Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. august 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 122 · 20. august 2010 14 frásøgn eftir ólav av heygum | lagt til rættis: Dagfinn Olsen Heiður og í svøríki Til tiltakið ”VETERANBÅTDAGEN”, var felagið Tvørabáturin í Keyp manna­ havn boðið til luttøku á ta árligu fram­ sýning, sum Marinemuseet i Karlskrona fyri reikar. Ólavur á Heygum hevði fing­ ið samband vid leiðaran Manne Dunge, somu leiðis sum hann var ferðaleiðari fyri 20 fólkun, sum fóru avstað vid báti á trailara og 3 bilum. Fríggjadagin tann 2. juli kl. 14.30 var farið frá Nordhavnini í Keyp manna­ havn. Hitin var um 28 stig, og heitt var at koyra. Vit koyrdu so 270 km til Blek­ inge skergarðin. Høvdu pausu á einum ”raste plássi”, og fingu okkum kaffi og okkurt kølievni. Dánial á Skarv var so um hugs in , at hann hevði ein stóran posa av ísi, og tað køldi væl um tað danska bjórið. Vit vóru so heppin, at kunna leiða eitt bóndahús mitt í skógini, sum til halds stad. Húsið eigur ein dansk/ svenskari, og eitur tað ”Farmors Hus”. Har komu vit á kvøldi um kl. 19 00. Vín Pauli og konan høvdu stokt eina góda lamba steik framanundan, sum bleiv bleiv hitað upp. Og tá so Martin Fjall­ stein hevdi gjørt fína salat, og Pauli gav henni okkurt navn á fronskun, sum eg ongantíð havi hoyrt fyrr, og bleiv tað ein sera vælumtókt máltið. Hýrurin bleiv so góður, at onkur sat og hekk við borðið til kl. 05 00 um morgunin. Tað bleiv sungið og fortaldar skrønir og onk ur sang um Petur Háberg eftir H. Andreas Djurhuus. Soleiðis fekk hettar kvøld ið næstan ”Ólavsvøkudám”. Ólavur og Aase riggaðu kl. 10 00 tað tey kalla ”Brunch” til við øllum góðum við skera. Har ímillum hevdi Dánial gjørt skinssíðu. Á middegi leydardagin kom so ein bólkur við 8 monnum og kvinn um afturat. Tað var sum í einum bónda húsi í Føroyum í gomlum døgum. Har bleiv etið og prátað til eina ferð, at vit skuldu rigga Tvørábátin til fram­ sýn ing á Marinemuseum í Karlskrona. Báturin bleiv stillaður upp beint framm anfyri Marinemuseet. Martin Fjall stein hevdi gjørt skiltir og sett í bátin við einum stativi. Hettar var so vælgjørt, at fleiri fólk komu og spurdu dúgliga um tann føroyska bátin. Snoti­ ligur sá báturin út við føroyskun flaggi á stong í miðjuni og flaggi aftur í rong. Bát urin stóð allan leygardagin og til sunnu dagin, tá tad skuldi gerast ein fram sýn ingarróður. Allir luttakararnir, 20 í tali, fingu fríð an mat á plássinum, bædi leydardag og sunnudag, frá fyrireikarinum, Karls­ krona Marinemuseum. Sunnudagin bleiv róð fram sýn ing­ ar róð u r við Tvørábátinum. Har bleiv gjørd frásøgn við hátalarum. Og tað var ikki eiti á, sum sviarnir tóku til. ”Nu kann vi se, hvordan en båt skal ros rigtig i dette lilla Vikingeskib fra Fær øyane”. At enda vóru frambornar heilsur við gáv um og steypum. Eg fekk høvi at siga nøk ur orð, og handaði eg teimum eina før oyska grótmynd, og eina T­shirt við logo av Tvørábátinum. Eg greiddi eitt sindur frá bátinum og okkum sum ein partur av nordurlanda tjódunum, sum tann 6. svanurin , sum ofta verð­ ur gloymdur, men var nú komin til Karlskrona og samanbar okkum eina ”ny norska” yrking. :: dej vil altid klaka og kyta, at meg ganga so seint og smátt, men eg tenker, det tarv ikki syta, at meg koma um ikki so brátt :: Soleiðis endaði henda frásøgn. Við róðrarkvøðu Ólavur á Heygum, tann 20. juli 2010. TÁ 10-MANNAFARIÐ TVØRÁBÁTURIN KOM TIL ”ÆRE OG VÆRDIGHED” Á MARINEMUSEET Í KARLSKRONA HJÁ SVIUM