mánadagur 23. august 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. august · Nr. 123
30
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Til heimsmeistarakappingar- og
europameistarakappingar er Pál
Joensen okkara stóra hetja og
ítróttarvón, og hevur hann svomið
fleiri heiðursmerki heim til Føroya.
Tað er risastórur heiður at vinna
heiðursmerki, tá heims meist ara-
kapp ingar
og
europameistara-
kapp ingar eru á skránni, men tað
er ikki nakað dulsmál, at fyri øll
ítróttarfólk eru olympisku leik-
irnir tað allarfremsta ein kann
røkka. Fokuseringin er ovurhonds
stór, tá olympisku leikirnir eru, og
ein kappast við heimsins bestu
ítróttarfólk innan allar ítróttar-
greinir. Tí er tað sjálvsagt, at
olympisku leikirnir eru aðalmálið
hjá
elitu-ítróttar fólkum,
eisini
Pál Joensen. Men tá tað kemur til
olympisku leikirnar hava Føroyar
ikki nakra NOC (National olympic
comittee). Síðani 10. desember í
1992 hevur kravið verið, at eitt
land er ein sjálvstøðugur statur,
fyri at gerast limur í IOC – altjóða
olympisku nevndini. Tí mál Pál
Joensen svimja fyri eitt land,
sum hevur eina NOC – olympiska
viður kenning, og tað verður mett
at verða givið, at Pál svimur fyri
Danmark. Men hyggja vit eftir
teim um søguligu fordømunum, so
er kanska ein onnur loysn at hóma,
tá tað kemur til olympiska luttøku
fyri »heimleysar« íðkarar.
Íðkarar undir tí
olympiska flagginum
Tvær ferðir í søguni, og tá er ta
nýggjari søga vit tosa um, hevur
altjóða olympiska nevndin loyvt
einstaklinga-íðkarum at taka lut á
olympisku summarleikunum, hóast
hesir íðkarar hava verið frá londum,
sum ikki hava havt nakra NOC –
nationala olympiska nevnd at um-
boða. Fyrstu ferð hetta hendi var á
sumri í 1992, tá olympisku leikirnir
vóru í tí katalanska stórbýnum,
Barcelona – tó var tað Spania, sum
var vertstjóð. Íðkarar sum komu frá
tí, sum tá var eftir av Jugoslavia, t.v.s.
íðkarar úr Montenegro, Serbia og
Makedonia fingu ikki loyvi at taka
lut á olympisku summarleikunum
í Barcelona, orsaka av tí altjóða
stongslinum sum trygdarráðið hjá
Sameindu Tjóðum hevði sett í verk
ímóti Jugoslavia. Sami stongsul,
sum tryggjaði Danmark europa-
meistaraheitið
í
1992.
Altjóða
olympiska nevndin fekk tó sam-
rátt seg til eina loysn, har ítróttar-
fólk úr Montenegro, Serbia og
Makedonia, sum ikki tóku lut í
liðítrótti, kundu taka lut á olymp-
isku summarleikunum undir tí
olympiska flagginum. Undir leik-
unum í Barcelona í 1992 blivu hesir
einstaklingarnir úr Montenegro,
Serbia
og
Makedonia
kendir
sum
»Inde pendent
Olympic
Participants«
Eisini í 2000
Tá
olympisku
summarleikirnir
vóru
í
australska
stórbýnum,
Sidney í árinum 2000 loyvdi IOC
íðkarum frá tí tá nýggja suverena
statinum, Eystur-Timor at taka lut á
olympisku summarleikunum, hóast
Eystur-Timor tá ikki hevði sína
egnu olympisku nevnd, og harvið
fingið olympiska viðurkenning.
Íðkarnir úr Eystur-Timor gjørdist
kendir sum »Independent Olympic
Athletes« (IOA), og teir tóku lut
undir tí olympiska flagginum. Í 1992
hendi tað á bæði summarleikunum
og á vetrarleikunum, at íðkarar úr
12 fyrrverandi sovjet-lýðveldum
tóku
lut
undir
tí
olympiska
flagginum. Sovjetsamveldið var
upp loyst í 1991, men hesi 12 lýð-
veldini høvdu enn lið saman í 1992.
Baltisku londini, Estland, Lett-
land og Litava høvdu tá fingið
olympiska viðurkenning, men hini
12 lýðveldini, Armenia, Azerbadjan,
Hvítarussland, Georgia, Kasakstan,
Kirgistan,
Moldova,
Russland,
Tadjikistan, Turkmenistan, Ukraina
og Usbekistan tóku lut á summ-
ar-OL og á vetrar-OL sum »The
Unified Team« (EUN), og tey tóku
tá lut undir tí olympiska flagg-
inum. Hetta eru so søguligu for-
dømini, sum reisa spurningin um
ÍSF og Svimjisambandið eiga at
finna eina líknandi loysn fyri ein
í olymp iskum høpi »heimleysan«,
før oyskan íðkara?
Pál undir tí
olympiska flagginum?
svimjing Fordømi eru frá ti olympisku søguni, har ítróttarfólk í einstaklingaítróttargreinum hava tikið lut
undir tí olympiska flagginum, tí hesi hava verið frá londum, sum ikki høvdu eina olympiska viðurkenning
Pál Joensen kanska »heimleysur«,
før oyskur íðkara í olymp iskum høpi
savnsmynd