Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. august 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. august 2010 · Nr. 124 12 Sosialurin Til leiðsluna á Medisinska Depilinum Ingun Gaardbo og Bjarni á Steig Avleiðingar fyri sjúklingin Ætlaðu sparingarnar hava stórar avleiðingar fyri sjúklingin. Fyrst og fremst má havast í huga, at pláss ikki er fyri øllum sjúklingunum á tveimum deildum - tað hevur summarfrítíðin týði- liga víst, við at sjúklingar hava ligið á gongini nærum hvønn dag (onkuntíð uppí 3-5 sjúklingar). Hetta skapar sera keðiligar etiskar støður millum røktarstarvsfólkið, sjúklingarnar og familjur teirra. Sum dømi kunnu nevnast doyggjandi sjúkling- ar. Óetiskt er at lata hesar sjúklingar liggja á gongini, og ikki er altíð møguligt at tøma eina 3 songsstovu til teirra. Eisini kunnu vit nevna, sjúklingar sum liggja á gongini við t.d diarré, hvussu niðurgerandi tað er fyri sjúklingin og ikki minst smittuvandin. Eisini ger plásstrotið, at tað ikki altíð er rúm tøkt til álvarsligar samrøður millum lækna, sjúkling og avvarðandi. Tagnarskyldan kann verða ring at yvirhalda, tá stovugongd er á gongini. At vit sum røktarstarvsfólk ikki kenna til sergreinirnar hjá hinum deildunum, sum vit nú skulu á, verður avleiðingin tann, at góðskan av sjúkrarøktini verður ikki nøktandi og gongur út yvir sjúklingatrygdina. Eisini má vandin fyri eldsbruna havast í huga. Avleiðingar fyri røktarstarvsfólkið Seinastu árini hava tær medisinsku deildirnar verið fluttar runt og lagdar sam- an, til stóran ampa fyri okkum starvsfólk. M.a. hava B6 og B7 verið á E2/ E3 frá apríl til november í fjør vegna umvælingar. Hetta hevur verið sera óheppið fyri trivnaðin og fakligu menningina hjá starvsfólkunum. Í vár var aftur planlagt, at B6 og B7 skiftivís skuldu halda frí/lata aftur heilidagarnar (páskir, hvítusunnu o.s.fr.) fyri at avspáka. Vit gingu við til hetta fyri at sleppa undan at skula spara í endanum á árunum.(!) Fríggjadag, sama dag ið B7 skal lata aftur, bleiv endalig avgerð tikin kl 15.00, at tað ikki kundi lata seg gera, tí tað vóru ov nógvir sjúklingar. Úrslitið varð, at B6 starvsfólk máttu arbeiða yvir og B7 starvsfólk aftur mátti biðast at koma inn til arbeiðis. Fyri stutta skotbráðið skuldu tey hava eyka løn, og hetta er ikki eindømi. (Hvat er tá spart ?). Hetta vísir okkum á, at tað ikki letur seg gera at planleggja at afturlata eina medisinska deild, tí so eru ov fá seingjarpláss. Á B7 eru 15 seingjarpláss, á B8 eru 13. Royndirnar frá summarfrítíðini vístu, sum áður nevnt, at tað dagliga vóru 3-5 sjúklingar á gongini. Hettar setur okkum starvsfólk í ymiskar etiskar tvístøður, við tað, at vit skulu avgerða, hvørjir sjúklingar skulu liggja á gongini og hvørjir skulu fáa pláss á eini stovu. Eisini fer nógv tíð við at flyta sjúklingar, sum liggja á gongini og gerast vánaligir inn á songjarstovu, og oftani má berast skjótt at. Hettar setur okkum eisini í keðiligar støður, har vit mugu forsvara, bæði fyri sjúklingi og avvarðandi, hví ávísur sjúklingur er betri skikkaður at liggja á eini songjarstova enn ein annar. Nevnast kann eisini, at tað bert eru 5 baðiverilsi til sjúklingarnar á B7, og hettar viðførir, at vit mugu raðfesta, hvørjir sjúklingar hava størstan tørv at sleppa á wc. Samanleggingar og flyt- ingar, serliga seinastu 3 árini, hava ført við sær stóran stressfaktor fyri okkum starvsfólk. Vit verða ótrygg, vit verða ikki spurd um, hvat vit halda og meina, ikki kunnaði nóg væl og hetta kann viðføra sjúku og stress. Eisini eru starvsfólk á B6 blivin uppringd og kunnaði um hesa spariætlan undir teirra summarferiu (ein summarferia sum tær ikki sjálvar hava planlagt, men er áløgd teimum), hesa summarferiu merkja tær nú at verða avbrotna. B6 er ein vælfungerandi deild, har røktarstarvsfólkið javnan roynir at menna seg fakliga. T.d kann nevnast, at tær sjálvar hava fingið gjørt tvær palliatiónsstovur til doyggjandi krabbameins- sjúklingar. Hetta er nakað, røktarstarvsfólkið sjálvi hava stápla upp á beinini, og er ikki komi sum uppskot/ætlan frá leiðslunar síðu, men er blivið til veruleika, orsakað av nøkrum eldsálum. Tað er stór synd at lata eina deild sum B6 syndrast vegna sparingar. Og koma sparingarnar eisini at hava stóra ávirkan á hinar medisinsku deildirnar.Tí eitt er skjótt at blíva samdur um, og tað er, at arbeiðsgleðin hvørvur fullkomuliga, tá tað skal arbeiðast undir so vánaligum umstøðum, og samstundis loyvir hetta okkum ikki at mennast fakliga. Eisini verður brúkt nógv tíð, serliga í kvøldvaktunum, at tosa við og vegleiða sjúkl- ingar sum hava eina opna innleggjan (sjúklingar við krabbameini, sum antin eru palliativir ella í aktivari kemoviðgerð). At lata B6 aftur restina av árinum, fer eisini at ávirka næmingar á heilsuskúlanum og lesandi á sjúkrarøktarfrø ðiskúlanum. Vit fara ikki at hava umstøður til at hava hesi í starvsvenjing. Á medisinska deplinum hevur hvør deild sínar sergreinar, sum krevur serliga vitan um røkt og viðgerð. Hetta ger, at hvør deildin sær hevur røktarstarvsfólk, sum eru fakliga kompetent til teirra sergrein, og tí er trupult at yvirtaka sergreinar hjá hvørjum øðrum. Eisini kann nevnast, at ambulantu viðgerðartilboð- ini gerast fleiri, økist inn- leggingartørvurin vegna hjáárin av viðgerðini. Og hetta sýnist ikki at verða tikin hædd fyri í fíggjarætlanini á medisinska deplinum. Visjónir og virðir á Landssjúkrahúsinum Í 2009 bleiv visjónin hjá LS løgd framm. Um tú lesur hesa visjón og hyggur at hvørji berandi virðir skullu verða á LS, so kann hendan sparingin ikki verða meira í andsøgn við hesa visjón. Til dømis kann nevnast, “At sjúkling­urin skal verða í miðdeplinum, vit vilja veita virðilig­a, skjóta, g­óða og­ samanhang­andi kann­ ing­, viðg­erð, røkt og­ endur­ menning­ í samstarvi við sjúkling­in og­ tey ið varða av”. Og­ “vit skulu kenna, at vit arbeiða á einum g­óðum arbeiðsplássi, ið veitir dyg­g­a og­ álítandi tænastu. Vit skulu trívast í arbeiðsumhvørv­ inum og­ kenna, at okkara arbeiði verður virt og­ okkara førleikar g­ag­nnýttir”. Um ætlanin ikki at lata B6 upp aftur fyrrenn í januar verður veruleiki, ja so skal øll visjónin gerast av nýggjum. Vónandi verður hetta bræv tikið í stórsta álvara. E.S Eintøk av hesum brævi er sent til deildarleiðararnar á B5,B6, B7 og B8 og til ovastu leiðslu. Eintøk verða eisini send til fjølmiðlar. Røktarstarvsfólkið á B5, B6, B7 og­ B8 Vit vilja hervið vísa á okkara ónøgd og á avleiðingarnar av ætlanunum, um ikki at lata B6 upp aftur fyrr enn í januar 2011 Kjak Málið um makrelin, sum hevur verið eitt syrgiligt mál úr enda í annan, hevur nú fingið eina sera undrunnarsama vend, tí samstundis sum føroysku skipini eru um at enda sín makrelfiskiskap, tí kvoturnar eru uppi, so letur landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum spildur nýggjar kvotur til nýggj reiðaríir. Tað er so sera løgið, at lands- stýrismaðurin við fiskivinnu- málum, knappliga finnir uppá at luta ein nýskrásettum skipi við útlendskari manning føroyska makrelkvotu Spurningurin er so, hví ger landsstýrismaðurin hetta? Hvørjar sakligar grundgevingar eru fyri makrelkvotunum til hesi skip? Hvønn týdning fer henda kvotan at hava í mun til kvota- býtini komandi árini? Er tað rætt at tilluta kvotur til nýggj skip, tá ið ovmikið av veiðuorku er til staðar? Hvat fær Føroya land inn aftur av hesum í mun til missin hjá t.d. sjófólki og teimum sum arbeiða á uppisjóvarfiskivinum á landi? Spurningarnir eru nógvir, men higartil hava svarini verið ógvuliga fá í tali. Feløgini í Samtak mót- mæla, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, av sínum eintingum letur kvotur til reiðaríir, sum ikki halda sáttmálar, lønir og arbeiðsviðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tað rakar arbeiðsfólki hjá Samtaki meint bæði á sjógvi og landi, at landsstýrið soleiðis flytir arbeiðspláss, hóast vit í Føroyum mangla arbeiði. Er hetta nýggji fiskvinnupolitikkur og arbeiðsmarknaðarpolitikkur samgongunnar? Tað eru ovmikið av skipum, sum frammanundan kunna fiska makrelin. Føroysk skip við føroyskari manning, sum eru lønt samsvarandi føroyskum sáttmálum. Umframt spurningin um arbeisðpláss er talan eisini um eitt sera prinsipielt mál, tí er tað rætt, at landsstýrismaðurin av sínum eintingum kann lata kvotur, sum honum lystir? Samtak Mótmælisskriv