Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. august 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. august · Nr. 123 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fríggjadagin legði Bakka­ frost fram roknskapin í Oslo. Roknskapurin vísir, at rakstr­ arúrslitið hjá Bakkafrost fyri fyrra hálvár 2010 var 109 milli­ ónir danskar krónur ímóti 91 milliónum sama tíðarskeið í fjør. Nettoúrslitið eftir skatt er 78,8 milliónir krónur ímóti 57,4 sama tíðarskeið ífjør. Bio­ logiska gongdin er framhald­ andi góð, og marknaðurin er sera góður. ­ Bakkafrost hevur í fyrra hálvári eina framgongd, hóast selda mongdin er lækkað. Tað er serstakliga at fegnast um, at avlopið fyri hvørt selt kilo er hækkað. Vit hava góðar vónir fyri restina av árinum. Saman­ lagt er ætlanin at taka eini 24.000 tons av laksi í ár, sig­ ur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost. Hann sigur víðari, at sølan hevur í fyrra hálvári 2010 ver­ ið íalt 390 milliónir krónur samanborið við 277 mió kr fyrra hálvár 2009. Mongdin er 28% lægri fyrra hálvár 2010 enn sama tíðarskeið ífjør, men prísurin hevur ver­ ið væl hægri. Samanlagt vóru 5.341 tons tikin í øðrum árs­ fjóðringi 2010 samanbori við 7.406 tons í sama tíðarskeiði 2009. Samlaða selda mongdin fyrra hálvár 2010 er sostatt 11.085 tons Parturin av laksi, sum er víðarivirkaður til lidnar vørur hevur í øðrum ársfjóðringi verið 67%, hetta er heldur hægri partur enn vanligt, eft­ irsum samlaða mongdin av laksi hjá samtakinum hevur verið lægri enn vanligt. Tað verður mett at hesin partur verður nakað lægri í seinna hálvári. Danskir politikarar, donsk embætis­ fólk og danskir miðlarnir hava ikki tikið væl ímóti uppskotinum um stjórnarskipan Føroya, sum er úrs­ lit av arbeiðinum hjá stjórnarskip­ anarnevndin. Síðsta hóttanin kom frá forsætismálaráðharranum, sum á føroyavitjanini segði, at um Løg­ tingið samtykkir uppskotið í ver­ andi líki, so eru føroyingar byrjaðir upp á loysingina. Hetta sigur forsætismálaráðharr­ in, tí at løgfrøðingar í løgmálaráð­ num danska hava tulkað uppskotið frá stjórnarskipanarnevndini soleið­ is, at føroyingar vilja hava loysing inn gjøgnum bakdyrnar. Tað var í 1906, at vit fingu floks­ býtið á tingi. Og floksbýtið gekk bara út upp á at bólka tingmenn fyri ella ímóti Danmark: Sambands­ menn og Sjálvstýrismenn. Ein rætt­ iliga heimføðisligur háttur at dríva politikk uppá, kunnu vit siga. Og somuleiðis mugu vit við skomm siga, at vit eru ikki komin serliga nógv longur í so máta enn. Á sama hátt sum Andrass Samu­ elsen og Jóannes Patursson strídd­ ust, stríðast vit framvegis um rík­ isrættarligu støðu Føroya. Kortini eru vit kanska ikki so ósamd kort­ ini, tí við uppskotinum frá stjórnar­ skipanarnevndin hómast ein semja, eitt konsensus millum føroyskar politikarar um, hvussu vit skulu definera okkum sum land og sum tjóð ­ uttan at hetta skal vera eitt uppskot um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum við Danmark. Tað blíðkar fyri hugaðum monn­ um. Tí er tað so stórt spell, at tað ikki eisini skal blíðka fyri hugaðum døn­ um. Tað er stórt spell, at forsætismál­ aráðharrin ­ sum betur enn nakar annar danskur politikari eigur at skilja føroyskan politikk ­ eisini skal fella í hesa grøvina, sum sjálvt skilagóð og pragmatiskt fólk á bæði sambands og tjóðveldisveinginum skilja: At tað er neyðugt at fáa eina tvørpolitiska semju um stjórnar­ skipan okkara og eina semju um, hvussu vit skipa okkum sum tjóð, bæði innan fyri danska ríkið og uttanfyri ­ um vit einaferð skuldu valt tað. At billa sær inn, at Føroya Løg­ ting ætlar at sníka eina loysing inn gjøgnum bakdyrnar við hesum upp­ skotinum er simpulthen ov býtt. Tað er ikki klókt av forsætisráðharr­ anum at siga slíkt. Um tað er nakað, sum føroyingar eru so nøkulunda samdir um, so er tað, at vit ikki vilja hava loysing. Um føroyingar vildu havt loysing, so høvdu loysingarflokkarnir havt meirilutan á tingi. Stundin er komin til at gevast við hesum stríði, sum fyllir alt ov nógv í politisku skipanini. Tí er ein semja um stjórnarskipanina kær­ komin, og kann politiska skipanin konsentrera seg um at reka politikk, so er nógv vunnið. Ein politisk semja um stjórnarskipanin er í ljósmála Seinastu tíðina hava fólk varnast, at mastrar eru komnar at standa í fjallinum norðan fyri Sandvík. Nú vísir tað seg, at hetta eru sendarar, sum gera, at nú ber eisini til hjá sandvík­ ingum at hoyra Rás2. Og leygardaagin varð sendarin settur til, so tá ið sandvíkingar nú stilla radio­ tólið inn á FM 104,3 ljómar Rás2 so lystiliga úr hátalar­ anum. Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, fegnast um, at eitt pláss afturat nú er knýtt upp í Rás2 famljuna og hann sigur, at nú ber til hjá 95% av Føroya fólki at hoyra Rás2. Enn eru nakrar smábygd­ ir eftir og enn er óvist, nær tær eisini verða knýttar upp í sendinetið. ­ Tað er ómetaliga dýrt at røkka teimum seinastu plássunum og tí fara vit at vita um tað almenna ikki eisini sær tað sum eina uppgávu, at tryggja, at øll hoyra Rás2 og tískil vil stuðla eini ætlan, sum knýt­ ir seinastu bygdirnar upp í. ­ Tað er eitt fólkakrav, at hoyra Rás2 og tað almenna átti eisini at sæð tað sum sína uppgávu at stuðla uppundir, at øll fingu høvi at hoyra Rásina ­ serliga nú ein kanning á Portalinum vísir, at fleiri fólk lurta eftir Rás2 enn tað lurta eftir almenna Kringvarpinum, sigur Jonhard Hammer. Rás2 hoyrist nú í Sandvík Okkum tørvar brEiðu sEmjuna Bakkafrost 109 milliónir í avlopi fyrra hálvár Mentan­ arligt marg­ feldi í Nólsoy Marin katrina frýdal kjak á síðu 14 Und­ skyld jeg er færing josefina sMith kjak á síðu 13 Bakkafrost er størsta ali­felag í føroyum vi­ð ei­ni­ framlei­ðslu upp á 30.650 tons av laksi­ í 2009 (kruvd vekt). felagi­ð er fult i­ntegrerað frá smolti­ ti­l li­dnar vørur og sølu. felagi­ð rekur 14 ali­øki­ á 13 ymi­skum fi­rðum og ei­gi­r 44% av ali­loyvunum í føroyum. felagi­ð hevur kryvji­vi­rki­ í klaksvík og kollafi­rði­ og framlei­ðslu av li­dnum vørum á Glyvrum. høvuðusskri­vstova felagsi­ns er á Glyvrum, og felagi­ð hevur 480 starvsfólk. Fakta