Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. august 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 125 · 27. august 2010 11 Frálíka góð og snøgg hús mitt í Havn Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Frálíku húsini nær miðbýnum eru sum nýggj. Tey eru sera væl bygd, dagførd og viðlíkahildin og standa sera væl fyri. Fyrsta fatanin Tú koyrir fyrst oman Spógvaveg og síðan niðan til høgru inn á blinda vegin við fleiri felags p-plássum. Umhvørvið er sera dámligt og fjálgt. Ikki sørt, at tað er ein farri av suðurlendskum huglagi er runt húsini. Komin niðan til ognina er útsýni yvir nærumhvørvið, býin og fjørðin, og nógv er gjørt rundan um húsini. Grundøkið liggur frítt fyri út til friðað øki við gøtu beint oman í býin og SMS. Húsini er sera snøgg og innbjóðandi at koma til. Uttanfyri og uttanum Húsini standa frítt og sera væl fyri í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinarligum umhvørvi við blindan veg nær miðbýnum og nær við skúla, dagstovnar og handlar. Tað tekur bara nakrar fáar minuttir at ganga oman í SMS eftir hugnaligu gøtuni. Grannalagið er gott, og frítt og vakurt útsýni er yvir allan býin. Uttanfyri er stórur og væl hildin garður / urtagarður, sum er hampiliga lættur at halda. Altanur er suðureftir og vestureftir er nýggja útigólvið (terassan) út træi, sum vendir móti sólini og vesturskyninum, so tú hevur sólina mest sum allan dagin. Hjallurin er næstan liðugur, og tilfarið til restina liggur klárt at seta upp. Ljós og luft – stílur og snið Húsini eru upprunaliga eini norsk dygdarsniðhús, ið er sera væl bygd, og síðan er tey dagførd uttan og innan, so tey so at siga eru sum nýggj. Allar út- og innhurðarnar eru nýggjar. Køkur og baðirúm eru nýtt, gólv eru skift, og øll rúmini eru dagførd. Stílurin er opin og ljósur, og rúmini eru dámlig, fjálg og hugnalig. Stóru vindeyguni geva nógv ljós, men samstundis kanst tú væl og virðiliga verða ósæddur inni hjá tær sjálvum. Innrættingin er livilig og praktiskt. Øll kunnu vera saman í felagsøkinum, men eisini vera hvør sær við sínum ítrivi og áhugamálum. Her er pláss til alla familjuna – til stóru og smáu børnini og til útflytingarklára tannáringin, tí í niðastu hædd er ein góð íbúð, ið fólk sjálvi kunnu brúka ella leiga út. Innrætting Í ovaru hædd er inngongd, durur, gongd, baðirúm, hjúnarúm við útgongd til altan, 2 kømur, køkur og borðsstova / stova við útgongd til nýtt útigólv. Í neðra er sjálvstøðug íbúð. Har er inngongd, gongd / trappugongd, baðirúm, 2 kømur, køkur / stova, bryggers / vaskirúm, fýrrúm / kjallararúm. Fakta Adressa ..............Spógvavegur 30, Tórshavn Byggiár ...............1978 Hæddir...... ..........2 Gólvvídd... ...........210 m2 Grundøki.. ...........63 m2 Hjallur .................Nei / Ja Prísuppskot .......kr. 2.800.000