Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-23, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. august 2010síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. august · Nr. 123 42 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað er deiligt at vera á floti ein góðan dag, og er fiskur at fáa, er tað ikki minst spenn­ an di, tí tú veitst jú ongantíð, hvat er undir bátinum, og hvat kann taka á húkin ella beitu na. Men tað er ikki neyðugt at hava bát fyri at fáa fisk til hús brúks. Eigur tú tráðu og dug ir at finna tær plássini fram við sjóvarmálanum, ber saktans til at fáa nóg mikið av fiski, um tú ert nærlagdur. Gamalt var at fiska við van ligari bambustráðu við pilki ella húki og agni. Ein annar og spennandi møgu leiki eru sleingi tráð­ ur nar, sum kunnu sleing­ ja rættiliga langt, nú góð ar, klæn ar og sterkar derg ur fá ast til keyps. Við passa lig­ um blýggi á enda num, ber til at sleingja út um taran, har tú umframt reyðfisk, eisini kanst fáa bronding, tosk, longu og annan góðan mat­ fisk. Um tú slítir av og á, ger min ni, tí oftast slitnar niðri við knútarnar, har húkur ella lodd eru knýtt. Slitnar, bindur tú bara í ein nýggjum – og tað tekur onga tíð hjá tí roynda. Stór luttøka Leygardagin skip aði nýstovnaða borð tennis felag­ ið á Toftum fyri fiskikapping, har fiskast skuldi við tráðu heilt av Neshamri á Nesi og inn til bátahylin Undir Gøtu­ eiði, innanfyri Skipanes. Kappingin byrjaði klokk­ an 14 og endaði klokkan 20. Tilmelding fór fram við egn­ ing ar skúrarnar á Toftum, har øll, sum vóru við, fóru avstað í senn. Høvi var tó eisini at koma seinni enn klokkan 14 og fara avstað, tí fólk hjá borð tennis felagnum vóru við skúrarnar allan dagin. Stigtakararnir til kapp­ ing ina gjørdust rættiliga ov­ far nir, tá tað vísti seg, at ikki færri enn sjeyti fólk teknaðu seg, tó at veðrið var heldur ill fýs ið við høgættarvindi og ælaveðri, sum lá úteftir Skála fjørðinum. Luttøkugjaldið fyri hvørja tráðu var 100 krónur. Tað merktist týðiliga, tá fólk vóru savnaði við skúr­ ar nar, og kappingin skuldi byrja, at spenningurin var stór ur. Nógv elska at fiska, men tey fægstu – fyri ikki at siga eing in ­ høvdu luttikið í eini slík ari kapping áður. Hugskotið hjá borð tenn­ is felag num á Toftum tóktist so leið is rættiliga genialt, bæði sum einstaklingatiltak og familjutiltak. Sum dagurin leið, koyr­ du fólk hjá felagnum út á ymisku støðini, har fólk stóðu og fiskaðu, við ókeypis kaffi og sunkist, og har lætt var atkomiligt hjá teimum, sum stóðu fyri hesi tænastu, fingu fólk kaffi og sunkist upp til fleiri ferðir gjøgnum dag in og kvøldið. Av tí, at fólk koyrdu mill­ um tey luttakandi, frættist eisi ni, hvussu gekst við veið­ ini ymsastaðni. Fimm vinningar Tá klokkan nærkaðist 20, byr j aðu luttakarar at rigga av og leitaðu sær heimaftur til skúrarnar við fonginum. Ikki sørt av forvitni var mill um bygdarfólkið og sam­ an við øllum teimum, sum høvdu luttikið í kappingini, var rættiliga fitt av fólki savn að við skúrarnar, tá vinn ar arnir skuldi finnast. Tilsamans vóru fimm virðis løn ir at vinna. Tey trý, sum høvdu størsta, næst­ størsta og triðstørsta tal av fiski, fingu hvør sín vinning, og síðan var ein vinningur til størsta fiskin – og ein til tyngs ta fiskin. Kappingin var skipað so­ leið is, at ávís mát vóru fyri ávis fiskasløg. Tá talt varð upp, hevði Atli Joensen 46 fiskar, Eyðun Kjeld 39 og Trygvi Hansen 29. Størsta fiskin, sum var 78 cm., hevði tann, sum skrivar hesa greinina – og hesin fisk urin var samstundis hin tyngs ti og gav soleiðis tveir vinn ing ar. Tað vísti seg, at tað riggaði væl hjá teimum, sum løgdu seg eftir at fiska seið, tí væl var at fáa, og her hildnaðust tøl ini betri enn hjá teimum, sum løgdu seg eftir reyðfiski og øðrum fiskasløgum. Góðir vinningar vóru lat­ n ir teimum, sum royndust stinn ast ir í kappingini, eitt nú sleingitráða við spæli og øllum tilhoyri, jakkar og gávukort. Tey, sum standa aftanfyri borð tennis felagið Nykur á Toft um, eru sera væl nøgd við undirtøkuna og fegnast um, at tiltakið eydnaðist so væl. Eftir at kappingin var lok­ in, vórðu virðislønir hand­ að ar uttanfyri Kafé Hóp in á Toftum, sum eisini hevði góð matartilboð til tey, sum høvdu luttikið í fiski kapp­ ing ini. ­ Hetta var ein sera væl­ eyd nað ur dagur, og eitt væl eyd nað kvøld í Kafé Hópi num, sigur Kristian í Stórustovu, formaður í borð­ tennis felagnum Nyki. vilmund@sosialurin.fo Stórur áhugi fyri at fiska við tráðu FISKIKAPPING Leygardagin skipaði nýstovnaða borðtennisfelagið Nykur á Toftum fyri eini serstakari fiskikapping, har luttakarar fiskaðu við tráðu av Nesi og inn á Skipanes. Hóast dagurin gjørdist eitt sindur illfýsin við høgættarvindi, sum er keðilig ætt á Skálafjørðinum, luttóku 70 fólk í fiskikappingini Atli Joensen, sum fekk flestar fiskar í tali