Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 122 · 20. august 2010 7 Hvannasundi krevur tað ómetaligt nógv av tær. Men tað er ikki soleiðis, at eg setti lívið í vanda. Trygdin var fyrimyndarlig umborð, og vit vóru undir eftirliti alla tíðina, slær hann fast. Við í viðførinum høvdu teir millum annað føroysk klæðir, sjokolátu og pulvurmat. Vistu tað áðrenn Eftir slakar 44 dagar í viðráki og mótráki um Atlantshavið í bátinum Artemis Investments, fingu Livar Nysted, Don Lennox, Leven Brown og Ray Carroll aftur fast undir fótum í St. Mary í Scilly Oyggjunum. Teir høvdu fingið heimsmetið sum skjótasti kappróðrarbátur um Atlantshavið. Gamla metið áttu tveir norðmenn, sum nýttu gott og væl 55 dagar um teinin fyri 114 árum síðan. Men 44 dagar í einum evarska lítlum báti saman við trimum monnum á víðum havi – er tað ikki ræðuligt? - Tað vóru sanniliga løtur, har eg hevði hug at banna og blóta. Men vit vistu frammanundan, at slíkar stundir komu, og tí vóru vit fyrireikaðir. Eingin tók tað nær, um onkur segði okkurt, sum ikki var serliga stimbrandi, greiðir Livar frá. Hann nevnir sum dømi, at tá vaktarskift var, hevði onkur hug at prika og skemtandi siga, at hann var ovfarin av, hvussu stutt, teir høvdu róð seinastu tveir tímarnar. Slíkt kundi fáa pissið í kók, aftaná at hava stríðst í mótstreymi í tveir tímar. - Men sum sagt, vit vóru fyrireikaðir frammanundan, og eingin vildi nøkrum ilt. Vit vóru allir í somu støðu, og vit vistu, at tað hjálpti ikki at leypa framav, sigur Livar Nysted. Livar Nysted í fjøLmiðLuNum - Eg vil ikki nevna meg sjálvan ónormalan. Men at rógva ein slíkan tein, er í øllum førum ikki nakað sum vanlig folk kunnu gera, sigur hann við einum brosi. Livar Nysted lýsir seg sjálvan í Sosialinum undan fyrra túrinum um Atlantarhavið. - Føroysku undirklæðini halda eisini hitanum, tá ið tey eru vát, og tí vilja teir eisini hava hesi undirklæðini, sigur Livar Nysted. Livar Nysted greiður frá í Sosialinum, hví bátsmanningin á Artemis Investsments vil hava føroysk undirklæðir. - The crew, the Scots Leven Brown, and Don Lennox, plus Ray Carroll, from Ireland, and Livar Nysted from the Faroe Islands, set off from New York on 17. June in their seven-metre (23ft) boat, and they are on schedule to complete the voyage, of more than 3,200 miles as the crow flies, taking a total of 44 days. Steven Morris, blaðmaður hjá The Guardian, skrivar um ferðina hjá Artemis Investments They have also had to dodge deep-sea fishing boats and killer whales, but the most bizarre sight was a full grown tree floating in their path in the middle of the ocaen. Brown said: “Livar announced that he could see a huge tree of the starboard side and I thought that he must have been drinking sea water and hallucinating. “He said again, ‘Yes, there is a tree’ – and there it was. About 15 metres in length – enormous. Leven Brown í viðtalu við Daily Record, tá bátsmanningin var komin hálvan veg Sum vera man, vísti Atlantarhavið eisini tenn á ferðini, og einu ferðina varð Livar Nysted tveittur fyri borð. Tað var, tá teir róðu í illveðrið, 30 metrar um sekundið, undan, at báturin fekk ein sjógv. - Eg var ikki ordiliga klárur upp á tað, tá sjógvurin kom, men tað hevði ikki so nógv upp á seg. Báturin fór runt, men hann kom upp aftur sum hann átti, og so góvust vit at rógva fyri tann dagin. Tað var eingin grund at taka óráð fyri, sigur hann. Livar Nysted í viðtalu við Dimmalætting, aftaná hann og bátsmanningin var komin á mál - Vit kunnu skjótt vera samd um, at tað at rógva um Atlantarhavið er av størstu ítróttarbrøgdum, ið eru framd av einum føroyingi. At tað er framt av einum sundamanni ger tað bara meira hugaligt fyri okkum, sum her búgva. Eitt satt bragd, eitt roysni. Veronika Petersen, borgarstjóri í Hvannasundi, á móttøkuni hin 5. august. - Dreymurin at rógva um Atlantarhavið er eini 10 ár. So eg havi hugsað um tað í langa tíð. Tað var ein sera løtt avgerð, og tað fyrsta eg gjørdi, tá eg fekk at vita, at eg slapp við, var at ringja til konuna og fortelja henni tað. Hon var sera glað mína vegna, tí hon veit, at hetta er nakað, sum eg havi droymt um. Livar Nysted í viðtalu við Norðlýsi hin 20. august.