mikudagur 1. september 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127
20
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Kollafjørður: - Ja, hetta dámar mær
væl, sigur 70 ára gamli koll firð ing-
urin.
Tað var heystligt henda seinna-
partin, men tað forðaði kortini ikki
Háku ni at leggja leiðina til flokkin
av dunnum sínum.
Hetta lá væl fyri hjá honum, tí
dunn ur og gæs sínar hevur hann
gang andi ikki so langt frá, har hann
býr, her niðanfyri høvuðsvegin.
Nú farið var nakað av middegi
var tíðin komin til enn einaferð at
hug sa um húsdjórini.
Í eini spann hevði hann part av
einum fransbreyði, sum hann breyt
sundur til tær sera hugaðu dunnur-
nar. Og í botninum lá nakað av
kraft fóðuri, sum hesar dunnurnar
tó ikki fingu gleði av í dag.
- Tær eta væl, staðfestir Hákun
Debes.
Jóladøgverðin
Í sínum langa lívi hevur Hákun
tyk i st við mangt og hvat vinnuligt,
bæði á landi og sjógvi.
- Eg havi verið sjómaður fyri
tað nógva, men var heima í nøkur
ár, meðan børnini vóru smá.
- Men annars havi eg verið
burturi, sigur Hákun, og fer nið-
ur í spannina eftir seinasta frans-
breyð num á hesum sinni til svongu
dunn ur nar.
Ein bilur fer súsandi framvið
okk um eftir smala bygdarvegnum.
Hetta tykist kortini ikki nerva
dunnur nar stórvegis. Tær gleða seg
bara til henda matin, sum soleiðis
verður tveittur niður til teirra frá
vini teirra, Hákuni.
- Her vit nú standa, havi eg nýgg-
ju dunnur. Men har, longur yviri,
har eru nógv fleiri - einar 60 í tali,
greið ir hann frá.
Sum skilst enda fleiri teirra sum
jóla døgverði seinni í ár.
Verpa væl
Hóast onkur kundi hildið, at dunn-
ur nar eru einasta ítrivið hjá Háku-
ni, so er tað ikki rætt.
Hann hevur onnur áhugamál
eisini. Eplini vórðu sett niður fyrr í
ár, og nú fer at nærkast tíðini, tá tey
skulu takast upp.
Men í mun til so mangar aðrar
eldri menn, hevur hann ikki seyð.
- Nei, eg havi havt seyð, men ikki
long ur. Nú havi eg dunnur og gæs
ístað in. Og tað er í fínasta slag.
Dunnur hansara eru óførar at
verpa, og plagar Hákun at leggja
egg ini í eina maskinu at klekja. Og
úrs lit ið er óført, má sigast.
- Ta einu ferðina løgdu vit 46 egg
í maskinuna, og tá komu 43 ungar
und an. Og eina aðru ferð løgdu vit
gása regg í. Tá løgdu vit 21 egg í, og
út komu ikki færri enn 18 ungar, sig-
ur hann íðin.
Í bátin
Tað var nakað eftir døgurða týs dag-
in í farnu viku, at Hákun var farin
at geva dunnunum.
Men hetta var kortini ikki einas-
ta mál á skránni henda dagin.
Næsta punkt á skránni var bát ur
hansara, sum hevur tørv á ymisk-
um neyðugum umvælingum.
- Eg fáist í løtuni við motorin
í bátinum. Hann hevur nevniliga
ver ið í ólagi í eina tíð.
- So tað kann gott vera at man
fer á flot einaferð seinni. Tað er
mik ið møguligt, greiðir hann frá.
snorri@sosialurin.fo
Eitt dunnulív í Líðini
Ítriv Veðrið er avgjørt til ítriv av alskyns slagi hjá teimum, ið høvdu møguleika til tess, henda týsdagin í
farnu viku. Onkur kollfirðingur var á floti. Onkur var á seiðabergi. Onkur arbeiddi í urtagarðinum. Onkur trillaði
barnavogn. Og onkur var farin at geva dunnunum at eta. Og hesin “onkur” var Hákun Debes, sum býr í Líðini
Ta einu
ferðina løgdu
vit 46 egg í
maskinuna,
og tá komu 43
ungar undan
- Eg havi
verið sjó mað-
ur fyri tað
nógva, men
var heima í
nøkur ár, með-
an børnini
vóru smá
- Hetta er eitt gott og stuttligt ítriv, sigur 70 ára gamli, Hákun Debes, sum er farin at geva dunnunum
Mynd: Álvur Haraldsen
DUNNULÍv