mánadagur 23. august 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. august 2010 · Nr. 123
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Hóast
oysregn
var
stór
mannfjøld á Stangabrúnni
í Klaksvík leygardagin, tá ið
Livar Nysted og teir komu
rógvandi inn á vágna við
Artemis. Livar sat við árarnar
einsamallur henda dagin.
Teir løgdu at við ferjuleg
una, og síðan varð báturin
lyftur upp á ein vogn og
koyrdur niðan til sløkkiliðs
støðina.
Løtu
eftir
vórðu
teir
tríggir Livar Nysted, Don
Lennox og skiparin Leven
Brown kallaðir upp á pallin,
og stóra fjøldin heilsaði
teimum við klappum.
Teir tosaðu ikki so nógv
um sjálva ferðina. Livar
tosaði um bátsfelagarnar, og
skiparin tosaði um Livar.
Skiparin Leven Brown
hevur krossað fleiri høv og
sett onnur met, áðrenn teir
fóru við Artemis tvørtur um
Atlantshavið og settu nýtt
met.
– Hann er havrógvari um
ein háls, segði Livar.
Hin
bátsfelagin,
Don
Lennox,
sum
vitjaði
á
Sjómannadegnum, er heldur
ikki nakar vøttur. Livar
greiddi frá, at Don hevur
runnið marathon í 24 tímar
út í eitt uttan at steðga á, og í
næstum fer hann at renna úr
New Yorj til San Fransisko.
Haraftrat er hann ein
rógvimaskina, segði Livar.
Hann varð spurdur um ta
ferðina, hann varð skolaður
fyri borð av Artemis. Ikki
gjørdi hann nógv burtur úr
tí. Skiparin sá brotið og helt
sær fast, men tað gjørdi Livar
ikki og reyk fyri borð. Men
hann var í bjargingarvesti og
hevði línu á sær.
Eg fór bara einar fimm
metrar frá bátinum og kom
umborð aftur, segði Livar,
sum eisini greiddi frá, hvussu
høgar aldurnar vóru. Tá
fingu teir ikki róð men fóru
við nógvari ferð niður av
aldunum.
Góð undirklæðir
Hann tosaði um føroysku
undirklæðini, sum teir allir
høvdu verið í. Tað byrjaði við,
at hann segði Leven Brown
frá serliga eginleikanum við
føroysku
undirklæðunum,
og eina ferð hann vitjaði
skiparan, hevði hann før
oysk undirklæðir við at vísa
teimum. Teir vóru áhugaðir,
og
Maria
Klein
var
so
beinasom at binda føroysk
undirklæðir upp á allar fýra
menninar.
Livar segði á Sjómanna
degnum, at føroysku undir
klæðini áttu lívið í teimum.
Tokan og aldubrot gjørdu,
at teir blivu ígjøgnum, og
einki tornaði aftur. Hetta
var á leiðini, har Titanic sakk.
Har var ómetaliga kalt, og tí
komu klæðini væl við.
Nevnast kann, at Leven
Brown og Don Lennox vóru
í
føroysku
undirklæðum
Sjómannadagin.
Teir tríggir fingu handaðar
føroyskar troyggjur frá Vimu,
og teir fingu eisini gávur frá
Klaksvíkar kommunu.
Óræddir garpar
Hevði eg havt 12 menn sum Livar, høvdu vit kunnað róð um Atlantshavið í 30 dagar, segði Leven Brown,
skipari á Artemis á Sjómannadegnum. Ferðin hjá teimum fýra við Artemis tók smá 44 samdøgur
Báturin Artemis
er ikki nakað
stórt far. Artemis
varð við krana
lyftur upp á land,
so fólk kundu
síggja, hvussu
umstøðurnar vóru
hjá monnunum,
tá i ð teir róðu
tvørtur um
Atlantshavið
Teir tríggir vóru heilsaðir við nógvum klappum