mánadagur 30. august 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. august 2010 · Nr. 126
12
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað hevur verið eitt rímiliga
friðarligt
vikuskiftið
hjá
løgregluni kring landið.
Ein gamal bilur kolaðist
upp í Hundsatabotni, men
talan var um ein gamlan bil,
sum eigarin hevði frámeldað
í fjør. Bilurin varð tó stolin,
men eigarin tímdi ikki at gera
nakað við málið, og meldaði
tað ongangíð til løgregluna,
sum tískil ikki hevur leitað
eftir bilinum.
Tríggir bilførarar vórðu
tiknir fyria tkoyra við kenn
ing, ein í Leynum, ein á Norð
skála og ein á Eystara Ring
vegi í Havn. Talan var í øllum
trimum førum um menn.
Fríggjakvøldið varð ein
maður tikin á flogvøllinum
fyri at smugla hassj. Hann
hevði goymt 200 gramm í
einum
bommpakka,
men
hassjhundurin hjá tollvaldi
num snoddaði seg fram til
hassjið, og maðurin varð
handtikin og skuldsettur fyri
smugling.
Ferðslupolitiið
var
úti
leygarmorgunin
og
fýra
bilførarar fingu klipp í kortið
fyri at koyra ov skjhótt í
Kaldbaksbotni.
Ein onnur hending við
bili var á Norðskála leygar
kvøldið, tá tað byrjaði at
rúka óført undir einum bili.
Orsøkin var, at útstoytið var
lappað aftur við tape, og tað
gjørdist so heitt, at tað fór at
rúka úr tí. Eingin skaði hendi
tó, tá tað eydnaðist at basa tí
eldi, sum kundi verið komin í.
Talan var tí mest um royk.
Taskutjóvar
Út móti morgni sunnumorg
unin kom ein fráboðan til
løgregluna á Tvøroyri um,
at fleiri taskur vóru horvnar
í
TBhúsinum.
Løgreglan
tók eitt ungt par, og tá húsa
rannsókn var gjørd heima hjá
parinum kom politiið fram á
fleiri aðrar taskur eisini, sum
vórðu stolnar í VBhúsinum
á jóansøku.
Parið er nú skuldsett fyri
stuldur.
Sunnumorgunin handtók
politiið eisini ein gamlan
kenning, sum var farin út við
høglbyrsu og hevði skotið
upp í luftina við henni. Tað
stóðst eingin vandi av, men
maðurin, sum eisini hevði
kenning, er nú skuldsettur
fyri brot á politiviðtøkurnar.
Leygarnáttina var eisini
eitt innbrot framt í Gullhorn
inum.
Innbrotsmenninir
høvdu brotið hurðina upp,
og innkomnir høvdu teir
stolið einar 5060 ringar, ur
og aðrar prýðislutir umframt
ein grindaknív.
Ringarnir vóru tó sýnis
lutir og tískil einki verdir,
men urini og grindaknívurin
hava ávíst virði. Eingi spor av
týdningi vóru á staðnum, so
løgreglan stendur mest sum
á berum í málinum í løtuni.
Annars var tað vanliga
talið av fullum fólki, sum
politiið antin tók upp ella
koyrdi heim, verður upplýst
av politistøðini í Havn.
leo@sosialurin.fo
Innbrot í Gullhorninum
Taskutjóvar gjørdu um seg í TB-húsinum á Tvøroyri og eitt innbrot í Gullhorninum
vóru mest álvarsligu málini, sum løgreglan viðgjørdi um vikuskiftið
Brotið var inn í Gullhorninum í Havn, har einir 50-60
sýnisringar, ur og ein grindaknívur varð stolið
Mynd: Eirikur Lindenskov
Leo Poulsen
Fyri smáum tveimum vikum
síðani boðaði Uttanríkisráðið
frá, at fleiri fólk fóru at
verða uppsøgd í ráðnum.
Millum annað varð mett, at
hetta fór at gagna út yvir
ferðavinnudeildina í ráðnum,
og tað fekk Ferðavinnufelagið
at taka stig til fund við uttan
ríkisráðharran.
Fundurin
varð
hildin
fríggjadagin, og frá Ferða
vinnufelagnum vóru Jákup
Sverri Kass, formaður, og
Henny á Líknargøtu møtt,
saman
við
stjórunum
í
Atlantsflog, Magna Arge, og í
Smyril Line, Rúna Poulsen.
Umframt Jørgen Niclasen
sjálvan, vóru eisini Herluf
Sigvaldsson
og
Súsanna
Sørensen møtt fyri uttan
ríkisráðið.
– Stemningurin á fundi
num var góður og positivur,
men fyri okkum telur tað
mest, at okkurt hendir skjótt,
tí vit eru ógvuliga ótolin,
sigur Jákup Sverri Kass.
Hann sigur, at tey frá
uttanríkisráðharranum fingu
at vita, at ongar funktiónir
verða niðurlagdar, men at
tað fara at henda roteringar
innanhýsir í ráðnum.
– Tað, sum vit halda hevur
størstan týdning, er, at tann
persónurin, sum hevur sitið
og samskipað alt tilfar til og
frá miðlunum, er uppsagdur,
og tí óttaðust vit fyri, at
hendan funktiónin fór at
falla burtur. Men tað lovaði
Jørgen Niclasen so ikki fer
at henda, sigur Jákup Sverri
Kass.
Hann sigur, at tað vigar
so ógvuliga nógv meiri, tá
eitt
tíðindaskriv
kemur
frá tí almenna, í mun til, tá
Atlantsflog ella Smyril Line
sjálvi senda tilfar út. Eisini
er tað av stórum týdningi, at
tað er ein almenn funktión
at taka sær av útlendskum
tíðindafólkum, tá tey koma
hendan vegin.
Nógvar broytingar
Hin funktiónin innan ferða
vinnudeildina er upplýsing
um ferðavinnu í síni heild í
Føroyum, og eisini hendan
funktiónin verður varðveitt,
sambært Jørgen Niclasen.
– Tað er neyðugt, at fólk
situr á hesum funktiónunum,
tí tað er av alstórum týdningi,
at skjótt kann berast at, tá
okkurt stingur seg upp, sigur
Jákup Sverri Kass.
Hann vísir á, at tað eru
hendar stórar og umfatandi
broytingar
innan
ferða
vinnuøkið hjá tí almenna.
– Vit høvdu fyrst Ferðaráð
Føroya, sum síðani bleiv til
Samvit, sum síðani gjørd
ist ein deild undir uttan
ríkisráðnum.
Allar
hesar
broytingar ørkymla sjávlandi
fólk í ferðavinnuni, og tá tað
so nú frættist, at tey, sum sótu
á hesum týðandi funktiónum
fyri ferðavinnuna eru upp
søgd, so er tað klárt, at vit
fegin vilja vita, hvat hendur í
málinum, sigur Jákup Sverri
Kass.
Á
fundinum
fingu
umboðini fyri Ferðavinnu
felagið lovað, at tá vinnan
hevur temadag í Klaksvík
fríggjadagin 10. september,
kemur uttanríkisráðharrin
við einum uppleggi um,
hvussu ferðavinnan verður
skipað frameftir frá almenn
ari síðu.
– Tað er møguligt, at
Ferðavinnufelagið
kann
yvirtaka onkrar funktiónir.
Vit hava júst sett Dagmar
Joensen
í
starv
sum
samskipara hjá ferðavinnuni
í Føroyum, og tað er so
ein tanki, sjálvt um eingin
ávís funktión var nevnd á
fundinum, sigur Jákup Sverri
Kass.
Hann undirstrikar, at tað
fyri vinnuna hevur stóran
týdning at vita, hvat hendir
næstu
seks
mánaðirnar,
næsta árið ella tvey.
– Vit hildu tað vera eitt
afturstig, tá fólkið, ið sam
skipaði
ferðavinnutilfarið,
varð
flutt
úr
Danmark
til Føroya, og fellur tann
funktiónin heilt burtur, er
tað eitt rættiligt bakkast fyri
vinnuna, sigur Jákup Sverri
Kass.
Men fyribils verður so
bíðað til 10. september, tá
Jørgen
Niclasen
greinar
framtíðar ætlanir hjá tí
almenna
um
føroyska
ferðavinnu.
leo@sosialurin.fo
Ferðavinnan ikki slept upp á fjall
Fríggjadagin hevði Ferðavinnufelagið fund við Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharra, nú fólk eru søgd upp, sum
hava havt við ferðavinnu at gera. Landsstýrismaðurin vissaði tó um, at ongar funktiónir verða niðurlagdar
Jákup Sverri Kass er formaður í Ferðavinnufelagnum