Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-27, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125 28 Sosialurin Mentamálaráðið Stjóri til Søvn Landsins Hevur tú hugsjónir og hegni at føra Søvn Landsins inn í framtíðina? Starvið Vit søkja eftir stjóra til at leggja saman og leiða søvnini undir Mentamálaráðnum. Stjórin skal hava hollan kunnleika til savnsøkið og skal harafturat hava fakligar, fyrisitingarligar og menniskjansligar eginleikar, ið kunnu lyfta týðandi uppgávuna at leggja landsstovnarnar á savns-, skjalasavns- og bókasavnsøkinum saman og føra søvn landsins inn í framtíðina. Til at føra tilgongdina á mál og leiða stovnin leita vit eftir stjóra, sum megnar at leiða og menna samanlagda stovnin, sum megnar at skapa røttu sambondini út um stovnin, og sum megnar at motivera síni starvsfólk, so at tey trívast og mennast í sínum arbeiði. Saman við sínum starvsfólki og í samráði við Mentamálaráðið skal stjórin skipa samanlagda stovnin bygnaðarliga. Søvnini verða, sum er, verandi, har tey eru nú, og stjórin fær í fyrsta umfari skrivstovu, sum Mentamálaráðið vísir á. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving innan savns- ella mentanarøkið frá hægri lærustovni og hollan kunnleika til savnsøkið. Umráðandi er, at umsøkjarar hava góðar leiðslueginleikar, ið kunnu menna eitt fakligt, virkið og kreativt umhvørvi á stovninum. Umsøkjarar skulu hava góðan kunnleika til mál og til at samstarva og samskifta bæði inn- og úteftir. Vit vita, at avbjóðingin er stór, og at krøvini til stjóran eru høg. Samstundis er uppgávan spennandi, og stjórin fær møguleika saman við starvsfólkunum at skipa stovnin frá byrjan. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett 1. desember 2010, ella so skjótt sum til ber. Setanarøkið er Mentamálaráðið og stovnar undir tí, og eigur tann, ið verður settur, at tola broytingar í starvinum. Stjórin verður løntur í 38. lønarflokki sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag landsins, tó uttan at talan er um tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15%. Umsókn Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Martin Næs, deildarstjóra í Mentamálaráðnum, við telduposti til martinn@mmr.fo ella á telefon 555040. Umsókn saman við prógvi, c.v. og viðkomandi skjølum skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 28. september 2010. Umsóknir skulu sendast til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72, Postrúm 3279 110 Tórshavn Ella við telduposti til mmr@mmr.fo Søvn Landsins verður sett á stovn 1. januar 2011. Søvn Landsins er ein yvirskipað fyrisiting av søvnunum undir Mentamálaráðnum: Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiligu Royndarstøðina. Listasavn Føroya er eisini partur av tilgongdini. Virkisøkið fevnir um náttúru- og mentanarsavnsvirksemi, skjalasavnsvirksemi og bókasavnsvirksemi. Umleið 70 fólk starvast á søvnunum, sum í løtuni húsast á tólv ymiskum støðum. www.autoservice.fo Lesið Sosialin