Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127 Sosialurin Uni Holm Johannesen Tað reisti fleiri spurningar. – Hin 1. august í 2013 taka kommunurnar við ábyrgdini av fólkaskúlanum, segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, á ólavsøku. Men nei, sigur Páll Poulsen, virkandi formaður í Før oya Lærarafelag. Ikki sum støðan er í løtuni. Orsøkin er einføld. Komm­ urnar eru ikki til reiðar. – Tað eru fáar kommunur, sum eru fíggjarliga og hug­ sjónarliga førar fyri at taka slíka uppgávu á sínar herðar. Tað er eingin fyrimunur fyri fólkaskúlan, sum skal hava tryggar karmar. Tí mæli eg frá hesum, sum støðan er í løtuni, slær Páll Poulsen fast. Málið um umsitingarliga partin av fólkaskúlanum er millum komandi stóru upp gávurnar hjá komandi formanninum í Føroya Lærarafelag. Og Páll Poulsen vil fegin standa á odda fyri sam­ ráðingunum. Verandi formaður Páll Poulsen hevur verið virk­ andi formaður, síðan Magnus Tausen, sum hevði ver ið for­ maður seinastu fimm árini, fór í annað starv í summar. Páll Poulsen hevur stóran áhuga í fakfelagsarbeiði, og hann vil fegin gera sína ávirk an galdandi. – Eg eri sannførdur um, at eg eri førur fyri at gera mun. Allir nevndarlimir hava sínar uppgávur, men eg havi ongar trupulleikar við at verða myndin av Lærarafelagnum, sigur Páll Poulsen. Fleiri stór mál Føroya Lærarafelag hevur fleiri knútar, sum skulu loys­ ast komandi tíðina. Fíggjarmálaráðið fekk hand að serkrøvini til sátt­ mála samráðingarnar fyri tveimum vikum síðan. Spurningurin, um komm­ urnar skulu umsita fólka­ skúlan, skal svarast. Við kroystu fíggjar støð­ uni, sum landið er í, er ikki væntandi, at nýggi eftir út­ búgvingarstovnurin fer at økja stórvegis um útbúgv­ ingar tilboðini. Í roynd og veru eru tilboðini til eftir­ útbúgving av lærarum á so lágum støði júst nú, at tað bara kann ganga framá. Før oya Lærarafelag, og Páll Poulsen, vil leggja doyin á at bøta um hesi viðurskiftini. – Endamálið er altíð at menna fólkaskúlan, og Lær­ ara felagið skal leggja grund­ ar lagi undir menningina og framvegis ganga á odda í kjakinum um føroyska skúlan og undirvísingina. So tað eru stórar avbjóðingar fyri framman, sigur Páll Poulsen. Vil einki siga Páll Poulsen vil ikki meta um sínar møguleikar at verða valdur. – Nei, tað havi eg ikki hug til. Vit eru tveir sum stilla upp, og vit hava eins góðan møguleika, sigur hann. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen – Lærarafelagið skal fyrst og fremst geva Menta mála­ ráðnum ringa samvitsku í fleiri málum. Soleiðis sigur Herálvur Jacobsen, sum bjóðar seg fram at verða komandi for­ mað ur í Føroya Lærarafelag. Herálvur Jacobsen ger greitt, at komandi for mað­ urin skal syrgja fyri, at áhuga málini hjá felagnum verða væl og virðiliga hoyrd. Og tað er hann sinnaður at stríðast fyri. – Lærarafelagið skal hoyr ast, nú sparingar fara fram í fólka skúlunum. Tað er sera um ráðandi, at vit hava dugna ligan og skikk­ aðan ung dóm, sum fær neyð uga lær dómin. Vit vita, at spar ingar fara fram, men inni haldið í frálæruni skal fram vegis verða dagført, so næm ingurin dugir tað, sum krevst. Tað skal Lærara­ felagið millum annað syrgja fyri, sigur Herálvur Jacobsen. Skulu hava greið boð Kaj Leo Johannesen, løg­ maður, boðaði í sínari røðu á ólav søku frá, at kommurnar skulu um sita fólkaskúlan um trý ár. Men hesum tekur Her­ álvur Jacobsen ikki undir við, sum støðan er í løtuni. Høvuðsendamálið skal altíð verða at menna fólka­ skúlan. – Um tað bara ræður um at flyta summar lønir, so dugi eg ikki at síggja, at tað loysir seg. Tað skal loysa seg fyri fólka skúlan, og ikki bara um­ sitingarliga. Vit skulu hava trygt grundarlag fyri, at av­ gerðin er røtt, sigur Herálvur Jacobsen. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Menta­ málum, hevur boðað frá, at tað er neyðugt at útseta fleiri av ætlaðu tilboðunum á Føroya Læraraskúla, tí vikar­ tímar eru ikki til lærarar, sum fara undir lestur. Millum annað fer nýggi eftir útbúgvingarstovnurin á Frælsinum undir Føroya Lærarafelag og Fróðskapar­ setrinum ikki at bjóða nakra stóra eftirútbúgving til lær­ arar komandi skúlaáar. Fólkaskúlin hevur fingið fleiri frammaná seinasta árið, og tað eru slík viðurskifti, sum Herálvur Jacobsen fegin vil fáa í rættlag. – Vit skulu skapa bestu karm arnar fyri skúlarnar. Lærarafelagið skal vita, hvussu sparingarnar ávirka ar beiðs umstøðurnar hjá lær ar unum, slær Herálvur Jacobsen fast. Hann leggur aftur at, at fleiri ábøtur eru gjørdar, serliga í byrjunarundir vís­ ingini, men spurningurin er, um spar ingarnar ikki hava við sær, at Lærarafelagið miss ur alt á gólvið. Stór avbjóðing Herálvur Jacobsen varð vald­ ur í nevndina í Føroya Lær­ ara felag fyri tveimum árum síðan. Hann er lærari í skúl­ anum í Sørvági. Hann hevur stóran áhuga í skúlapolitikki, og tí bjóðar hann seg fram. – Tað er ein stór og áhuga­ verd avbjóðing at stjórna Føroya Lærarafelag. Tú kann kanska siga, at eg vil hava størri ávirkan enn framman­ undan. Men øll mál skulu loysast í felag, vísir Herálvur Jacobsen á. Hvørjir møguleikar hevur tú at vinna valið? Herálvur Jacobsen flennir, áðrenn hann svarar. – Tað dugi eg ikki at siga. Páll Poulsen er ein verdugur avbjóðari, sum eg havi virð­ ing fyri, sigur Herálvur Jacobsen. uni@sosialurin.fo Ætlar sær at togast við Menta mála ráðið Herálvur Jacobsen ætlar sær at syrgja fyri, at Lærarafelagið verður ringa samvitskan hjá Mentamálaráðnum, um hann verður valdur sum formaður í Føroya Lærarafelag Felagsins endamál og virki Føroya Lærarafelag hev ur sum endamál at røkja starvsligu, lønarligu og upp alingarligu áhuga mál ini hjá fólkaskúla­ lærarum í Føroyum, at styrkja og stimbra samanhaldið, at arbeiða fyri menning fólka skúlans og at fremja væl­ skipaðan skúlaskap á kristnum grundarlagi í Før oyum. Tað verður millum ann að roynt við, at: • Nýta samráðingar rætt in við landsmyndugleikar, komm­ unumyndugleikar og aðrar skúla­ og tæn astu myndugleikar • Ansa eftir, at avgerðir millum myndugleikarnar og lærarar um lønar viður skifti og arbeiðskor verða hildnar • Røkja viðurskifti lim anna og myndugleikanna millum • Arbeiða fyri, at arbeiðs líkindini hjá tí einstaka lim inum eru góð og trygg • Veita limum sakkøna hjálp, sum teir í lærarayrki sínum hava tørv á, og sum felagsnevndin heldur seg kunna stuðla Fær bara seks mánaðir Eykaaðalfundurin, og val ið av formanni, verður 11. september, tí Magnus Tausen reisti seg úr for mans sessinum í vár. Páll Poulsen og Herálvur Jacobsen stilla upp. Komandi for mað urin sleppur bara at sita í um leið eitt hálvt ár í fyrsta umfari, tí í vár verður regluliga formans svalið. Tá verður aftur for mannsval. – Vit skulu skapa bestu karm arnar fyri skúlarnar. Lærarafelagið skal vita, hvussu sparingarnar ávirka ar beiðs­ umstøðurnar hjá lær ar unum, slær Herálvur Jacobsen fast. Páll Poulsen sigur at kommunurnar eru ikki førar fyri at umsita fólkaskúlan í løtuni Kommurnar eru ikki til reiðar Páll Poulsen er av tí greiðu sannføring, at tað eru fáar kommurnar, sum eru til reiðar at umsita fólkaskúlan