Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. august 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 122 · 20. august 2010 2 surr Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Búgvi sjálvur á flatlondum har alt, flest øllum kunnugt, er so eviga gott og nógv betri enn í Føroyum. Hvørja summarfrítíð upplivi eg tó broytingar her heima, sum eru til tað betra – eitt nú hevur Rúsan opið leygardagar í mun til í fjør. Niðanfyri standa nøkur ting, eg vóni eru broytt til næsta summar: At Jóannes Eidesgaard heldur feriu okkurt annað tíðspunkt enn á ólavsøku. Og um sum er, at hann aftur ætlar sær til Italia, tá løgmansrøðan verður viðgjørd, at hann so kann fortelja, hví tað er so umráðandi, at hann hevur feriu akkurát tá, meðan restin av tingmanningini er til arbeiðis. At onnur umboð í løgregluni enn Peter Thaysen kunnu úttala seg, ella at hann er lættari at fáa fatur á. Og tá so onnur løgreglufólk, til dømis Jan Poulsen í tíðindaskrivinum frá Politistafelagnum, úttala seg alment og leggja eftir fjølmiðlunum fyri ósakliga viðgerð av einstøkum máli, at tey eru so mikið at sær komin, at tey svara upp á spurningar til ákærurnar tey sleingja út. At tað er meira enn bara ein persónur í øllum landinum, sum veit hvussu nógvir næmingar byrja í fyrsta flokki, ella at viðkomandi er komin aftur úr feriu yrkadagin fyri, at fólkaskúlin byrjar aftur. Annars verður tað sum í ár, tá eingin í Mentamálaráðnum kundi upplýsa talið 628. Og so vóni eg eisini, at sjálvtøkurnar kring landi hava opið allar dagar alt døgni. Tað er forbankað fjollutt, at samband ikki fæst við tær – eins og við vanliga føroyinginum – fýra tímar hvørja nátt. Eitt ella annað stað trúgvi eg mest upp á, at tað verður henda seinasta broytingin, sum er tann mest realistiska. Landið uttan viðmerkingar Sosialurin - Postsmoga 76 -110 Tórshavn - Tlf. 341800 Hugskot og viðmerkingar kunnu sendast til: post@sosialurin.fo Redaktørur: Eydna Skaale Seinsummarstevna á Sandoynni Sandoyarstevnan verður heima á Sandi frá 20. til 22. august. Ungmannafelagið Virkið skipar fyri stevnuni. Nógv ymiskt verður á skránni, til dømis tombola, ríðing á hestbaki, matsøla og barr, kafè, miðnáttarrøða/sangur, hoppiborgir, forvitnisligar framsýningar, túrar útimøtir og mangt annað. Eisini verður ein minnissteinur avdúkaður í Søltuvík. Sandoyarstevnan er á hvørjum ári í Sandoynni. Í fjør var hon í Skopun, í ár á Sandi, komandi ár verður hon í Skálavík og síðani í Húsavík. Seinast stevnan var á Sandi, var í 2006. Árliga seinsummarstevnan Á sandi 20.-22. august Mentanarvika í Sundalagnum 20. til 28. august skipar Sunda kommuna fyri eini røð av mentanartiltøkum, sum fara fram í ymsum bygdum í kommununi. Ætlanin er at hava tiltøk fyri allar aldursbólkar. Mentanarvikan byrjar fríggjakvøldið 20. august við eini kvøldsetu í Eydnuni. Síðani verða tiltøk alla vikuna í Tjørnuvík, Haldórsvík, á Oyri, við Gjógv, í Saksun, á Oyrarbakka, við Norðskála, í Hvalvík og í Hósvík. Á skránni verða millum annað fyrilestrar, aftankvirra, tónleikaframførslur, upplestur fyri børnum og vikan endar við einum rørsludegi. Ætlanin er, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak. mentanarvika í sundalagnum 20.-28. august www.sunda.fo Fiskikapping á Skálafjørðinum Leygardagin 21. august skipar borðtennisfelagið Nykur fyri fiskikapping á landi á eystara armi á Skálafjørðinum. Loyvt er at fiska við tráðu á øllum støðum av Neshamri á Nesi og inn til bátahylin Undir Gøtueiði, og vinningar verða til nr. 1, 2 og 3. Teir verða latnir eftir tali av fiski - og eisini verður vinningur til tann, sum fær longsta fiskin. Luttakarar skulu møta kl. 13 við egningarskúrarnar á Toftum, har luttøkugjald á 100 kr verður rindað. Møguleiki er at keypa tráður, agn, húkar og nylon á staðnum. Í kappingini telja øll fiskasløg undantikið ulka og skrubba. Minsta mát fyri fisk er 25 cm, tó 30 cm fyri seið og 50 cm fyri longu og brosmu. Fiskur undir hesi mát verður sleptur livandi í havið aftur. Fiskurin, sum verður veiddur í kappingini, skal kryvjast og avhendast við skúrarnar á Toftum í seinasta lagi klokkan 20:15. fiskikapping Á skÁlafjørðinum leygardagin 21. august kl 13 við egningarskúrarnar Á toftum Føðingardagskonsert við Hanusi G. Johansen Í sambandi við at Hanus G. Johansen er vorðin seksti, verður ein konsert til heiðurs fyri hann leygardagin 21. august. Umframt, at Hanus sjálvur fer at framføra, fara eisini Frændur, Tórshavnar manskór, Cantabile, Sólstein trio, Spælimenninir í Hoydølum og onnur at luttaka á konsertini, sum verður í Badmintonhøllini í Klaksvík. Aftaná verður dansur við Showmonnum. Kostnaður fyri konsertina er 250 kr., og fyri dansin 150 kr. Um farið verður til konsert og dans er prísurin 350 kr tilsamans. Atgongumerki fáast á www.nlh.fo, á kunningarstovunum og hjá Fast í Klaksvík konsert fyri og við Hanusi g. joHansen og dansur við sHowmonnum leygarkvøldið 21. august kl 20.30 Barna gongu- túrur til Risa helli í Hósvík Sunnudagin 22. august verður ein barnatúrur gjørdur. Farið verður frá kunningarstovuni í Havn kl 10 sunnumorgunin, og koyrt til Hósvíkar. Har verður so gingið til risahelli. Heitt verður á tey, ið hava hug at koma við, um at hava heit og góð gonuklæðir og ein heitan munn við. Tilmelding á kunningarstovuni ella á tlf 302425 gongutúrur fyri børn til risaHelli sunnumorgunin 22. august kl 10 Føroya Sjómannadagur í Klaksvík Sjómannadagurin er eftirhondini blivin til Sjómannadagarnar, og síðani mikudagin hava ymisk tiltøk verið í Klaksvík. Men enn er nógv eftir á skránni, tí leygardagurin er framvegis størsti dagurin. Dagurin byrjar við ókeypis morgunmatarborði, og síðani verða kappingar av øllum handaslagi: Millum annað skipalista quizz, FM í eplaflising, FM í trolbøting, HM í trolbøting, togtogan, kapping í at vinda hespur upp í noða, FM í at kasta lodd, FM í at halda dreggi, FM í at kasta agnlínu, FM í sjómanstaki, FM í kelving, FM í agnskering og FM í egning. Harumframt verður hópin av framsýningum og annað. føroya sjómannadagur í klaksvík leygardagin 21. august frÁ kl 10 í klaksvík Skuldi verða konto pengar tiknir av órøttum av konu teirra Sosialurin Skotin men væl fyri? "teir komu á Hvalfjørðin við fyrsta skotna nebbbafiskinum, sum var 60 føtur langur og væl fyri" Dagur & Vika Av! vatnballónir og vatnkanónir regnaðu oman yvir tey umleið 900 fólkini sum luttóku í stóra vantkrígginum hjá føroya sjómannadegi Norðlýsið Hoyrt um brilluhúsar og fløguhúsar, men.. "talan var um eitt svart skip við hvítum húsa" Rás2 Fiskikapping inni í Eik? 424 børn vóru tilmeldaði fiskikappingina í deildini hjá eik í klaksvík Norðlýsið