mikudagur 25. august 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. august 2010 · Nr. 124
16
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Fyrst í juli mánaða læt laksavirkið
Viking
Seafood
á
Strondum
uppaftur. Virkið hevði tá verið
stongt í stívliga seks mánaðir,
men nú væntar stjórin, Brandur
Jacobsen, at virksemið verður
rímiliga støðugt fram til ársenda.
Sum skilst, kann tað knípa við
at hava virksemið gangandi hvønn
yrkadag við teirri tøku av laksi,
sum er í løtuni, men okkurt er í
umbúna, sum í næstum fer at økja
um virksemið.
2000 tons
Brandur Jacobsen, stjóri á Viking
Seafood, sigur seg vænta, at felagið
fer at pakka eini 2.000 tons av laksi
í seinna helmingi av hesum árinum.
- Laksurin, sum nú verður tikin
og pakkaður hjá okkum, kemur
allur frá aling, sum felagið hevur á
Funningsfirði.
Hann sigur, at eini 25 fólk eru til
arbeiðis á virkinum, tá virksemið
koyrir, sum tað skal.
Spurdur, hvussu tað hevur
gingist at fáa fólk, nú steðgurin
hevur verið so langur, sigur hann,
at tað hevur ikki verið nakar
trupulleiki.
- Flestu eru rættiliga støðug,
men tað eru altíð nøkur fá, sum
koma og fara, sum tíðin gongur,
leggur hann aftrat.
Viking Seafood pakkar fleiri
túsund laksar í ein dag, tá mest er
at gera.
Góðir prísir
Virkisleiðarin vísir á, at prísirnir á
laksi hava verið sera góðir í hesum
árinum.
- Prísurin er fallin nakað í
summar, men er framvegis rættiliga
góður.
Hann heldur, at miðalprísurin
fyri pakkaðan og óvirkaðan laks
liggur millum einar 30 og slakar 40
krónur fyri kilo, og tað er framvegis
rættiliga gott.
Herfyri segði laksasølumaður
við
Sosialin,
at
miðalprísurin
fyri feskan og pakkaðan laks í
desember var einar 24 krónur fyri
kilo, meðan bestu miðalprísir í
hesum árinum hava ligið heilt upp
ímóti 40 krónum fyri kilo.
Salmex selir
Viking Seafood á Strondum og
Faroe Farming í Suðuroy eru saman
um sølufelagið Salmex, ið tekur sær
av søluni av laksi hjá feløgunum.
Tað er Birgir Kass, sum er
sølumaður
fyri
Salmex,
men
Brandur Jacobsen er honum eisini
til hjálpar.
Høvuðseigari av Viking Seafood
er Havsbrún í Fuglafirði.
vilmund@sosialurin.fo
Viking Seafood
er aftur í gongd
LAKSAVIRKI Fyrst í juli mánaða fór Viking Seafood á Strondum aftur at pakka laks
eftir at hava ligið stilt í stívliga eitt hálvt ár. Nú er arbeiði aftur til 25 fólk á virkinum
25 ARBEIÐSPLÁSS
Nú alifiskur aftur verður
pakkaður á Viking Seafood á
Strondum, hava umleið 25 fólk
fingið arbeiði í laksinum
... prísurin
er fallin nakað
í summar, men
er framvegis
rættiliga
góður...
BRANDUR JACOBSEN
Brandur Jacobsen, stjóri á Viking Seafood, væntar, at arbeiðsfólkini á
virkinum koma at pakka umleið 2.000 tons av laksi í ár