mikudagur 25. august 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. august 2010 · Nr. 124
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Fimleikaárið hjá Fimleika
felagnum Ljósinum byrjar
við einum braki í Vágsbotni.
Felagið fegnast um nýggju
fimleikarhøllina í Gundadali.
Tað eins og eitt nýtt tíðar
skeið er byrjað innan fim
leikin í høvuðsstaðnum, sig
ur Ann Hansen, formaður í
Ljósinum.
Fimleikafelagið
Ljósið
leggur út við ein rættiliga
spennandi og umfatandi skrá
í vetur við m.a. Zumbadansi
til bæði børn og vaksin eins
og Power Fit og øðrum tiltøk
um.
Ann Hansen frá Ljósi
num sigur, at nú nýggja fim
leikarhøllin FIMI er komin
í Gundadali, er tað eins og
eitt nýtt tíðarskeið er byrjað
innan fimleikin í høvuðsstað
num. Høllin hevur rútmiskar
hallir og amboðshøll við øll
um hentleikum, ið krevjast
í nútíðar fimleiki. Tey liðini
hjá Ljósinum sum ikki eru í
FIMI fara at halda til í nýggju
hallunum í skúlanum við Løg
mannabreyt, ið eisini hava
bestu karmar at geva liðu
num og íðkarunum.
Í sambandi við at vetrar
skráin hjá Ljósinum byrjar
aftur, verður ein sonevnd
Zumbaevent
á
Nólsoyar
pálstorginum
í
Vágsbotni,
har vit kick
starta fim
leikin í ár,
sigur Ann
H a n s e n ,
sum legg
ur dent á,
at øll eru væl
komin til fram
førsluna
og
at fáa okkurt
leskiligt
aft
aná
Zumba
dansin.
Zumbaevnt
ið í Vágsbotni
verður
gjørt
í samstarvi við
Miðlahúsið og verð
ur sent beinleiðis í
Rás2. Fimleikaárið
hjá Fimleikafelagn
um Ljósinum byrjar
leygardagin 28. august
í FIMI, har tilmelding verður
frá klokkan 1012.
Rás2 sendir beinleiðis frá
tiltakinum á Nólsoyarpáls
torginum hósdagin 26. aug
ust eftir tíðindini kl. 16.
Vit kenna okkum lítil, tá tey stóru
leggja trýst á okkum. Vit vita av
royndum frá øðrum minnilutasam
feløgum, hvørja skaðiliga ávirkan
tað kann hava, tá um hvørvisfelags
skapir fyrilitaleyst leggja trýst á
handils og vinnulív til tess at seta
handilsforðingar í gildi.
Ein dagin fyrr í mánaðinum
ringdi ein maður frá einum týskum
náttúrufelagsskapi til okkum her á
redaktiónini. Hann vildi hava eitt
og annað at vita um grindadráp
og spurdi, um tað passaði, at grind
amenn í Húsavík høvdu hildið eini
grind um náttina við at binda hval
irnar fastar í bátarnar fyri síðani at
drepa teir morgunin eftir. Slíkum
kunnu vit grína eftir, men onnur
taka hetta í álvara og trúgva slíkum
søgum.
Ein annar maður úr Onglandi
sendi okkum eitt brikslandi teldu
bræv herfyri eisini um grindadráp.
Hetta var meðan stríðið í Irak var
upp á tað ringasta. Undirritaði
kundi ikki lata vera við at svara, at
hann skuldi venda aftur, tá hansara
landsmenn ikki longur drepa fólk.
Hann helt ikki, at hetta kundi sam
anberast. Men tað kann tað so
avgjørt!
Stórabretland er eitt land, sum
drepur fólk. Kanada, heimlandið
hjá Paul Watson, er eisini eitt land,
sum drepur fólk og sum ongantíð
himprast við at fylgja amerikanar
um út í víðu verð at drepa fólk. Frak
land, heimlandið hjá Brigitte Bar
dot, drepur eisini fólk og okkara
egna kongaríki Danmark drepur
eisini fólk.
Men almenna Føroyar drepur
ikki fólk og tað hava vit ikki gjørt
í eini 200 ár. Men vit drepa grind.
Vit drepa okkurt um eina promillu
av grindahvalastovninum. Tað má
vera stovnsrøkt, sum munar og
sum er burðardygg. Men tað hev
ur helst ongan áhuga. Fyrilitið fyri
náttúruni hevur valla heldur tann
stóra áhugan hjá hesum náttúru
missiónerum. Heldur man tað vera
spenningurin at sleppa á eina dram
atiska ferð, sum er goldin av forkel
aðum marglætisskrukkum, sum
heldur áttu at nýtt peningin til at
hjálpa neyðstøddum kring heimin.
Brigitte Bardot kundi so passandi
brúkt sínar pengar at hjálpt fólkum
á kyrrahavsoyggjum, sum Frakland
hevur kryplað við kjarnorkuspreing
inum.
»Verden er af lave« var heitið á
eini skúlabók, og hetta danska orð
atakið kunnu vit so mangan sanna.
Hóast vit hava rætt, so vinna vit
valla ljóð fyri okkara sjónarmiðum
úti í verð. Men grindadrápið fer
helst í søguna, tí at grind ikki er
mannaføði tí júst tey lond, ið
nógv av hesum umhvørvisfólkum
umboða, hava dálkað okkum havið
so illa.
Tey drepa ikki hval. Men
tey drepa fólk
Fyri einum ári síðan fingu Hanna
Hansen og Magna Thomasen glas
pláturnar við myndum, sum tiknar
vórðu í Thule Bókhandli í Klaksvík
í tíðarskeiðinum 1948 til 1956.
Í februar høvdu tær eina fram
sýning við umleið 800 myndum úr
savninum.
Henda framsýning varð væl
vitjað.
Vit vóru nokkso bilsnar av, at
fleiri fólk ongantíð høvdu sæð hes
ar myndir av sær sjálvum, sigur
Magna Thomasen.
Á framsýningini var millum
annað brúðarmyndin av Honnu
og Henry Ziska, og tær fór at siga
dóttrina Beintu frá hesi vøkru
mynd.
Hon kendi einki til nakra brúð
armynd av foreldrunum og bað um
at fáa myndina at geva mammuni.
Soleiðis kom brúðarmyndin frá 17.
Desember 1955 av Honnu og Henry
upp á veggin at hanga, tá ið brúð
urin fylti 90 ár tann 26. juli 2010,
sigur Magna.
Henry doyði í 2004.
Magna og Hanna hava nú fingið
skannað alar umleið 5000 myndir
nar úr Thule Bókhandli, og tað hev
ur mangan verið eit torført arbeiði.
Pláturnar hava ligið á loftinum í
bókhandlinum í eini 60 ár, og fleiri
teirra eru skaddar av fukti, um
framt at tær ikki hava verið rætt
pakkaðar inn, so tær hingu saman.
Nakrar eru brotnaðar.
Men nú eru myndirnar komnar
til skjals, og tær eru farnar at skrá
seta myndirnar.
Fyri at fáa nøvn ella søgu til
myndirnar hava tær eina framsýn
ing um vikuskiftið í Skálanum.
Framsýningin verður fríggjdagin
til sunnudagin frá kl. 16 til 20.
Brúðarmynd í 90 ára
føðingardagsgávu
Drepa fólk helDur enn hval
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Ljósið við zumba
dansi í Vágsbotni
Carli-
Kalkun
skriver igen
Ole Wich
kjak á síðu 29
Royna
ta fáa
semju um
makrelin
kaj leO jOhannesen
kjak á síðu 29
Brúðarmyndin av Honnu
og Henry Ziska frá 1955 er
nústaðni komin undan kavi