mánadagur 30. august 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. august · Nr. 126
14
Sosialurin
Áki Bertholdsen
- Hann gekk púra amok!
Soleiðis greiddi ein mað-
ur frá í Føroya Rætti fríggja-
dagin um eina ógvusliga
hend i ng í miðbýnum í Havn
eina sunnunátt mitt í summ-
ar.
Sjálvur sat hann á ákæru-
beinkinum, har hann varð
ákærdur fyri óvanliga ráan
harð skap.
Saman við tveimum øðr-
um varð hann ákærdur fyri
at hava lopið á ein 21 ára
gaml an mann og hagreitt
hann so illa, at hann fekk
skaða, eitt nú breyt hann
fleiri tenn.
Teir ákærdu, sum eru mill-
um 21 og 24 ára gamlir, fing u
aðra revsing fyri harðskapin
og og teir skulu nú allir trígg-
ir í fongsul.
Gekk heilt amok
Tað var sunnunáttina 4. juli,
at rok bleiv í Steinatúni í
Havn.
Frammanundan
vóru
nakri ungir mans eisini
komnir til ilnar longur niðri
í býnum og teir, sum føldu
seg illa viðfarnar, vóru farnir
við øði niðan ígjøgnum býin í
Stein a tún, har teir ætlaðu at
løna tað aftur.
Ella sum hann forkláraði
á donskum at teir ”skulle
nakke en eller anden”.
Har løgdu teir á ein meiri
ella minni púra tilvildarligan
19 ára gamlan mann.
- Hetta var púra ómot i ver-
að ur harðskapur, tí álopni
maður in hevði onki havt at
gera við bardagan fyrr um
nátt ina, segði ákærin.
Maðurin
varð
feldur
í vegin og tá ið hann var
komin at liggja, varð hann
spark aður og traðkaður.
Tann eini ákærdi viðgekk
at hava sparkað tann liggj-
andi mannin í ryggin, men
tað var ikki serliga hart.
Ákærdi segði, at hann var
óð ur, tí fyrr um náttina varð
hann sjálvur blivin álopin og
slig in, men hann staðfesti
eisini, at tað var av einum
heilt øðrum.
Men hann segði eisini,
at hann var skelkaður av,
hvussu harðligur ein annar
av teimum ákærdu hevði
ver ið, tí hann var blivin púra
frá sær sjálvum.
- Hann gekk heilt amok og
trampaði fleiri ferðir á høvd-
ið á manninum, sum lá niðri
og hann helt ikki uppat, fyrr-
enn onkur hevði tikið í hann
og skrætt hann til viks.
Hann legði afturat, at
hevði hann vitað, at tað bleiv
so ógvusligt, hevði hann ikki
ver ið við upp á tað.
Ómotiveraður
harðskapur
Ákærin segði, at talan mátti
blíva um harða revsing, tí tal-
an var ikki bara um ser stak-
liga ráan harðskap.
Harðskapurin var eisini
púra ómotiveraður og har-
aftur at var offrið ein liggj-
an di maður, sum var verju-
leys ur, tí nógv fólk stóð
runda num, so hann hevði
ongan møguleika at sleppa
til rýmingar.
Dómarin var samdur við
ákær an í, at talan var um ser-
liga grovan harðskap og tað
sæst eisini aftur í revsingini,
teir tríggir fingu.
Tann eini 21 ára gamli
ákærdi og ein 24 ára gamal,
vórðu dømdir at sita í tríggj-
ar mánaðir.
Ein annar 21 ára gamal
maður varð dømdur í fongsul
í seks mánaðir.
Í vár fekk hann eisini ein
dóm í landsrættinum upp á
tveir mánaðir fongsul, eisini
fyri harðskap, so nú skal
hann sita báðar dómarnar.
So statt skal hann nú í fongs-
ul í átta mánaðir.
aki@sosialurin.fo
Tað var ómotiveraður og høpisleysur
harðskapur, tá í triggir ungir mans
løgdu á ein mann í miðbýnum í
Havn eina náttina fyrr í summar og
bæði sparkaðu og trampaðu hann á
høvdið eftir at hann var komin niður
at liggja og var púra verjuleysur
Trampaðu á
høvdið á verju
leysum manni
RÁÐUR HARSKAPUR Tríggir mans hava fingið harða revsing tí teir gjørdust púra frá sær
sjálvum inn á ein mann, sum longu lá niðri, sum ein av teimum ákærdu tók til
Hann trampaði
fleiri ferðir á høvdið á
manninum, sum lá niðri
Hann
gekk heilt
amok
RÁUR HARÐSKAPUR