Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-20, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. august 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 20. august 2010 · Nr. 122 Sosialurin Nøvn Mikudagin 18. august var móttøka hjá Landsgrannskoðaranum í sambandi við at 6 fólk fingu prógv handað í eftir­ útbúgving í almennari grannskoðan. Landsgrannskoðanin hevur seinasta árið, í samstarvi við donsku Ríkis­ revisiónina, skipað fyri eftirútbúgving í almennari grannskoðan. Undirvísarar hava verið Kurt Kelde­ bæk, cand.merc. statsautoriseraður revisor við spesiali í revisión og konsu­ lentur í Ríkisrevisiónini, Rolf Elm­ Larsen, cand.scient.pol. skrivstovustjóri á Ríkisrevisiónini og eksternur lektor á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, og Beinta Dam, cand. merc. aud., lands­ grannskoðari. Próvtøka hjá Landsgrannskoðaranum Tey, sum hava verið til próvtøku, eru f.v.: Jens Johan Dam, Hallbjørg H. Hansen, Jákup Danielsen, Karsten Saxov, Malan J. Tauser og Christin Arason Úti á Trøð ein hásummardag í summarlýðku og loti. Traðirnar fagrar og grønkað er flag ­ bátur sæst liggja á floti. Seyður á biti um fløtur og gil, lomb spæla – móðirin jarmar. Í brekkuni standa ryssa og fyl, dúgvurnar spakar, men varnar. Trøllkonufingur so reystliga stígur upp úr berginum skamt ífrá, kátur og frælsur fuglurin flýgur ­ landið so vakurt – eg undrist á. Eg síggi Streymoy við Syðradalsskarði, Koltur í reystleika hevjar seg, suðureftir liggur oyggjaskari eins og tær spyrja: “Sært tú ei meg!” “Jú, eg teg síggi, Hestoyggin vana og tú Sandoy, mót Skúvoy sær, slotar mót Suðuroy – eg síggi hana, Sigmund Brestison­søgnin birtist mær.” Fagrar oyggjar í sólskini roða her sum eg standi úti á Trøð. Fagurt er her landið at skoða, tindar, bjørg og bygdaløg. Svenning av Lofti Yrktur í Sandavági juni 2009 Summardagur í Sandavági Hjartaliga tillukku til Jens Eli Ellefsen sum fyllir 70 ár Á vágaportalinum stóð at lesa herfyri, at 70 ára gamli unglingurin Jens Eli Ellefsen skuldi undirhalda á ikki minni enn tveimum pallum á summarfestivalinum. Og hetta lýsir Jens Eli væl. Sjálvt um aldurin er vorðin høgur, so er lagið altíð gott, og jaliga lyndið skarar framum í øllum gerningum. Jens Eli býr og er upp­ vaksin í Miðvági. Hann er ein av átta systkjum. Sonur keyp­ mannin og reiðaran Elias Ellefsen og sjúkrasystrina Sofíu Højgaard Ellefsen. Jens Eli er uppvaksin í van­ liga bygdalívinum. Tá íð tíðini kallaðu dagligu skydurnar bæði ung og gomul til verka. Hann fór tíðliga út á Bakkan at arbeiða fiskaarbeiði hjá pápanum og abbanum, og av hesum arbeiði kom hugurin til vinnulívið. Hann fór sum 14 ára gamal við sluppuni Viljam Matin, sum abbin úr Rituvík hevði keypt fyrst í 20 árunum, og hevði abbin sluppuna til hann var 94 ár. Jens Eli sigldi í nógv ár bæði við trolara, slupp og línubáti. Hann gjørdi seg kendan í sjónvapsvarpsfilmi­ num um grønlendska útróð­ urin. Aftaná at verða lagstur á landi fór hann undir at keypa skip saman við øðrum fyri at útbyggja vinnuna í Miðvági. Sum reiðari keypti hann saman við øðrum Hamraberg, Hamrafoss, Jatnaklett, Føstur­ varða, Nýpuvarða og Túgvu­ varða. Síðani bygdi hann trol­ virkið og reiðivirkið. Fyri ikki at nevna tá teir brutu úr nýggjum við svartkjaftinum við Giljanes og Reynsatindi, sum hann stóð á odda fyri. Oman á alt hetta var Jens Eli fyrsti reiðari, sum sendi skip niðan í altjóða sjógv at fiska. Í Loynikrókinum var hann reiðari á fimm trolarum, har 300 føroyingar vunnu dagliga breyðið. Jens Eli hevur nógv talent. Mest kendur er hann fyri sínar sangir og sítt jaliga veitslulag. Hann hevur verið serliga aktivur í bygdalívinum í Miðvági, og seinastu nógvu árini hevur hann eisini verið fastur sangari í Miðvágs kirkju. Jens Eli er giftur við Emmy Lauritsen úr Sørvági og eiga tey Sonfinn, Kitty May, Elin og seks ommu og abba børn. Vit fara at ynskja 70 ára gamla unglinginum hjartaliga tillukku við degnum. Má hann liva nógv góð ár afturat ­ okkum til gleði. Vinur Jens Eli Ellefsen 70 ár