mánadagur 23. august 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. august 2010 · Nr. 123
18
Sosialurin
Randi Jacobsen
Hóast
nakrir
sjúklingar
seinastu árini eru sendir til
Íslands at fáa viðgerð fyri
sjúku, hevur eibki formligt
samstarv
verið.
Neyðugt
hevur verið at fáa visitasjóns
nevndina í hvørjum einstøk
um føri at geva grønt ljós.
Men nú ber til. Hósdagin
varð avtalan um føroyskt
íslandskt
heilsusamstarv
undirskrivað, og haraftat er
eisini avtala gjørd millum
Landssjúkrahúsið og Lands
pitalið
í
Reykjavík
um
samstarv.
Rammuavtalan
varð
hósdagin í seinastu viku
undirskrivað av íslendska
heilsumálaráðharranum
Álfheiður Ingadóttir og við
Aksel Johannesen, lands
stýrismanni í heilsumálum.
Henda avtala hevur verið
leingi á veg. Í 2007 varð avtala
undirskrivað millum londini
um samstarv millum londini
innan heilsuøkið. Nú er so
komið á mál.
Eitt tilboð aftrat
Tað ber bara til at senda
sjúklingar úr Føroyum til
tey sjúkrahúsini, sum av
tala er við. Higartil hevur
avtala bara verið við Ríkis
sjúkrahúsið í Danmark. Tó
hava 12 føroyingar higartil
í ár verið á Landspitalinum,
umframt øll tey, sum ahva
verið á privatum viðgerðar
stovum, eitt nú fyri at fáa
eygnaviðgerð.
Nú ber líka væl til at senda
sjúklingar til Landspitalið
sum á Ríkissjúkrahúsið, og
læknar og sjúklingar hava
fingið ein møguleika aftrat,
sigur
Aksel
Johannesen,
landsstýrismaður.
Tað verður ein meting
í hvørjum einstøkum føri,
hvagar
sjúklingurin
skal
sendast. Ein avgerð sum
sjúklingurin tekur í samráð
við læknan. Mett verður um
umstøðurnar, góðskuna, prís,
og ikki minst bíðilista. Í fleiri
førum er nógv skjótari at
sleppa framat at fáa viðgerð
á Landspitalinum enn á Ríkis
sjúkrahúsinum, og summ
ar viðgerðir eru eisini væl
bíligari í Íslandi, ikki minst nú
íslendska krónan er so lág.
Landspitalið hevur gjørt
ein útgreinaðan príslista fyri,
hvat hvør viðgerð kostar.
Ríkissjúkrahúsið roknar ikki
út upp á sama máta, og tí
er torført at siga fyri hvørja
einstøka viðgerð, hvar hon
kostar minni.
Allar viðgerðir, sum kunnu
gerast í Føroyum, skulu fram
vegis gerast her, leggur Aksel
Johannesen dent á.
Góð úrslit
Báðir ráðharrarnir vísa á, at
Ísland kann vísa á serliga
góð úrslit, tá ið tað kemur til
viðgerð fyri bróstkrabba, og
til tær viðgerðirnar er eingin
bíðilisti. Stráluviðgerð hevur
Landspitalið kunnað givið í
fleiri ár og hava drúgvar roynd
ir í at skreena fyri krabba..
Nógv fólk hava eisini
leitað sær til Íslands at fáa
viðgerð fyri barnloysi, tí
eisini á hesum økinum eru
úrslitini góð.
Meira arbeiði
Íslendski ráðharrin hevur
ikki greitt svar uppá, hví
úrslitini á summum økjum
eru nógv betri enn í fleiri
øðrum londum. Starvsfólkini
eru útbúgvin bæði í Evropa
og í USA.
Vit vilja fegin hava sam
starv á so nógvum økjum
sum gjørligt. Vit hava eitt
gott
sjúkrahús
og
væl
útbúgvin starvsfólk, sigur
Álfheiður Ingadóttir.
Eftir kreppuna vil Lands
pitalið gjarna hava meira
arbeiði og nýta sjúkahúsið
meira.
Vit bjóða tænastur til Før
oyar, Grønlands og Noregs,
og tað eru frysta flokstænast
ur, sum ikki eru dýrar. Starvs
fólkini eru í so nógv í mun til
arbeiðið á sjúkrahúsinum. Vit
hava stórt arbeiðsloysi, sum
ikki má vaksa, eisini á heilsu
økinum, og tí ræður um at
útvegan teimum uppgávur,
so vit varðveita hesi fólk,
sigur íslendski heilsumála
ráðharrin.
Á Landspitalinum arbeiða
4.500 fólk, og sjúkrahyúsið
hevur sjúklingahotell, sum
føroyskir sjúklingar kunnu
gista á.
Íslendingar eru somu
leiðis áhugaðir í at keypa
heilivág úr Føroyum. Tí
vitjaði ráðharrin við fylgi
eisini Tjaldurs Apotek.
Higartil hevur hetta ikki
borið til, tí Tjaldurs Apotek
hevur ikki havt neyðugu góð
kenningarnar og ei heldur
framleiðslutólini til størri
framleiðslu. Men nú er alt
tað við at koma undir land.
Tit hava eitt apotek, sum
vit kunnu øvunda tykkum.
Tí kunnu vit íslendingar
læra nógv av, sigur Álfheiður
Ingadóttir.
Lættari hjá føroyingum at
sleppa á sjúkrahús í Íslandi
Føroyska-íslendska avtalan um heilsusamstarv hevur við sær, at lækni og sjúklingur nú kunnu velja,
antin sjúklingurin skal fáa viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum í Danmark ella á Landspitalinum í Reykjavík
Umleið klokkan trý seinna
partin fríggjadagin stevndi
Greenpeaceskipið Esperanza
inn á vánna í Nuuk. Skipið
kom ikki at bryggju, men legði
seg út fyri gomlu havnina,
Kolonihavnen, har tað lá til
um áttatíðina um kvøldið.
Lítil aktivitetur sást umborð
á skipinum. Ein gummibátur
frá skipinum sigldi tó runt
á vánni og var eisini ein
stuttan túr í landi, har hann
tók nøkur fólk umborð. Hetta
vóru eftir øllum at døma
fólk frá Greenpeace, sum
hóskvøldið høvdu skipað
fyri
einum
borgarafundi
í
nordurlandahúsinum
Katuaq í Nuuk.
Á
borgarafundinum
hóskvøldið kunnaði Green
peace um vandarnar vid
oljuleiting og ymiskt annað
í hesum sambandi. Einir 40
áhoyrarar vóru á fundinum.
Ein bólkur á Facebook hevði
lýst
við
mótmælisgongu
at vera uttan fyri Katuaq,
meðan borgarafundurin var.
Fleiri enn 200 fólk møttu
til mótmælisgonguna. Tey
høvdu skeltir og bannarar
vid tekstinum ”Grennepeace
go home” og tílíkt. Løgreglan
var á staðnum og til reiðar,
um ófriður skuldi taka seg
upp. Mótmælisgongan var
tó friðarlig, og tey gjørdu
einki um seg annað enn
at rópa rakstrarróp ímóti
Greenpeace.
Skipið
Esperanza
fór
avstað
aftur
úr
Nuuk
fríggjakvøldið um áttatíðina
og
stevndi
eftir
øllum
at
døma
norður
eftir.
Hvar skipið ætlar sær, vil
Greenpeace einki siga um.
Esperanza var í Nuuk fríggjadagin
Kristian Dahl, løgreglurmaður, skrivar úr Nuuk
Álfheiður Ingadóttir og Akasel Johannesen vístu á, at avtalan tænir báðum londum
Mynd: Álvur Haraldsen