fríggjadagur 20. august 2010síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 20. august 2010 · Nr. 122
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
-
Sorin
Anghel
hevur
ikki
føroyskt pass og tí kann eg ikki
úttaka hann, staðfestir Brian
Kerr úr telefonini úr Írlandi.
Brian Kerr er í løtuni í Írlandi
og hann koyrdi bil, tá sosialurin
hitti hann yvir telefonina. Brian
Kerr er skjótur at steðga bilinum,
so hann kann práta ein løtu.
- Eg eri væl nøgdur við
tað, sum eg havi sæð av Sorin
Anghel. Hann hevur nógvar
góðar eginleikar og kann spæla
á fleiri plássum. Hann er avgjørt
ein leikari, ið eg kann brúka á
landsliðnum. Vit hava eisini
fingið fleiri avboð frá royndum
leikarum, so tað hevði komið væl
við, sigur Brian Kerr.
Torført at gerast
føroyingur
Fyri at ein leikari skal kunna
umboða eitt landslið, so skal
viðkomandi leikari hava eitt pass,
sum er frá tí landinum, ið hann
umboðar. Hetta kannar dómarin
undan hvørjum dysti.
- Føroyingar gera tað ikki
lætt fyri útlendingar at kunna
umboða Føroyar. Tað gert tú alla
aðrastaðni, har familjutrø verða
kannaði langt aftur, fyri at finna
møguligar leikarar, ið kunnu
umboða títt landslið. Tað hevur
eisini gjørt nógv fyri at fáa pappír
og líknandi ting uppá pláss skjótt.
Í hesum førinum hugsi eg um
Sorin Anghel og Alex Jose dos
Santos fyri føroyingar, sum báðir
ynskja at umboða Føroyar, sigur
Brian Kerr.
Nøgdur landsliðsvenjari
Føroyska
landsliðið
skal
3.
Septembur spæla ímóti Serbia
á Tórsvølli, og fýra dagar seinni
spæla vit ímóti Italia í Firenze.
Brian Kerr er tí í holt við at gera
úttøkuna
klára,
sum
verður
almannakunngjørd mánadagin
23. August.
- Tað verða fáar broytingar
frá dystinum í Estlandi. Har
var nógv gott at síggja og eg eri
væl nøgdur við fleiri ting í tí
dystinum, sjálvt um vit taptu.
Vit manglaðu royndir og styrki,
men vit hava nú skorað í teimum
flestu
av
teimum
seinastu
undankappingardystinum.
Tað er nakað vit hava arbeitt
við seinastu tíðina og nú sær
føroyska liðið altíð út sum at teir
kunnu skora, sigur Brian Kerr.
Kerr hevur U-21
landsliðið í huganum
Føroyska U-21 landsliðið skal
spæla á útivølli ímóti Moldova
4. septembur og tað hevur Brian
Kerr í huganum, tá A-landsliðið
verður úttikið.
- Føroyska U-21 landsliðið
hevur
eina
torføra
og
týdningarmikla
uppgávu
í
Moldova
samstundis
sum
dysturin ímóti Serbia. So eg má
gera mær nakrar tankar um
hvussu vit fáa tey bæði tingini
at hanga saman, sigur Brian Kerr.
Til dystin í Estlandi hevði
Brian Kerr ikki færri enn sjey
leikarar í A-landsliðshópinum,
ið hava aldur til at spæla á U-21
landsliðnum.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Soleiðis sigur Sorin Anghel
sum fleiri ferðir hevur boðað
frá, at hann fegin vil umboða
føroyska landsliðið, um hann
fær møguleikan. Eftir 9 ár hevur
hann fingið permanent visum,
men framvegis er einki pass í
nándini.
Strævin dystur
Tú skal hava búð í Føroyum í
sjey ár, áðrenn tú kanst søkja
um danskan ríkisborgararætt..
Tað gingu heili tvey ár, áðrenn
pappírini um permanent visum
komu uppá pláss, og tað var ikki
uttan stríð.
- Eg havi strídst við at fáa
ríkisborgararætt í fleiri ár og
tað er strævið at hava við at
gera einsamallur. Nú veit eg ikki
hvat eg skal gera fyri at koma
víðari. Eg havi spurt meg fyri,
men ongin veit akkurát hvat eg
skal gera nú, sigur ein ráðaleysur
Sorin Anghel.
Vil fegin hjálpa
Sorin Anghel hevur búð í
Føroyum í skjótt 10 ár. Hann
spældi sín dyst nummar 250
fyri EB/Streym, tá hann gjørdist
“match-vinnari” í steypafinaluni
í Klaksvík fyrr í mánaðinum.
- Eg vil fegin hjápla føroyska
landsliðnum um teir kunnu
brúka meg. Ringir Brian Kerr til
mín og sigur, at hann hevur brúk
fyri mær, so sigi eg sjálvandi ja.
Tað hevði verið ein dreymur.
Men nú skilji eg einki, tí eg
veit ikki hvat eg skal gera fyri
at kunna umboða føroyska
landsliðið, sigur ein nærmanst
uppgevandi Sorin Anghel.
Sorin Anghel er í dag 31-ára
gamal, so tað einki at siga til, at
hann vil hava tingini uppá pláss
skjótast gjørligt, 31 ár er ongin
ungur fótbóltsaldur.
trondur@sosialurin.fo
Eg KANN
IKKI úttaka
Sorin Anghel
Føroyski landsliðsvenjarin, Brian Kerr, sigur seg avgjørt kunna
brúka Sorin Anghel á føroyska landsliðnum, men enn kann
hann ikki úttaka fyrrverandi rumenska U-21 landsliðsleikaran
Sorin Anghel:
Eg veit ikki
hvat eg
skal gera
- Um eg skal bíða tvey ár eftir einum
passi, so kann alt gera tað sama
Sorin Anghel hevur ikki
føroyskt pass og tí kann eg
ikki úttaka hann
BriAn Kerr
Eg havi
strídst við
at fáa ríkis
borgararætt
í fleiri ár
Sorin Anghel
Brian Kerr: