mikudagur 1. september 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127
22
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Á Atlanticpane, sum liggur við Ósá
bakk a n í Kollafirði, arbeiða 12 fólk
við glasi og ymiskum virksemi, sum
hevur við glas og rammur at gera.
Hetta hevur verið manningin sein
as ti árini og nøkur av teimum, sum
ar beiða hjá fyritøkuni í dag, hava
starv ast her, síðan Atlanticpane
flut ti úr Vestmanna til Kollafjarðar
í 1983.
P/F Atlanticpane er stovnað í
Vest man na hin 20. september í 1973,
og øll tey fyrstu árini helt virksemi
til í Vestmanna.
Stovnarar vóru Rubeck Jacob
sen, Tórur Joensen og Sigbjørn
Peter sen.
Í 1983 keyptu Karstin A. Joensen,
Mag nus O. F. Jacobsen og Ovin
Klein Olsen felagið og fluttu teir
alt virksemi til Kollafjarðar, har tað
hev ur verið síðani.
Um søgu felagsins er at siga, at
Atlanticpane í september 2001 flut
ti í betri og rúmligari umstøður í
nýggjum bygningi, sum liggur við
Langa sand 2 í Kollafirði.
Í oktober í 2006 fekk felagið
aft ur nýggjar eigarar og teir, sum
eiga Atlanticpane í dag, eru Heðin
Zacharias sen, sum er stjóri og Dan
Jacob sen, sum er nevndarformaður
og framleiðsluleiðari.
Serkønir í glasi
Dan Jacobsen sigur, at høvuðs
fram leiðsl an hjá Atlanticpane er
termorútar til vindeygu og hurð
ar. Haraftrat ger fyritøkan nógv ar
glasveggir, serliga til skriv stovu
bygn ingar, útbygningar úr glasi,
ymiskar glasflatur, sum verða
brúktar til eitt nú trappur, bæði
innanog uttandura – og brúsu kab
in ur úr glasi.
Vit keypa ikki termorútar úr
útlandinum, men keypa glas av
ymiskum slagi og í stórum stykkj
um úr Danmark. Síðan verður alt
skor ið og sett saman her hjá okkum.
Hetta merkir, at øll framleiðslan fer
fram á virkinum.
Atlanticpane ger soleiðis all ar
termorútarnar til HDygd í Vatns
oyr um, GLT Træsmiðjuna í Havn
og til nógvar aðrar veitarar, sum
ar beiða við ymiskum sløgum av
ter mo rútum og glasi annars.
Dan Jacobsen sigur, at Atlantic
pane ger eisini nógv fyri privatfólk,
og er tað so, at fólk eru ótrygg um
mát, fara fólk hjá fyritøkuni út at
máta upp.
Vit senda fólk út at máta upp,
ant in tað eru vindeygu, veggir, út
bygn ing ar, brúsukabinur ella aðr ar
glasflatur, og síðan fara vit út aft ur
at seta upp, um fólk ynskja tað. Vit
gera alt eftir máti, so fram leiðsl an
pass ar eftir tørvinum hjá viðskifta
fólku num, sigur fram leiðslu stjórin.
Hann vísir á, at fyritøkan á
Langa sandi í Kollafirði eisini ger
nógv ar ymiskar rammur og setir í
ram mu fyri fólk.
Vit hava eitt fólk, sum burtur
av tekur sær av hesum og ymiskum
øðr um hugsandi og óhugsandi, sum
hev ur við glas at gera, leggur Dan
Jacob sen aftrat.
Lágorkuglas
Venda vit aftur til termorútarnar,
sum er høvuðsframleiðslan hjá
Atlantic pane, er alt lágorkuglas,
sum verður sett í vindeygu.
Tá tú hyggur út gjøgnum eitt
vind eyga, hugsar tú ikki, um hetta
er lágorkuglas ella bara vanligt glas.
At eitt vindeyga er gjørt úr lág orku
glasi, merkir, at rúturin lovar hita
num væl inn, men vil treyðugt lova
hon um útaftur.
Dan vísir á, at termorútar verða
rokn aðir við tí, sum rópt verður
uvirðið.
Fyrr høvdu vanlig termo vind
eygu eitt uvirði sum var 2,8, men í
dag hava allir termorútarnir, sum
vit framleiða, eitt uvirði, sum er
1,1. Jú, lægri talið er, tess minni hiti
slepp ur útaftur. Aðrir rútar fáast
eisini, sum eru samansettir av trim
um løgum, og hesir hava eitt uvirð
ið, sum liggur heilt niðri á 0,5.
Framleiðsluleiðarin sigur, at eitt
lágt uvirðið hevur stóran týdning
fyri, hvussu væl rúturin heldur
hita num inni í rúminum. Hetta
hev ur so aftur sín týdning fyri
orku nýtslu na.
Fyri umleið einum ári síðan
fóru vit eisini í holt við at gera ein
sonevndan hitakant, sum er ein
avstandslisti millum báðar rútar
nar í einum termorúti. Hetta gev ur
ongan meirkostnað fyri við skifta
fólkini.
Dan Jacobsen sigur, at hita kant
u rin ger ongan mun fyri sjál va
bjálvingina, men minkar um kon
dens í vindeyganum.
Termorútarnir eru góðir, men
eins og í øðrum framleiðslum er
eisi ni framgongd í hesi framleiðslu
alla tíðina, samstundis sum roynt
verð ur at gera tingini betri og betri,
sigur framleiðsluleiðarin á Atlantic
pane í Kollafirði.
vilmund@sosialurin.fo
Ein rútur Er ikki
bara Ein rútur at
hyggja ígjøgnum
- Vit gera alt eftir máti, so framleiðslan passar til tørvin
hjá viðskiftafólkunum, sigur framleiðslustjórin hjá
Atlanticpane við Ósábakka í Kollafirði, Dan Jacobsen
Atlanticpane arbeiðir við øllum hugsandi og óhugsandi úr glasi
Fakta
Atlanticpane framleiðir ikki
bara termorútar, men eisini -
• einkultgløs
• spegl
• sólverju
• bátarútar
• maskinrútar
• rammur og innramming
• laminering av myndum og plakatum
• ferðslu-og trygdarspegl