Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Sosiala støðan hjá sjónveik­ um og blindum á breddan Sosiala støðan hjá sjón­ veikum og blindum í ú­t­ bú­gvingarsamanhangi og á arbeiðsmarknaðinum verð­ ur viðgjørdi í fyrilestri hjá Peter Rodney hóskvøldið. Hósdagin 2. september klokkan 20 verður fyrilestur á Sjóndeplinum við Peter Rodney, ungdómsráðgeva/ sálarfrøðingi. Peter Rodney arbeiðir á Instituttet for Blinde og Svagsynede í Hellerup og hevur drú­gvar royndir at arbeiða við ungum, sjón­ veikum og blindum, ið hava trupulleikar. Av psykososialum trup­ ulleikum hjá sjónveikum og blindum nevnir Peter Rodney samleikatrupul­ leikar, vantandi sjálvsásann­ an, vantandi áræði at vera sosialt virkin, einsemi í sos­ ialum viðurskiftum og ikki at kunna vera uppií. Talan kann eisini vera um óhóskandi viðurskiftir í umhvørvinum t.d. lærarar ella stuðlar, sum ikki vita um serliga tørvin hjá sjón­ veikum og blindum og tískil kenna seg ótryggar. Peter Rodney veitir m.a. lærarum, málsviðgerum, sjónráðgevum og foreldrum ráðgeving. Eisini hevur hann samrøður við tann sjónveika einsæris. Hóskvøldið fer Peter Rodney at hava fyrilestur um ta sosialu støðuna hjá sjónveikum og blindum í ú­t­ bú­gvingarsamanhangi og á arbeiðsmarknaðinum. Fyrilesturin hóskvøldið er á Sjóndeplinum, Íslands­ vegi 10A. Sjóndepilin er ein lands­ umfatandi stovnur, ið hev­ ur til endamáls at stuðla teimum sjónveiku og blindu til meiri sjálvbjargni í heimi, skú­la, arbeiði og frítíð. Á Sjóndeplinum er ráðgeving, skeiðvirksemi, dagtilhald og verkstaður. Fyrilesturin er fyri øllum áhugaðum. Ein public service sáttmáli skal gerast millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið. Ein slíkur sátt­ máli skal tilskila, hvørjar skyldur miðilin hevur mótvegis Føroya fólki. Tað merkir, at Kringvarpið virkar í fólkins tænastu ­ at tað skal tæna borgarunum, ið rinda kringvarps­ skatt fyri hesa tænastu. Vit, sum reka privatar miðlar, sum bara eru fíggjaðir av tí, sum vit forvinna, gleða okkum til hendan sáttmálan, tí tá má tann himmal­ rópandi órættur, sum tað almenna fremur móti privatum fyritøkum steðgast. Tað er ikki rætt, at ein stovnur, sum krevur kringvarps­ skatt frá fólki, eisini skal kunna kappast um handilslýsingar, sum verða bodnar ú­t fyri undirprís. Hetta er so órættvís kapping, at Kappingar­ ráðið átti at steðgað hesum, tá polit­ ikararnir ikki sjálvir klára tað. Privatu miðlarnir vilja ikki hava almennan stuðul. Men um tað er eitt politiskt krav, at Kringvarpið bæði skal vera eitt public service kring­ varp og eitt kommersielt kringvarp, so ber ikki til, at Kringvarpið sam­ stundis einsamalt skal eiga kring­ varpsskattin. So má hesin kring­ varpsskattur lutast ú­t millum hinar miðlarnar eisini. Eins og so mong onnur vinnu­ virki, so eru privatu fjølmiðlarnir eis­ ini í tungum sjógvi í hesum tíðum. Fleiri bløð eru steðgað ­ og og fyrr í ár fór Føroya elsta blað, Dimmal­ ætting, av knóranum, fyri síðani at verða loftað og uppkeypt av tveim­ um fyrrverandi reiðaríum saman við Føroya Banka, sum nú­ reka blaðið. Í slíkum tíðum harðnar kapp­ ingin, og tann sterkasti klárar seg. Tað er eisini alt í lagi við tí, men so skal tað eisini verða á einum rætt­ vísum grundarlag. Men her er tað, at Helena Dam á Neystabø hevur trupulleikar við Kringvarpi Føroya, sum ikki at merkja tey konjuktur­ sveiggj, sum vit onnur í fakinum merkja. Men tað ger stovnurin, tí hann er kommersiellur. Stovnurin missir eisini trú­virði, tá hann má ganga upp á kompromis við journ­ alistiska integriteti. Í fleiri førum verður lýsingatilfar smoygt inn í sendingar, eitt nú­ tá morgunsend­ ingin má fortelja, hvat merki bilur­ in er, sum tey koyra í ­ og hvør bila­ søla eigur hann, ella tá Kringvarpið selur lutaseðlar saman við privatum fyritøkum, sum sleppa í ú­tvarps­ stovuna afturfyri. Slíkar tankar skulu vit ikki hava um Kringvarp Føroya. Vit eiga held­ ur at verða góð við Kringvarpið, tí hetta er ein so týdningarmikil ment­ anarstovnur. Tí skal politiski mynd­ ugleikin geva Kringvarpinum tær sømdir, sum stovnurin skal hava ­ og lata privatu miðlarnar um hand­ ilsliga partin. Tað er og verður so parturin hjá privatu miðlunum at tryggja, at journalistiski integritet­ urin verður hildin í hásæti. Skattafíggjað kringvarp skal ikki kappast við tað privata Heðin Mort­ensen skilir ikki at­finn­ ing­arnar hjá Marini Kat­rinu Frý­dal um park­ ering­sbásarnar á Kong­abrúnni Uni Holm Johannesen ­ Eg veit einki um, at eg hevði ikki undirtøku, er greiða aftur­ svarið hjá Heðini Mortensen til Marin Katrinu Frýdal. Martin Katrina Frýdal segði í Sosialinum mánadag­ in, at tað var Heðin Morten­ sen, sum einsamallur tók avgerðina, at parkeringsbás­ arnir á Kongabrú­nni skuldu burtur. Eingin annar. Borgarstjórin segði í farnu viku, at Byggi­ og býarskip­ anarnevndin mælti til, at parkeringsbasarnir skuldu burtur, men tí vísti Frýdal staðiliga aftur. ­ Heðin Mortensen hevur ikki lurtað eftir okkum, og tað eru fleiri býráðslimir týð­ iliga argir um. Hann hevur ignorerað okkum í hesum málinum, segði Marin Katr­ ina Frýdal. Heðin Mortensen sigur, at básarnir noyddust burtur. ­ Kommunan hevur gjørt umfatandi arbeiði á Konga­ brú­nni, og bilarnir foraðu arbeiðinum. Tí hvurvu park­ eringsbásarnir. Nú­ er arbeiðið liðugt, og básarnir koma aft­ ur. Søgan er ikki longri, sigur Heðin Mortensen. Marin Katrina Frýdal sigur, at tú­ hevur ignorerað býráðslimirnir í hesum máli­ num. Hevur tú­ tað? ­ Sum sagt, eg veit einki um, at eg ikki hevði und­ irtøku. Tað var eitt krav frá arbeiðsmonnunum, at básarnir hvurvu í eina tíð, meðan arbeiðið var gjørt. Um Marin Katrina Frýdal hevur viðmerkingar, so eru hon vælkomin at siga tað við meg, áðrenn hon fer til fjølmiðlarnar. Eg havi einki hoyrt frá henni í hesum sam­ bandinum. Tað vísir seg ofta at vera ein trupulleiki hjá ymsum býráðslimum, tí slíkir trupulleikar skulu viðgerast innanhýsis fyrst, um tað er, sigur Heðin Mortensen. Heðin skilir ikki atfinningarnar Handilsfíggjað public service Støðan hjá sjón­ veikum á breddan Er Bjørn Kalsø lopin á bláman GerHard LoGnberG kJak á síðU 33 Sóla sær uttan ábyrgd bJørt samUeLsen kJak á síðU 36 eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo