Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Sosialurin Fríggjadagur 27. august · Nr. 125 · Lýsingartilfar Handil Lýsingartilfar Handilin við tí fjølbroytta úrvalinum Kaj aNdreaseN & Co í HoyvíK er eiN FyritøKa, sum Hevur spesiaLiserað seg í øLLum iNNaN søLu og útLeigaN av arbeiðsamboðum av Nógvum ymisKum sLøgum Magnus Gunnarsson Fyritøkan Kaj Andreasen & Co varð stovnað av Kaj Andreasen í 1979 og hevur sostatt yvir 30 ár á baki. Umframt sølu og útleigan av arbeiðs amboðum er eisini ein handil við arbeiðs klæðum og vinnutólum – bæði í heil­ sølu og smásølu. Fyritøkan bjóðar so at siga øll amboð innan byggivinnuna sum t.d. entreprenørmaskinur, gravimaskinur, trumlur, kompressarar, lessi maskinur, borivognar, plátuvibratorar, asfalt sagir, arbeiðsskúrar, boriútgerð, spreingi máttur, spreingievni og perlur, avmerk ingar útgerð, generatorar, pumpur, blandi maskinur, trýstspularar umframt mangt annað. Eisini leverar fyritøkan ser­ loysnir av ymiskum slagi. Sum umboð fyri svensku Trelleborg verksmiðjuna hevur fyri­ tøkan leverað fendarar og pullartar til fleiri havnir kring landið. Kaj Andreasen & Co hevur gjørt íløgur í nýmótans flutningstól og goymsluumstøður við tí endamáli at veita eina skjóta, trygga og góða tænastu. Í hesum sambandi hava starvsfólkini verið á trygdarskeiði fyri at tryggja røttu handfaringina av vørum bæði á goymslu og undir flutningi, umframt at skipað verður fyri skeiðum fyri fólki í vinnuni. Fyritøkan umboðar kend merkir av ymiskum slagi bæði til privatfólk og vinn­ una, sum t.d. Variant viðfestisvognar til so at siga øll endamál, BT lyftivognar og stáplarar, Modul­System til innrætting av t.d. vørubilum og verkstøðum, Atlas Copco kompressarar, borivognar og el­gereratorar, Honda sláimaskinur, ATV, vatnpumpur og motorar til bátar. Við at leiga amboð frá okkum slepst undan at binda seg til at gjalda fyri tey amboð, sum bert skulu brúkast til eina arbeiðsuppgávu, sigur Bergur Andreasen, stjóri hjá Kaj Andreasen & Co, sum leggur afturat, at vit eru ein hundrað prosent føroysk fyritøka. maggi@sosialurin.fo Lessimaskinur gravimaskinur trýstspularar til at sleipa variant cargotrailarar variant rossavognar