fríggjadagur 27. august 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 122 · 20. august 2010
8
prát
summarprát
Uni Arge
ua@sosialurin.fo
Hon er 39 ára gomul, hevur verið stjóri
á Faroe Ship í fýra ár og hevur búð bæði
í Havn, Klaksvík og uttanlands. Alla
staðni hevur hon trivist, og starvið
sum stjóri í Faroe Ship dámar henni
sera væl. Jóhanna á Bergi er ein teimum
ikki alt ov mongu kvinnunum, ið hava
komið sær upp á ovastu rok í vinnu
lívi num, og sum hvønn dag skal taka
trupl ar avgerðir í eini vinnu, har nær
um bara menn hava arbeitt. Hetta er als
ongin trupulleiki, heldur hon. Samstarv
er lykilin til at eydnast, eisini tvørtur
um kynini, og størstu uppgávu sína
held ur hon vera at skapa úrslit og fáa
starvs fólkini at síggja møguleikar í øll
um, tey fáast við.
Hvussu umfatandi er
uppgávan sum stjóri
í Faroe Ship?
Eg byrjaði í Faroe Ship í 2006. Ein av
fyrstu uppgávunum hjá okkum var
at skipa eitt leiðslutoymi, sum skuldi
standa á odda fyri at leggja virksemið
hjá Skipafelagnum, Eimskip, Hera
Thom sen og Farmaleiðum saman í
eina eind. Hetta er eindin, sum vit í dag
mark nað ar føra undir navninum Faroe
Ship, ið Eimskip eigur 100 prosent
av. Vit hava verið gjøgnun nógvar
broyt ingar síðstu árini. Eru farin frá
at vera umleið 200 til 100 fólk, hava
selt 5 skip, Lóm, Blik, Skuran, Sirius
og Nordland, umlagt farmasiglingina
frá plattaskipum til bingjuskip og fing
ið nýggja siglingarætlan, har vit eru
partur av siglingarkervinum hjá Eim
skip, sum røkkur um allan heim. Fimm
komur og fráferðir eru í Føroyum um
vikuna. Innanlands hava vit eisini um
lagt og niðurlagt deildir og ment eitt
koyri kervi við 25 bilum.
Hvussu hevur gingist hjá
felagnum seinastu árini?
Úrslitið er nøktandi, og tað hevur gingið
sum ætlað at skipa arbeiðið soleiðis, at
vit í dag kunnu veita eina góða tænastu
á okkara øki. Vit eru heildarveitari av
flutn ings tænastum. Hvørja viku er
flutn ingur millum Føroyar og Århus,
Rotter dam, Immingham, Fredrikstad,
Helsing borg og Reykjavík og haðani
víðari til Amerka, Afrika og Fjareystur.
Vit hava eisini goymsluvirksemi, stan
da fyri lossing og landing, koyra við
vørum, skipa fyri skundflutningi gjøg
num Faroe Express og umboða skip.
Tú ert ovasti leiðari
hjá nógvum fólkum.
Hvussu er tað?
Tað er spennandi og avbjóðandi. Eg
elski starvið og trívist so ótrúliga væl og
havi gjørt tað frá fyrsta degi. Hjá Faroe
Ship arbeiða sera nógv ymisk fólk, ið
hava ymiskar arbeiðsuppgávur, sum
all ar skulu ganga upp í eina hægri eind.
Vit arbeiða øll fram ímóti sama máli.
Við ársenda leggja vit eina ætlan, sum
vit arbeiða eftir komandi árið, tó at vit
støðugt laga okkum til tær avbjóðingar,
sum taka seg upp so hvørt, og tær eru
mang ar.
Hvat heldur tú er góð leiðsla?
Tað er at leiða við høvdinum, við hjarta
num og við hondunum og støðugt klára
at menna og motivera fólk. Hetta er tað,
sum vanliga verður rópt mana ge ment,
leadership og so at seta ætlanir í verk.
Góð leiðsla er at tillaga og skifta ímill
um hesar leiðsluhættirnar eftir tørvi.
Hvussu tú fert fram, veldst um, hvørjar
per són ar og uppgávur talan er um. Í
vinnu lívinum skalt tú sjálvandi vísa á
úrs lit, tí annars stendur fyritøkan seg
ikki. Mangan hugsi eg um orðatakið,
sum sigur, at tað, sum tú leggur eftir
teg, er tað, sum hevur eydnast, og ikki
tað, tú komst til. At vera stjóri hevur
ikki so nógv at siga fyri meg. Tað snýr
seg meira um, hvat liggur eftir, tá eg
fari, bæði tá tað snýr seg um úrslit og
hugs un arháttin hjá starvsfólkunum, ið
vón andi síggja lívið sum eina gávu og
síggja meining og møguleikar í øllum,
tey fáast við. Tað snýr seg í stuttum
um tað, sum verður ment og bygt upp.
Hvussu taklar tú mótgongd
í arbeiðslívinum?
Eg hugsi ikki um ein trupulleika sum
mót gongd, men sum eina avbjóðing.
Tað ljóðar kanska sum, at alt er so
lætt, men so er ikki. Vit eru seks fólk í
- Vantandi stýring heVur Við sær, at rokningin Verður send vinnUlívinUm
og skAttAborgArUnUm. her má broyting koma í. okkara politikArAr
mugu Vísa eVnir og Vilja at byggjA brýr fyri land og fólk heldur enn at
byggjA múrAr, sigur jóhAnnA á bergi, stjóri á faroe ship. hon heldur tað
Vera umráðandi at leiða bæði Við høvdinUm, hjArtAnUm og hondUnUm.
sum kvinnA heVur hon ongantíð kent seg skerdA í VinnulíVinum, og
tí heldur hon ikki kynsspUrningin Vera serliga áhUgAverdAn
Vit eiga
at byggja
brýr heldur
enn múrar