mikudagur 1. september 2010síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127
Sosialurin
Innbjóðing
Tað er felagsskapurin ÁSÁ, ið er felagsskapur fyri árin av
kynsligum ágangi, sum í sambandi við Sjónligheitsdagin
skipar fyri skeiði og fyrilestri um fyribyrgjan av kynsligum
ágangi innan barna- og ungdómsarbeiði. Fyrilestrar- og
skeiðshaldari verður Reimum Førsvoll, rithøvundur av
bókini „Fra synd, fra sorg, fra fare - Seksuelle overgrep i
kirke og samfunn“.
Reimunn Førsvoll førir okkum frá góðtrúni og óavvi-
tandi inn í veruleikan, sum hann er hjá nógvum børnum
og ungum. Børn og ung eru dagliga fyri ágangi av vaksn-
um persónum, sum misnýta tey kynsliga. Misnýtararnir
eru at finna allastaðni, har børn og ung koma saman til
tiltøk av ymiskum slagi, eisini innan kristnar felagsskapir.
Reimunn Førsvoll er úr Noregi. Hann er virkandi
sóknarprestur í St. Johannes kirkjuni í Stavanger. Um-
framt gudfrøðiligur útbúgvingina er hann eisini útbúgvin
lærari og familjuráðgevi. Í meira enn 20 ár hevur hann ar-
beitt við kynsligum ágangi.
Sjónligheitsdagurin verður hildin í Føroyum og Dan-
mark á hvørjum ári. Í Føroyum verður hann hildin hvønn
fyrsta leygardag í septembur. Umframt fyrilestur sjálvan
Sjónligheitsdagin, verður eisini skeið um kynsligan ágang
innan barna- og ungdómsarbeiði.
Evnini, ið verða viðgjørd eru hesi
tIWBUFSLZOTMJHVSÈHBOHVS
tIWBUFSBUGBSBZWJSVNNBSLLZOTMJHB
tIWBUHFSUB§WJ§FJUUNFOOJTLKB
tIWVTTVLBOTUUÞIBOEGBSBTMÓLBSTÈMBSMTUJS USBVNB
tIWVTTVLBOOLZOTMJHVSÈHBOHVSGZSJCZSHKBTU
Stutt um kynsligan ágang
Hóast øktan opinleika á nógvum økjum er insest og kyns-
ligur ágangur framvegis nakað, sum vit ikki tosa opið um.
Børn og ung verða útsett fyri kynsligan ágang í sambandi
við barna- og ungdómsarbeiði, ágangi innan barna- og
ungdómsarbeiði í kirkjum, samkomum og frítíðarvirk-
semi annars.
Fyrilesturin verður í Miðlahúsinum í Havn leygardagin
4. septembur frá kl. 13.00 – 17.00.
Skeiðið verður í Grúgvuni í Lamba fríggjadagin 3. sep-
tembur kl. 9.30 – 15.30
Um skeiðið:
Skeiðleiðari
Reimunn Førsvoll úr Noregi er virkandi sóknarprestur í
St. Johannes kirkjuni í Stavanger. Umframt gudfrøðiligur
útbúgvingina, er hann eisini útbúgvin lærari og familju-
ráðgevi. Í meira enn 20 ár hevur hann arbeitt við kyns-
ligum ágangi.
Málbólkar
t1SFTUBSPHTBNLPNVMFJ§BSBS
tMM
J§BSCFJ§BNJMMVNCSOPHVOH
tMM
J§BSCFJ§BWJ§CSOVNPHVOHVNJOOBO
frítíðarvirksemi
t4UBSWTGØMLJOOBOTPTJBMBLJ§
J§BSCFJ§B
við børnum og ungum
t-SBSBS
t1FEBHPHBSPHTÈMBSGS§JOHBS
t#BSOBWFSOEBSUOBTUVSPH#BSOBUOBTUVS
tMMÈIVHB§
Staður
Grúgvan, á Byrgisheyggi 15, Lamba
Eindagsskeið
Skeiðið er eindagsskeið
Dagar
Fríggjadagur 3. septembur 2009 - kl. 09.30 - 15.30
Kostnaður
Kr. 1000,- Íroknað: Skeiðtilfar og máltíðir.
Tilmelding
asa9909@gmail.fo
Tlf. 745049 - 216785 - 271779
Kynsligur ágangur innan barna- og ungdómsarbeiði
Sjónligheitsdagurin í Føroyum 2010
Vegna ÁSÁOsla Sevdal tlf. 745049
Í sambandi við Sjónligheitsdagin í Føroyum kemur Reimunn Førsvoll, rithøvundur av bókini
„Fra synd, fra sorg, fra fare“ til Føroya at halda fyrilestur og skeið um fyribyrgjan
av kynsligum ágangi innan barna- og ungdómsarbeiði
Gjaldið fyri skeiðið skal flytast á kontu
í Norðoya Sparikassa 9865 – 1041562
og viðmerkjast Sjónligheitsdagurin.
Sosialurin 341800