fríggjadagur 27. august 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Fríggjadagur 27. august 2010 · Nr. 125
Sosialurin
Ítróttur
Tróndur Arge og Ólavur Øre Hansen:
Tað var dramatikkur til tað síðsta,
tá B68 og HB brustu saman á
Svangaskarði mikukvøldið. Tofta
menn høvdu sigurin á hondum,
men mistu á stokkinum, tá Andrew
av Fløtum fekk javnað til 22, við
brotssparki í yvirtíðini
– Hatta var brotsspark, eg fekk
eitt spark á beinið og datt. So
hatta var avgjørt brotsspark, segði
Andrew av Fløtum, um støðuna í 94.
minutti, tá hann bleiv feldur í B68
brotsteiginum, til stóra frustra
tiónir fyri toftamonnum.
Brotssparkið umsetti Andrew
sjálvur til mál, og sostatt endaði
dyst urin við javnleiki 22. Eitt úrslit,
sum hóast alt gagnar HB betri, enn
hvat tilfeldið er í B68 leguni.
Bill M. Jacobsen var alt annað
enn nøgdur við brotssparkstøðuna,
sum førdi til útjavnandi málið.
– Tað er ikki gott nokk, at
dóm arin letur allar ivastøðurnar
koma til teirra fyrimun. Tú skuldi
næstan trú, at hann leitaði eftir
eini brotssparkstøðu, segði ein
vónsvikin B68 venjari, sum tó hevði
rós at bera sínum monnum fyri gott
liðavrik.
Javnur dystur
Talan var um ein javnan dyst, har
liðini skiftust um at vera spæl
stýrandi. Eftir at HB byrjaði dystin
betur, so vóru tað vertirnir, ið fingu
fyrsta málið. Veteranurin hjá B68,
Øssur Hansen, skoraði uppá brots
spark, sum var gjørt ímóti hon um
sjálvum.
Tá góður hálvur tími var farin,
økti Ahmed Keita til 20 við einum
klassamáli, men bert fáar minuttir
seinri minkaði Hanus Thorleifsson
um munin.
Hendan støðan helt sær til 94.
minutt, tá Andrew við brotssparki
javnaði til 22. Eitt mál, ið kann
koma at hava stóran týdning, tá alt
skal gerast upp.
Sostatt endaði dystrin við javn
leiki 22. Eitt úrslit, gestirnir tá
samanumkemur nokk eru betri
nøgd ir við, meðan toftamenn iðra
seg um at missa á stokkinum.
Dovin dystur í Gundadali
B36 skuldi við nýggjum venjara
hevna tapið í Suðri sunnudagin,
men tað gjørdist ongantíð til
tann stóra av smur ningurin, ið
B36 við halds fólkini ynsktu. Fyrri
hálvleikur hevði lítið uppá seg. B36
royndi seg við nýggj ari uppstilling,
meðan FC Suðuroy tóktist væl
nøgdir við eina stigi.
– Eg kenni alt til hvussu liðini
í botninum stríðast fyri lívinum.
Vit vistu hvussu dysturin fór at
forma seg, men hjá okkum var tað
týdn ingarmikið, at vit høvdu tol,
sigur nýggi venjarin hjá B36, Allan
Mørkøre.
Rúni úr at gera
Tá fimm minuttir vóru eftir av
fyrra hálvleiki, kom einasta málið
í dystinum. Í einum nærdysti í
vinstru síðu hjá FC Suðuroy tykist
bólt urin vera á veg av vøllinum,
men Jónas Tór Næs stingur eina
langa tá fram og sendur StigRoar
avstað. FC Suðuroy leikarar og
venj arar vóru ikki í iva, bólturin
var uttan fyri.
– Eg sá tað ikki sjálvur, men teir
sum sóu tað siga at bólturin var
eina heila bóltalongd uttanfyri,
sigur framherjin hjá FC Suðuroy,
Jón Krosslá Poulsen.
StigRoar legði líka í og setti
ferð á ímóti málinum. Komin til
baklinjuna leggur hann bóltin fyri
føturnar á Bárði Olsen, sum skoraði
trygt úr stuttari frástøðu.
– Tað skal ikki vera neyðugt at
skora 34 mál í hvørjum dysti fyri
at vinna. Vit hava tosa nógv um at
verða meiri avgjørdir í verju part
inum og tað eydnaðist, sigur Allan
Mørkøre.
Í seinna hálvleiki var B36 við
yvirlutan og teir vóru fleiri ferðir í
góðum støðum at økja, men neyv
leikin manglaði. Tí var FC Suðuroy
ongantíð meir enn eitt mál frá at
fáa stig við suður. Eisini í seinna
hálvleiki hevði Rúni Gaardbo úr
at gera, fyri at halda skil á. Fyrst
var Súni úr Hørg heppin ikki at fáa
seinna gula kortið.
– Eg veit ikki hvat dómarin
hugsar, hann hevur kortið í hondini,
men umbestemmar seg. Kanska tá
hann sá hvør tað var og valdi at
lata vera. Tað er torført at døma og
eg haldi annars at hann dømdi ein
fínan dyst, sigur Allan Mørkøre.
Løtu seinni var gali í hinum
endanum. Bólturin fer í hondina
á Odmar Færø, sum er staddur í
egnum brotssteigi. Rúni Gaardbo
tóktist síggja støðuna, men metti
helst, at hondin hjá Odmari var
uppá pláss og tískil valdi hann ikki
at bríksla fyri brotssparki.
– Bólturin fór klárt í hondina á
honum, og eg haldi at øll sóu tað
uttan dómarin og linjuverjin, sigur
Jón Krosslá Poulsen.
Tað er ikki lætt at verða dómari,
men tað var fult uppiborið, at B36
vann dystin í Gundadali, um hugt
verður eftir vandamiklum møgu
leikum.
Sandoyingar tætt holini
Tað hevur verið sum at stjala
bomm frá børnum, at skora ímóti
B71 sein astu umførini. Uppá bara
tríggjar dystir eru heili 19 mál
farin ígjøgnum. Onkur helt fyri, at
besta lýsingar plássi hjá B71 var á
bakinum á málmanninum, meðan
hann samlaði bóltar upp úr egnum
máli. Soleiðis er ikki longur og B71
er nærri eini bjarging í dag, enn teir
vóru undan umfarinum.
Tað var uttan leikbannaða Símin
Hansen, at B71 fór á vøllin á Sandi,
men B71 kann eisini uttan Símin.
Tað frættist av Sandoynni, at B71
ikki vóru nøgdir við javnleiki og
ætlaðu sær øll trý stigini hesaferð.
Annars er vert at leggja merki til hjá
B71, at teir seinastu fimm dystirnar
hava spælt ímóti nummar 1, 2, 3 og
tvær ferðir ímóti nummar 4. Tað er
nærliggjandi at hugsa, at B71 hevur
havt eitt vánaligt tíðarskeið, men
sannleikin er, at teir hóast vánaligu
málúrtøkuni, hava fingið fýra stig í
teimum fimm dystinum.
Fyri Víking var hetta ein strika
í rokningin, tí teir høvdu yvirtikið
triðja plássi, um teir vunnu dystin
á Sandi. Víkingur hevur koyrt væl í
seinastuni og er nú við aftur í odda
stríðnum.
Dómarin í fokus
Vodafonedeildin Dómararnir fingu sína søk fyri, tá 19. umfar í Vodafonedeildini
var mikukvøldið. Bæði á Toftum og í Havn komu dómararnir í brennideplin. Á
Toftum varð bríkslað fyri brotssparki í evstu løtu til HB, meðan suðuroyingar vóru
misnøgdir við málið hjá B36 umframt at teir ikki fingu brotsspark. Á Sandi hevði
B71 tett lekarnir í verjupartinum og hildu nullið ímóti væl koyrandi Víkinginum.
Tróndur Arge
Mest spennandi dysturin hetta
umfarið hjá 1. deild kvinnum
var á Skála, har Víkingur helst
skuldi vinna, um tær skuldu
gera sær nakrar tankar um at
røkka eini bronsu. Tað megnaðu
tær ikki og Skála er nú seks stig
frammanfyri Vìking á stiga
talvuni.
Skála kom á odda um miðjan
fyrra hálvleik, tá Kristinbjørg
Fredriksberg umsetti brotsspark
til mál. Tað stóð leingi 10 til
heimaliðið, men tá klokkan vísti
90 minuttir, skoraði Skála til 20
og avgjørdi dystin. Tað var Bára
Berthelsen, ið skoraði seinna
málið hjá skálakvinnum.
Í Sundalagnum stóð á jøvnum
í næstan ein tíma, áðrenn AB
liðskiparin, Mona Breckmann,
legði AB á odda. Eitt korter fyri
tíð økti Mona Breckmann til
20, men stutt eftir minkaði EB/
Streymur um munin. Tað var eitt
sjálvlmál. Í seinastu tíggju min
uttinum tryggjaðu økti bara 15
ára gamla Elsa Splidt Jacobsen
til 31 og Olga Kristina Hansen
sló sigurin fastan máli til 41 til
AB.
Á øðrum sinni møtti MB ikki
upp til dyst ímóti oddaliðnum,
KÍ. Sostatt vann KÍ uttan dyst
30. KÌ er framvegis sjey stig
frammanfyri AB, sum er á øðrum
plássi. Heili 12 stig eru niður til
Skála á triðja plássi.
trondur@sosialurin.fo
Bárður Olsen gjørdi einasta og
avgerandi málið í Gundadali,
í fyrsta dystinum hjá B36 við
Allani Mørkøre sum venjara
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
allan sigur
KVinnur Skála
kvinnurnar vunnu
á EB/Streymi og
hava nú sett seg
tungt á bronsu
heiðursmerkja
plássi. AB vann
trygt í Sunda
lagnum, meðan KÍ
vann uttan dyst
Skála á
bronsu
kós