Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. august 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 122 · 20. august 2010 4 køkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Vit kenna tær úr amerikanskum film­ um. Hesar mega­flottu køkurnar í øll­ um hugsandi litum og skapum. Men slík ar køkur eru ikki bert í USA. Tí í Leynum býr Signe Skaaning við man ni og fýra børnum. Og hon dugur at baka kreativar køkur, so ein og hvør amerikansk húsmóðir hevði bliknað. Frítt val Tá føðindargardagur og onnur gestaboð eru í køkuhúsinum í Leynum, fær Signe úr at gera, tí høvuðspersónurin sleppur altíð at velja sær júst ta køkuna, sum hann ella hon kundi hugsað sær. Higartil hevur hon millum annað gand að fram køkur við skapi sum Pingu, Spiderman, Ariel, Batman, jesus kross ur, studentahúgvu og fleiri aðr ar. Hesaferð er Star Wars robotturin R2­Q5 á skránni, tí hann hevur Jóhann valt sær til føðingardagsveitsluna, sum verð ur um middagsleitið í morgin. Netið er bjargingin Signe hevur bert fingist við kreativar køk ur í eini tvey ár. Áhugin komst av, at børnini altíð bóðu um at fáa køkur við ymsum skapi, so sum tok, bil, køku­ mann og líknandi, tá tey høvdu føð­ ing ar dag. Eitt kvøldið setti hon seg við telduna og granskaði ymsar køkur. Og hetta var byrjanin til eina heila passión, har hon varð sitandi framman fyri telduni í nógv, nógv kvøld: Áhugin at kreera kreat iv ar køkur varð kyknaður, og nú vend ist ikki aftur. Fyrsta køkan var ein hvít ur hjálmur, eisini úr Star Wars, og síðan hevur tað bara vundið upp á seg. Sum heild hevur hon brúkt netið nógv, tí her er ikki nógv at heinta í Før oyum til tílíkar køkur. Men á neti­ num eru óendaliga nógvar myndir við hug skot um, heimasíður um køkur og handl ar við amboðum og tilfari. ­ Eg leiti við orðum sum: Fondant­ figures, buttercream roses, cake deko­ ra tion og líknandi, forklárar hon. Eisini plagar hon at bunkra eitt sind ur, tá hon er uttanlands, eitt nú í Kage butikken í Danmark, sum selir alt mill um himmal og jørð til køkur. ­ Tilfarið til eina slíka køku kemur lætt liga upp á einar 500 krónur. Men tað hugsi eg ikki so nógv um, tí hetta er eitt ítriv, eins og so mong onnur. Og tey kosta altíð eitt sindur, sigur Signe við Sosial in, sum í dag hevur lagt leiðina fram við í hugnaliga køkinum í Leynum til prát og myndatøku. Skúmfidusar er fidusurin Nú Signe er farin undir ein 30 cm høgan svart an robott, hevur hon bakað eina rúgvu av rundum sjokolátabotnum, sum verða skornir sundur. Hon for klár ar okkum, at beinini eru úr Rice­ crisp ies køku, sum verður skorin til. Men til ber eisini at brúka ljósa køku ella banan køku. M i l l u m l ø g i n i l e g g u r hon eitt gott krem, og so smørkrem uttast, so alt ikki fellir saman. Tað er júst hetta við smørkreminum, sum er partur av loynidóminum, tí tað held ur køkuni stabila, tá hon kólnar. Eisini verður tað brúkt til at slætta hana við, áðrenn seinasta lagið verður lagt á. Hetta uttasta lagið er væl øðrvísi enn vanliga marsipanið ella glasurið, sum vit ofta brúka. Tilfarið verður rópt ”marsh mallow fondant” (marshmallows eru skúmfidusar, red.), har fidusarnir verða hitaðir í mikroovninum saman við vatni og olju. Tá Kreativar køkur í Leynum Hvør kaka tekur einar tríggjar dagar at framleiða. men so er Hon eisini so flott, at børnini næstan svíma. - og tað er júst gleðin Hjá børnunum, sum drívur verkið, sigur køkubakaramamman, signe skaaning