mikudagur 1. september 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127
Sosialurin
Magni Laksáfoss
Eg haldi, at vit heldur
skuldu givið løgtingslimum
hægri løn, men aftur fyri
skuldu vit so kravt, at teir
ikki høvdu nakað annað
arbeiði við síðuna av. Og
so er mín áskoðan hon,
at tinglimir hava alt ov
vánaligar arbeiðsumstøður,
so vit áttu heldur at
minka tinglimatalið og
givið teimum eftirverandi
tinglimunum rímiligar
arbeiðsumstøður við eitt nú
einum skrivara, um tað so
var til at deila.
Bjarni Djurholm
Eg haldi, at tað kundi
loyst nógvar trupulleikar,
um lønarlagið generelt
varð lækkað, so vit
millum annað fingu betri
kappingarføri. Hendi tað,
hevði tað verið upp á sítt
pláss, at tinglimir gingu á
odda, men at bara tinglimir
fara 10% niður í løn ger
ongan mun og gevur heldur
onga meining.
Kári P. Højgaard
Vit sum eru í politikki eiga
at ganga á odda sum góðar
fyrimyndir. Tí havi eg als
einki ímóti at lønirnar hjá
okkum verða lækkaðar,
áðren vit áleggja øðrum
størri byrðar. Nøkur av
grannalondunum hava
gjørt tað sama.
Edva Jacobsen
Tá ein persónur verður
valdur á ting og raðfestir
tað arbeiðið, so er tað í lagi,
at verða løntur hareftir.
Er talan um generella
lønarlækking, má Tingið
eisini fylgja við, men eg
haldi, at lønin heldur
skuldi verið regulerað eftir
innsatsi.
Helgi Abrahamsen
Var talan um eitt uppskot
frá formansskapinum, so
hevði eg atkvøtt ja. Hevði
uppskotið hinvegin komið
frá einum einstøkum
tinglimi, so hevði eg mett
tað sum populistiskt og
atkvøtt nei. Hinvegin
er spurningurin, um
tinglimatalið ikki átti at
verið skert.
Marjus Dam
Eg var ímóti at hækka
tinglimalønirnar á sinni,
og eg havði ikki hat
trupulleikar við at fari
niður í løn. Trupulleikin,
sum vit eru í í dag er
kortini, at vit lækkaðu
ríkisveitingina, og tí eiga
vit heldur at rætta tann
feilin og prísregulera
ríkisveitingina. Men fer alt
tað almena niður í løn, taki
eg undir við at Tingið eisini
fer niður í løn.
Edmund Joensen
Eg vil gjarna verða
við til at hjálpa um,
har tað ber til. Men tá
tað er sagt, er strangt
neyðugt at lækka ting- og
landsstýrismannatalið, og
serliga átti landsstýrið at
verið minkað niður í fimm
aðaláð umframt løgmann.
Bjørn Kalsø
Heldur enn at tinglimir
skulu fara niður í løn,
átti tinglimatalið at verið
minkað niður í 25. Lønin
eigur at vera so mikið høg,
at tað er tiltalandi hjá fólki
at stilla upp til Løgtingið.
Tað má verða eitt ávíst
lutfall til í løn og arbeiði,
men kostnaðarstøðið átti at
verið lækkað.
Alfred Olsen
Eg haldi heldur, at
tinglimatalið átti at verið
lækkað, til dømis niður í
25. Annars haldi eg, at fólk
skulu hava løn fyri tað
arbeiði, sum tey gera.
Sjúrður Skaale
Vit skulu heldur lækka
tingmannatalið. Í einum
sangi spyr skaldið, Kári P
um flest merkir besta ella
barasta flest. Tað eru 42
landspolitikarar í Føroyum
og tað er alt ov nógv.
Hergeir Nielsen
Fara allar almennar
lønir niður, er tað ílagi at
tinglimir eisini gera tað
Karsten Hansen
Vit skulu heldur lækka
talið á aðalráðum. Tinganes
fult av avlops-aðalstorum
og akurát nú er ein settur
afturat, hóast vit vita, at
teir eru settir fyri lívið
Bill Justinussen
Skal tingmannalønin lækka
sum ein undanførsla fyri at
kunna fremja øll møgulig
onnur inntriv á veikar
bólkar í samfelagnum,
er svarið nei. Týðandi
politiskar avgerðir skulu
ikki setast í sambandi við
tingmannalønirnar. Men
fara allar lønir niður, skulu
tingmannalønir fylgja við.
Bjørt Samuelsen
Skulu almennar lønir
skerjast, skulu tinglimir
sjálvandi ganga á odda,
men ikki einsamallir.
Spurningurin um
tingmannalønir má
ikki fáa fólk at gloyma
veruligu trupulleikarnar,
sum eisini mugu loysast.
Heðin Zachariasen
Eg havi einki ímóti tí, sum
ein part av at lækka allar
almennar lønir.
Poul Michelsen
Hatta er eitt rímiligt
krav, tað eigur at kunna
gerast.
Jákup Mikkelsen
Tað hevði verið eitt
gott signal at sent úr,
sjalvt um tað gevur
lítið bara at lækka
lønirnar hjá løgtings- og
landsstýrisfólkum. Allar
almennar lønir áttu at
verið lækkaðar.
Anfinn Kallsberg
Tað hevði verið eitt gott
signal at sent út, men vit
mugu hava alt fólkið við
uppá lønarlækking, um
tað skal muna. Hinvegin
má lønin hjá løgtingsfólki
ikki vera so lítið, at
løgtingssessur verður
valdur frá.
Katrin Dahl-Jakobsen
Hatta er eitt populististiskt
uppskot, sum eg ikki havi
hug at gera viðmerkingar
til.
Hans Pauli Strøm
Vit mugu tosa um alt, sum
má henda í heyst, og eg havi
einki imóti at skifta orð um
lønarlagið, figgjarkarmar
og at fastfrysta pensjónir,
lønir og veitingar.
Gerhard Lognberg
Tá ið alt annað má lækka,
mugu løønirnar hjá
politikarunum eisini lækka.
Tá ið onnur kunnu liva við
minni løn, kunnu vit tað
eisini.
Andreas S. Petersen:
Skulu allar lønir niður,
skulu løgtingsfólkalønirnar
eisini niður. Annars er hatta
eitt populistiskt uppskot.
Mikkjal Sørensen
Tiltøk mugu gerast, og
fara løninrar niður, skulu
tingfólk eisini niður í løn.
Eyðgunn Samuelsen
Eg havi einki ímóti, at vit
ganga á odda, men tað
hevði bara verið symbolskt.
Hinvegin má ansast
eftir ikki at tileinkisgera
hetta arbeiði, sum er
fulltíðarstarv og meira enn
tað.
LØNARLÆKKING
Tinglimir halda ikki, at tað er
nakað endamál, at teir lækka
sínar egnu lønir fyri at ganga
undan sum góð fyridømi, sum
álvarsligar sparingar skulu gerast
ja
øn
Tingfólk
Ja
Nei Svarar Ikki
Sjúrður Skaale
x
Bjørt Samuelsen
x
Heini O. Heinesen
x
Bill Justinussen
x
Jenis av Rana
x
Hergeir Nielsen
x
Annita á Fríðriksmørk
x
Karsten Hansen
x
Høgni Hoydal
x
Heðin Zachariasen
x
Óli Breckmann
x
Poul Michelsen
x
Jákup Mikkelsen
x
Anfinn Kallsberg
x
Katrin Dahl Jakobsen
x
Hans Pauli Strøm
x
Gerhard Lognberg
x
Andreas Petersen
x
Mikkjal Sørensen
x
Eyðgun Samuelsen
x
Bjarni Djurholm
x
Alfred Olsen
x
Bjørn Kalsø
x
Edmund Joensen
x
Magni Laksáfoss
x
Marjus Dam
x
Helgi Abrahamsen
x
Edva Jacobsen
x
Kári P. Højgaard
x
John Johannesen
x
TILSAMANS:
12
16
2
Ikki at hitta:
Bergtóra Høgnadóttir Joensen
Tórbjørn Jacobsen
Kári á Rógvi
Fyri og ímóti
lønarlækking
Niðan fyri nevna vit í stuttum tað, sum flestu tingfólk
halda um at lækka lønirnar hjá tingfólki