ja øllum ríki-
num. Spell at ein forsætisráðharri
soleiðis skal leggja seg út í innanhýs-
is føroyskan politikk. Men løgtingið
skal bara standa við sítt. Tað er pol-
itikkur. Tað ger einki, sum stjórnar-
skipanarlógin ikki samsvarar við
grundlógina. Tað er als ikki neyðugt
- tí tað ger heimastýrislógin heldur
ikki. Soleiðis er politikkur, hann
kann mýkja. Politikkur er jú at vilja
broytingar.
Tað var ikki klókt, sum
Løkke segði mikudagin
Mikukvøldið
25.
august
klokkan 19 er Miðvika í Hoy-
víkar kirkju við Sonju Klein.
»Kirkja í rørslu« er heitið.
Á Miðvikunum er van-
ligt at fólk við ymiskari
vitan hugleiða um evni, ið
eru uppi í tíðini. Eisini er
ætlanin at fáa fólk, ið hava
vart doktara/PhD- ritgerð-
ir í ávísum evni og serkøn
á ymsum økjum at røða um
hesi ting.
Hesaferð verður
tað so Sonja Klein,
sum tosar um
»Kirkja í rørslu«.
Hvussu flytir
kirkja okkara
seg?
Hvussu
riggar hon í nú-
tíðarliga um-
hvørvinum?
Alternativar
gudstænastur.
Kirkjan og fam-
iljan. Sonja hev-
ur verið í lestrarfarloyvi og
hevur fingið íblástur til fyr-
ilesturin haðani.
- Øll eru vælkomin, siga
fyrireikararnir.
Kirkjan í rørslu
í Hoyvík
Hatta var Lorkut, LøkkE
Í dag og í morgin
setta tey skúlabørn
í fokus í SMS. Fyr-
ilestrar um at lesa
fyri børnum og undirhald
við Meylu eru á skránni.
Í Rit og Rák fara Bjørghild
Djurhuus og Gitte Klein
hava fyrilestur frí ggjadagin
klokkan 16.30. Gitte sigur frá
um týdningin at lesa fyri
børnum og Bjørghild sigur
frá um broytingarnar hjá
barninum, um at byrja í 1.
flokki.
Fríggjadagin og leygardag-
in er stórt tiltak í Torginum í
SMS fyri øll skúlabørn. Tey, ið
júst eru byrjað í 1. flokki, fía
ein gávuposa við ymiskum
gávulutum, sum eru góðir
at hava til skúlabyrjanina.
Í posanum er mateskja, góð
matpakkahugskot, tímatalva,
roknitalva, vinabókin »Vinir
mínir« og nógv annað.
Baklandið átalar Sjálvstýri
Tá ruðu
leiki verður
normurin
Heini í Skorini
kjak á Síðu 14
Óklókur
leikur frá
Løkke
Sjúrður Skaale
kjak á Síðu 10
Í morgin, leygardagin, verð-
ur stórt diskotek á Sjómann-
adegnum í Klaksvík.
Tiltakið verður í einum
tjaldi, ið verður sett upp
undir skýlinum við fótbólts-
vøllin. Í tjaldinum verður
tað DJ Haywire, sum fer
at rocka dansigólvið upp á
kók, sigur Rói Clementsen,
fyrireikari
Sjómannadiskotek í Klaksvík
Skúlbrak á torginum í SMS