mikudagur 1. september 2010síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
38
Miðvikan
Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127
10. partur
V
it hava longu havt níggju partar
í hesi røð, sum eisini hevur
umrøtt Evensen fólkið. Umframt
hetta hava verið fleiri greinir um
ættina í røðini Hendur ið Sleptu, so
tilsamans er talan um fitt av tilfari
um hesa ætt, og tað kundi uttan iva
verið munandi meira. Helst verður
eisini meira sagt frá um vinnuliga
partin hjá Müllermonnunum í
komandi bindum av Havnarsøgu.
Hetta er eisini eitt íkast til
føroyska søgu í Grønlandi. Rasmus
Müller var eins og beiggin Poul og
svágurin (Grønlands) Johan Joensen
kolonistjóri í Grønlandi. Hetta var
undan okkara fiskivinnusøgu í
Grønlandi, sum er væl lýst.
Tað mest sjónliga minnið um
Rasmus er bók »Vildtet og Jagten
i Sydgrønland,« sum hann skrivaði
lidna í 1899. Hetta er ein bók upp á
heilar 519 síður, har hann í einum
40 kapitlum við nógvum myndum
skrivar um tey ymsu fuglasløgini,
kópasløgini og djórasløgini í Grøn
landi. Bókin finst í einum eintaki á
Landsbókasavninum, og kann ikki
lænast heim. Nøkur eintøk eru tó
hjá ættarfólki í Havn.
Gott samband við
grønlendingar
Rasmus hevur verið umrøddur í
hesi greinarøð í samband við hini
systkini. Men okkurt er at leggja
afturat. Henning Scheel, sum kendi
Rasmus, sigur m.a. frá:
Kolonibestyrer Rasmus Müller
var fra 1875 til nogle år efter
århundredskiftet blevet bestyrer
af så at sige alle de daværende
kolonier
i
Sydgrønland.
Han
havde et udmærket forhold til
grønlænderne i hvis jagtudflugter
han deltog med liv og sjæl og altid
på lige fod med grønlænderne.
Under rensdyrjagterne veg han
ikke tilbage for de store strabadser,
der ofte måtte til med hensyn til
lange anstrengende vandringer i
det vanskelige terræn. Han tog sin
del af byrderne, sov i telt sammen
med dem og delte deres spartanske
levevis.
Efter hans hjemkomst til Dan
mark, havde jeg den glæde at træffe
Müller og lære ham at kende som
den ivrige jæger han var. Vit var et
par gange på jagt sammen. Men jeg
tror nok, at det pinte ham, at han
ikki kunde dyrke jagten herhjemme
på samme fri og ubundne måde,
som han havde kunnet det i
Grønland.
I 1906 udgav Müller sin bog
»Vildtet og Jagten i Sydgrønland.«
Dette er en udmærket skildring af
de forekommende vildarter fra Kap
Farvel til Nordre Strømfjord. Bogen
rummer et væld af gode iagttagelser
og oplysninger om udbredelsen af
og jagten på de forskellige arter.
På LehnSchiølers ornithologiske
ekspedition til Vestgrønland i
1925 støttede vi os ofte til Müllers
oplysninger f.eks. om, hvor vi skulde
søge hen for at træffe forskellige
andearter såsom islandsk hvinand,
strømand, kongeedderfugl og andre,
samt gode lokaliteter med
rigt fugleliv, og
oplysningerne passede endnu den
gang til »punkt og prikke.« Bogen
står således som et varigt minde
om Rasmus Müller.
Men også på andre områder
gjorde han sig bemærket som en
dygtig og foretagssom mand.
Søgan um rýpurnar
Her hugsar Henning Schell millum
annað um royndirnar at fáa grøn
lendskar rýpur at trívast í Føroyum.
Pápi hansara hevði eisini roynt
hetta við íslendskum rýpum, uttan
at tað hevði riggað.
Tað skuldi verið nærum ómøgu
ligt at flutt rýpur úr Grønlandi til
Føroyar orsakað av frástøðuni. Men
hetta var ikki nakar trupulleiki
fyri Rasmus Müller, sum kendi
liviháttin hjá rýpum. Á ferðini
til Keypmannahavnar var hann
sjálvur við, og hann passaði sjálvur
rýpurnar, so tær skuldu koma fram
í góðum standi.
Í umrøddu bók greiðir Rasmus
gjølla frá, hvussu hann slapp
undan teimum mistøkum, onnur
høvdu gjørt. Royndirnar byrjaðu í
mars 1890. Fyrst og fremst var tað
í samband við fóðring av rýpunum,
at hann mátti royna seg fram.
Hann hevði latið fangað ellivu
pør av rýpum, men tað vísti seg, at
tær vóru sera illa fyri, tá ið hann
fekk tær. Hann mátti royna seg
fram við fóðring. Fyrst fóðraði
hann tær við lyngi. Tær vildu bert
eta »toppskotini«. Tað eydnaðist
at halda lív í teimum, men tær
vóru framvegis rak. Hetta skilti
Rasmus ikki, tí tær ótu við stórum
matarlysti. Hetta bendi á, at tað
manglaði onkur vitamin, sum
mann ikki kendi so nógv til tá.
Hann royndi so at fáa tær at eta
havragrýn, bygggrýn og ertur men
uttan úrslit,
Tað næsta at royna var fuglafræ,
sum rýpurnar eftir nøkrum døgum
fóru at eta við góðum matarlysti.
Hetta var loysnin. Tað var tó ikki
nógv av slíkum fræi í koloniini, so
Rasmus blandaði fræið við bygg, og
hetta riggaði framvegis væl.
Ein annar trupulleiki var at fáa
rýpurnar at drekka vatn úr eini
skál. Hetta vildu tær ikki vita av.
So royndi hann við kavamolum í
vatninum. Hetta riggaði, men kava
kundi hann ikki rokna við undir eini
langari sjóferð. Men sum frá leið
gjørdist óneyðugt við kavanum.
Síðan gjørdi Rasmus tveir kassar
at hava rýpurnar í á sjóferðini. Tær
skuldu hava tað gott á ferðini, so
kassarnir fingu smáar hillar til
lyng, eins og til mat og vatn til allan
túrin, so tað slapst undan at opna
kassarnar.
Hetta gekk alt væl, og fuglarnir
trivust enntá so væl, at teir byrjaðu
at para seg, meðan teir enn vóru í
Keypmannahavn.
Tað lá so væl fyri, at rýpurnar
kundu koma víðari við skipi til
Føroya einar tveir dagar eftir, at teir
vóru komnir til Danmarkar.
Tí vóru rýpurnar sera væl fyri,
Müllerættin:
Rasmus Müller flutti rýpur
úr Grønlandi til Føroyar
Vit høvdu fyrr í ár eina drúgva røð í Miðvikuni um Müllerættina í Havn. Henda røðin var grundað
á brøv, sum vóru fingin úr skiftinum hjá Poul Müller í Grønlandi. Eftir at umrøða í hesi røð
eru Poul sjálvur og beiggin Rasmus, synir H.C. Müller, gamla sýslumannin í Havn
Fremsta minnið um Rasmus Müller er henda bókin, sum kom út í
1906. Hetta eintakið hevur hann sent beiggjanum við innskriftini:
Hr. Dampskibsekspeditør S.E. Müller med hjertelig
Hilsen fra hans Broder R. Müller
Rasmus kom
allan vegin úr
Grønlandi til
Føroyar við
rýpum, sum
hann ætlaði
at fáa sett við
her. Hetta er
eitt rýpupar