Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. august 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 25. august 2010 · Nr. 124 Sosialurin Uni Arge Alt sá bjart út í 2000, og á grundrakstrinum hjá lands­ kassa num var avlopið 767 millión ir krónur. Í dag er vent í holuni. Á fíggjarlógini fyri 2010 verður roknað við einum halli á 581 milliónir krón ur. Grundrakstur lands­ kass ans er sostatt versnaður við umleið 1350 milliónum krón um seinastu 10 árini. So greitt setir Landsbanki Før oya fíggjarstøðu lands­ ins upp í seinastu fr á­ greið ing síni, ið ivaleyst er latin úr hondum júst nú, tí fíggjarlógarviðgerðin stend­ ur fyri durum. Politikararnir ha va við frágreiðingini fingið eitt skilligt skjal at lesa burtur úr. Fara útreiðslurnar til himmals, fer landsins fíggjar liga minus sama veg, fáa teir at vita frá lands­ banka num. Hugtakið grundrakstur í frágreiðingini fevnir um vanligar úreiðslur og inn tøk­ ur hjá landskassanum og ikki um rentur, íløgur, einskilj­ ing arinntøkur og aðr ar kapitalinntøkur. Júst hetta ger frágreiðingina áhuga­ verda, tí á rakstrartølunum sæst nágreiniliga, um rakst­ ur in hongur saman, og tað ger hann ikki. Útreiðslur til stroks Í politiska orðaskiftinum hevur mangan verið trivið í blokkniðurskurðin sum or­ søk til alla fíggjarliga aftur­ gongd hjá tí almenna, men tann pástandurin er ógvus­ liga yvirdrivin. Landsbankin skrivar, at lækk ingin av heildar veit ing­ ini er størsta einstaka grund­ in til versnaða rakstr ar úr s­ lit ið, men meðan blokkurin lækk aði 366 milliónir krónur, eru aðrar rakstrarinntøkur sein astu 10 árini vaksnar við 1000 milliónum krónum, so á inntøkusíðuni hevur vøkst­ ur in verið góðar 600 millión­ ir krónur. Landsbankin staðfestir: »Høvuðsorsøkin til, at rakstr ar úrslit landskassans er umleið 1350 milliónir krón­ ur verri í 2010 enn tíggju ár frammanundan, er at finna á útreiðslusíðuni. Løgting og landsstýri tykjast hava trupul leikar í sambandi við stýring av útreiðslum lands­ kassans. Árini 2000 til 2010 eru bruttoútreiðslurnar økt­ ar við meiri enn 2000 millión­ um krónum.« Vøkst ur in av útreiðslum til løn ir, tilfar og veitingar var í meðal 3,4 prosent ár liga, verð ur sagt í frá greið ing ini. Hes in vøkstur er fleiri ferðir stør ri enn samsvarandi vøk­ st ur in hjá danska rík is kassa ­ num. Landsbankin mæl ir tí til, at yvirlit yvir grund rakst­ ur in hjá lands kassa num í framtíðini verð ur kunn gjørt sum partur av upp skotu­ num um fíggjar karm og fíggjarlóg. Landsbankin ber eisini løg tingi og landsstýri hesi greiðu boð, nú farið verð­ ur undir at viðgera fíggjar­ lógina fyri 2011: »Neyðugt er, at vend kem­ ur í gongdina. Uttan yvir skot á rakstrarpostum lands kass­ ans verður sum frálíður trup ult at rinda rentur av vaks andi skuld. Uppaftur ver ri verður at finna pening til íløgur.« Gjara út undan vali Yvirlitið hjá landsbankanum yvir útreiðslurnar avdúkar, at vøksturin í lønunum er størsta einstaka orsøkin til, at útreiðslurnar eru vaks­ nar so nógv. Í 2000 vóru lønir nar tilsamans 1306 millión ir krónur. Í 2010 rind­ ar landkassin 2250 millión­ ir krónur í lønum ella tilsamans 944 milliónir krón­ ur meiri enn í 2000. Veitingar til einstaklingar, fyritøkur og onnur eru vaksnar 669 millió nir krónur í 10 ár. Landsbankin sigur seg síggja ein greiðan saman­ hang ímillum, nær løg tings­ val verða hildin, og nær útreiðslurnar økjast mest. Útreiðslurnar øktust mun­ an di í 2001 og 2002 undan vali num í apríl 2002, og á fíggjar lógini fyri 2007, sum var tann seinasta undan vali num í januar 2008, økt­ ust útreiðslurnar aftur mun andi. Og síðan staðfestir lands bankin: »Metstóri út reiðslu­ vøkst ur in í 2008 má í hesum høpi sigast at vera eitt løgið fyribrigdi, tí her var talan um fyrstu fíggjarlógina hjá nýggj ari samgongu. Vanliga royna nýggjar stjórnir at tátta í tíðliga í valskeiðnum fyri síðan at slaka upp undir val. Uppaftur verri er at skilja stóra útreiðsluvøksturin, tá ið havt verður í huga, at fígg­ j ar lógin fyri 2008 ikki varð sam tykt, fyrr enn árið var hálv liðið.« Og landsbankin heldur fram at undrast á atferðina hjá politisku skipanini, ikki minst í sambandi við harða orðaskiftið um blokk niður­ skurðin á 366 milliónir krónur. »Torført er at skilja út­ reiðslu gongdina, tá ið havt verð ur í huga, at mangir politik arar hava víst á, at skerj ing in av blokkstuðlinum var ein hóttan ímóti lands­ kassarakstrinum. Log isk fylgja eftir blokk nið ur­ skurð in skuldi tískil verið, at royndir vórðu gjørdar í sam­ bandi við fíggjarlóg at laga inntøkur og útreiðslur lands­ kassans til nýggja veruleikan við skerdari veiting. Ilt er at fáa eyga á tiltøk, sum hava munað,« skrivar hann. Falskur veruleiki Í frágreiðingini viðger Lands banki Føroya eisini, hvus su tað kundi henda, at útreiðslurnar serliga í 2006, 2007 og 2008 vuksu so nógv. Hann útihýsir ikki, at politikararnir av fleiri yms­ um orsøkum kunnu vera farnir púra skeivir av veru­ leika num: »Orsøk til útreiðslu vøkst­ ur in í seinnu hálvu av tíðar­ skeið num 2000­2009 kann hava verið stóru ein­skil j ­ ing ar inn tøku r nar árini 2006 og 2007. Kann eisini vera, at stóri vøksturin í skatta­ og avgjaldsinntøkum lands­ kass ans, sum stavaði frá stóra útláns vøkstr inum hjá pen inga stovn unum, gav po­ li t isku skipanini eina falska mynd av, hvønn veg úrs lit ið av grundrakstri lands kass ­ ans gekk,« stendur í frá­ greiðingini. uniarge@gmail.com Grundrakstur landskassans 1350 milliónir skeivan veg Landskassin Landsbankin staðfestir í seinastu frágreiðing síni, at stak illa hevur gingist hjá landinum at tálma útreiðslunum seinastu 10 árini. Inntøkurnar vuksu góðar 600 milliónir krónur og útreiðslurnar 2000 milliónir krónur. Nú má politiska skipanin taka annað skinn um bak, tí annars verður trupult at gjalda skuld og finna pening til íløgur, sigur landsbankin FAKTA: Avlopið ár 2000 var 767 milliónir krónur Hallið í 2010 verður 581 milliónir krónur Grundraksturin er versnaður frá 2000 til 2010 við 1.350 milliónum krónum. Av hesum telur blokkniðurskurðurin ”einans” 366 milliónir krónur. Lønarútreiðslur hjá landinum í ár 2000 vóru 1.350 milliónir krónur Í 2010 rindar landskassin 2.250 milliónir krónur í lønum.