mánadagur 30. august 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. august · Nr. 126
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Millum tey stóru grønlendsku
vetrarítróttar-talentini er tann ungi
kvinnuligi skíðskjótingar-íðkarin,
Miilaaraq Lennert, sum veruliga
gjørdi vart við seg í fjør, tá hon í
tveimum førum gjørdist nummar
trý í tí svenska meistaraskapinum
fyri juniorar. Bæði í 7,5 kilometurs
sprinti, og í 10 kilometurs jaktstarti.
Eins og Pál Joensen droymir tann
unga Miilaaraq Lennert at umboða
sítt land til OL, men sum er, so mugu
grønlendingar undir Dannebrog,
tá olympisku vetrarleikirnir eru
á
skránni.
Miilaaraq
Lennert
vónar at kunna sleppa til vetrar-
OL í 2014, sum verður í Russlandi.
Uiloq
Slettemark
og
Øystein
Slettemark eru tveir grønlendskir
skíðskjótingaríðkarar, sum hava
umboðað Danmark á olympiskum
vetrarleikum. Tey hava ikki verið
við heilt har frammi, men hava
fingið góð persónlig úrslit.
Danmark er
veikt á vetrar-OL
Trupuleikin hjá grønlendsku vetrar-
ítróttar-íðkarunum er, at landið –
ella ríki - tey mugu umboða til OL
hevur eina ógvuliga veika siðvenju,
tá tað kemur til vetrarítrótt. Dan-
mark hevur gjørt nærum ongar
skreytir í tí vetrarolympisku søguni
sammett við Noreg, Svøríki og Finn-
land, sum hava vunnið eitt ótal av
vetrar-OL heiðursmerkjum. Danska,
olympiska
nevndin
leggur
tó
herðslu á, at Danmark eigur at verða
við til olympisku vetrarleikunum,
hóast danskur vetrarítróttur er á
einum lágum støði, og vandi er fyri,
at ógvuliga fáir danskir íðkarar
fara at klára kravtíðirnar til vetrar-
OL í framtíðini. Danska olympiska
nevndin ger vart við, at tað er
týdningarmikið at vísa seg til tey
stóru høvini.
Búð og vant í Svøríki
Miilaaraq Lennert hevur búð og
vant í svenska býnum, Torsby, og
var á heimavølli, tá hon gjørdi vart
við seg, tá svenska meistaraskapið
í skíðskjóting fyri juniorar var á
skránni. Hinir kendu skíðskjótarnir
úr Grønlandi, Uiloq og Øystein
Slettemark hava ættarbond til
Noregs, og hava leitað nógv tann
vegin í samband við venjingar. Tá
tað kemur til fjallalendi og veðurlag
til vetrarítróttargreinir, so hevur
Grønland tað sum skal til, meðan
Danmark av givnum orsøkum ikki
kann spæla við á hesum økinum.
Vilja luttaka sjálvi
Fyri Grønland snýr spurningurin
seg um møguleikan hjá grøn-
lendskum ítróttarfólkum at sleppa
til olympisku vetrarleikirnar um-
boð andi Grønland. Tað verður
kjakast nógv um hetta málið í
Grøn landi.
Men
grønlendingar
standa við somu trupuleikastøðu,
sum føroyingar, og tí mugu teirra
ítróttar fólk inn gjøgnum dyrnar hjá
dønum, fyri at sleppa til OL. Grøn-
lendska ítróttarsambandið hevur
tó ynskt, at ein grønlendskur íðk-
ari sum lýkur olympisku krøvini
skal sleppa til vetrar-OL. Tó hava
grønlendingar valt at sagt, at um
danska olympiska nevndin ikki
úttekur ein danskan íðkara, sum
hevur betri kravtíðir, enn tann
grønlendski íðkarin, so eigur tann
grønlendski íðkarin heldur ikki at
sleppa at umboða danska ríkið á
teimum olympisku vetrarleikunum.
Grønlendingar eru tó sínir egnu
harrar, tá talan er um teir arktisku
vetrarleikirnar, har teir kappast
við Sámaland, Nunavut, Alaska
og aðrar arktiskar javnlíkar. Sama
er til heimsmeistaraskap og aðrar
kappingar, júst sum støðan er hjá
føroyskum íðkarum. Olympiski
dreymurin livir í Grønlandi, men
har stríðast tey, sum sagt eisini
við at umseta henda dreymin til
veruleika
heris@sosialurin.fo
Grønland stríðir sítt OL-stríð
Ol Grønland eigur ung, evnarík ítróttarfólk í vetrarítróttargreinum, sum kunnu umboða Grønland til
heimsmeistarakappingar, men sum eru noydd at fara undir Dannebrog, tá olympisku vetrarleikirnir eru á skránni
Eins og Pál Joensen, so vil Miilaraaraq Lennert sleppa til OL
Roskilde misti sigurin í seinna hálvleiki
Roskilde hevði eina trygga 2-0 leiðslu í steðginum. Atli Danielsen spældi allar 90 minuttirnar, tá FC
Roskilde á útivølli í Norður-Jútlandi spældi javnleik 2-2 ímóti Skive. Støðan í hálvleikinum var 2-0
til Roskilde, og tá sá út til, at Atli og liðfelagarnir skuldu fáa sín fyrsta sigur í næstbestu donsku
fótbóltsdeildini hetta kappingarárið. Jesper Håkanson legði Roskilde á odda 1-0 og økti til 2-0 seinastu
løtuna í fyrra hálvleiki. Ì seinna hálvleiki hevði Roskilde nóg mikið av málmøguleikum til at økja um
leiðsluna. Men ístaðin gjørdist tað Skive, sum fekk minkað um munin tíðliga í seinna hálvleiki. Stutt
undan dystarenda fingu Atli og liðfelagarnir eitt brotsspark dømt ímóti sær, sum teir vóru stak illa
nøgdir við. Lokala blaðið í Skive, Skive Folkeblad skrivar eisini, at talan var um eitt dómaramistak, sum
gav heimaliðnum tað eina stigið. Skive gjørdi sær dælt av møguleikanum, og settu brotssparkið í netið.
Soleiðis fóru tvey stig í vaskið hjá Roskilde. Roskilde hevur nú eitt stig aftaná fýra dystir.