mikudagur 1. september 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127
18
Sosialurin
Nøvn
Í dag, mikudagin 1. september,
eru tað 80 ár síðani, at Liss
Rasmussen í Runavík var
borin í heim. Tey eru mong,
sum komast við Liss, og tað
er ikki so undarligt, tí hon
hevur altíð dugað væl at hava
við fólk at gera, og hon hevur
altíð í serligan mun sett dám
á, har hon hevur verið.
Liss er ættað av Toftum.
Hon var yngst av teimum
átta børnunum hjá Sannu
og Andreasi Hansen í Túni,
og nú er hon einsamøll eftir
á lívi. Hini eru øll flutt fold
um frá: Tinna, Betty, Júst,
Karolina, Símun, Karolina og
Alma.
At hava kent Liss, at hava
upplivað hennara nærveru,
gestablídni og umhugsni og
at hava hoyrt hana at siga
frá hevur verið áhugavert,
læruríkt og undirhaldandi.
Tað hevur tað verið, tá ið hon
hevur tosað um familjuna,
bygdalívið
á
Toftum
og
samkomulívið, og tá ið hon
hevur greitt frá hendingum
og upplivingum, sum hon
hevur verið úti fyri, tá ið hon
og maðurin hava ferðast
heima og burturi.
Í barnaheiminum vóru
tey nógv fólk í húsi, og Liss
var bundin av uppgávum
heima, inntil hon blaðung
giftist. Hon plagar at siga,
at tá ið hon var trúlovað, so
noyddist hon tíðliga til hús
um kvøldarnar, tí hon skuldi
mjólka kúnni, sum stóð í
kjallaranum.
Svágurin, Piddi Skaale,
hevði postin, og eitt skifti
gekk Liss við posti úr Saltnesi
og umvegis Toftir og Nes og
yvir til Æðuvíkar. Hon dugir
so væl at greiða frá og lýsa
søgur og hendingar, at tað
er sum um, at tú kennir teg
at hava verið við í tí, sum
hon hevur upplivað eisini í
postørindum.
Í 1951 giftist Liss Rósingi
Rasmussen úr Søldarfirði.
Tey búsettust í Runavík,
og har búnaðist eitt lívligt
og
fyrimyndarligt
heim.
Tey fingu sjey børn. Elsti
drongurin, sum var føddur
í 1952, livdi bara í nakrar
fáar dagar. Hini børnini
eru Anna (1953), Bogi (1958),
Beinta (1960), Ingun (1962),
Rógvi (1963) og Gudny (1967).
Beinta býr í Havn. Anna býr
á Nesi, og Bogi, Ingun, Rógvi
og Gudny búgva í Runavík.
Liss eigur 20 ommubørn
og langommubørnini eru
ellivu.
Rósing hevði í nógv ár
stóra fyritøku, sum seldi bilar
og hevði bilverkstað. Heimið
var
har
áskoðaraplássini
við fótbóltsvøllin nú eru.
Familjurnar eru stórar, og
tað er vinarskarðin eisini.
Nógv fólk vitjaði á gátt, og
Liss var húsbestýrarinda og
tók væl ímóti føroyingum og
útlendingum og ungum og
meiri tilkomnum.
Fyri gott og væl tjúgu
árum síðani vórðu húsini seld
kommununi, sum hevði brúk
fyri økinum. Liss og Rósing
bygdu nýggj hús longri uppi
í Runavík, og har búgva tey
framvegis. Yngsti sonurin
eigur nú húsini, og tey bæði
hava íbúð í kjallaranum.
Liss er ættkær og trúføst,
og alla sína tíð hevur hon
verið partur av samkomu
lívinum í salinum á Toftum og
seinni í Berøa í Runavík. Hon
spældi til sunnudagsskúla og
møtir, hon hjálpti til í Zarepta
og barnalegum við Ástjørn í
Íslandi, og nú í nógv ár hava
hon og Rósing verið sera
upptikin av hjálpararbeiði í
Rumenia.
Vit bæði vilja fegin heilsa
tær, góða Liss, og ynskja
tær hjartaliga tillukku við
føðingardegnum og takka
tær fyri allar tær góðu
løturnar, vit hava havt saman
við tær, bæði í Danmark og
her heima í Føroyum.
Føðingardagin er høvi
at heilsa upp á Liss í
Sjókafeini í Runavík millum
klokkan 17 og 20.
Sanna og Jóannes
Liss Rasmussen 80 ár
Á hesi myndini av eini skipsmanning vita
vit, at maðurin sum situr nr. 3 frá høgru í
fremra rað er Poul Akraberg í Vestmanna.
Eisini halda vit at maður nr. 4 frá vinstru í
aftasta rað er Hilmar Ellingsgaard av Eiði.
Onkur heldur at skipið er Atlantsfarið, men
tað vita vit ikki fyri vist.
Um onkur av lesarum okkara kennist við
myndina, er viðkomandi vælkomin at senda
teldupost til. birgir@sosialurin.fo
Kennist nakar við
manningina á myndini?