fríggjadagur 3. september 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. september 2010 · Nr. 128
20
Sosialurin
Kjak
Eyðun á Borg
Hjúklið um bygdamál
og havnarmál!
Onkur fjølmiðlanorðoyingur
taldi einaferð, hvussu nógvir
klaksvíkingar starvaðust í
føroyska fjølmiðlaheiminum.
Talið var stórt. Klaksvíkin
var sera væl umboðað.
Nú fólk eru farin at kjak
ast um málføri (dialektir) í
tíðindasendingum í útvarpi
og sjónvarpi, kundi kanska
verðið spurt, um almenna
Kringvarpið átti at valt síni
mikrofonfólk
úr
ymsum
heraðshornum í Føroyum?
Nei, tað ber neyvan til; men
tað kundi verið forvitnisligt
at havt mikrofonfólk úr
øllum pørtum av Føroyum: úr
Vágum og Norðoyggjum, úr
Eysturoy og Norðstreymoy,
úr Suðurstreymoy, Sandoy,
Suðuroy o.s.fr.
Soleiðis
hevði
kanska
borið til at fjálgað um tey
ymsu
bygdamálini
(og
havnarmál), sum jú eru so
hugtakandi fjølbroytt, sam
stundis sum tey eru ein
málsligur dýrgripur.
Misskiljið
meg
ikki!
Sjálvandi skulu vit ikki góð
taka danismur og vánaligt
talumál; men fjølbroytnið í
føroysku
oyggjamálunum
mugu vit royna at varðveita
sum frægast!
TA PAL KOM A MAL:
Soleiðis siga nógv norðarlaga
í Eysturoy og eisini í Norð
oyggjum. Sjálvandi má has
in framburðurin (úttalan)
góðtakast.
a Áliðnum hjá KÅ Í
og HÅ B!?: Ofta býta norð
oyingar um, tá teir siga a og
á: Jakup Dáhl.
Í setninginum um Aliðið
verður tískil sagt nakað
soleiðis: Hann spælir a Á
liðnum. Hatta má eisini góð
takast sum føroyskt málføri,
men KÅ Í og HÅ B ber ikki
til at siga í almennum fjøl
miðlum! Hatta er danskt,
og
mikrofonfólkini
hava
sjálvandi skyldu til at siga
bókstavirnar á føroyskum:
HÁ og KÁ! (Norðoyingar og
norðureysturoyingar tó HA
og KA!)
SENDINGARNIR NÆSTU
MORGNARNIR: Har er jú
heilt galið. Tað eru vist serliga
norðoyingar í fjølmiðlunum,
sum eru farnir at brúka nir
ending í kvennkynsorðum:
mátingarnir,
oyggjarnir,
sendingarnir o.s.fr., ja, sjálvt
í tíðindasendingum. Slíkt
kann ikki góðtakast!
Og
so
kallkynsorðini:
Veðrið teir næstu dagarnir
(dagarnar, hvønnfall). Hasar
bendingarnar
(ikki
–nir)
mugu fjølmiðlafólk duga,
áðrenn tey seta seg við opna
mikrofon!!
ARGJAMAÐIR
SIGIR
STÓRIR
STEINIR:
Hasar
irendingarnar (ikki –nir),
sum
suðurstreymoyingar
og norðoyingar siga, mugu
eisini góðtakast, tí har er
talan um málføri, ikki skeivar
bendingar!
METUR
(metir)
og
METRAR: Tað er í lagi at
siga ein metir, men ikki tveir
metir. Metur eitur altso
METRAR í fleirtali, góðu
fjølmiðlafólk og onnur!
SUÐUROYARMÁL: Fólk
hava lyndi til at ilskast um
suðuroyarmál. Her tosa vit
ikki um danismur, sum eisini
eru at hoyra í suðuroyarmáli.
Fleiri ilskast, tá suðuroyingur
sigur “elaveðør” í útvarpinum,
ella tá annar suðuroyingur
sigur
“ádna
og
gjódna”
(ánna og gjónna). Onkur
vildi eisini vera við, at ein
suðuroyarprestur
gjørdi
ov nógv av, tá hann tosaði
sítt suðuroyarmál!? Løgið!
Somu fólk tykjast ikki at
ilskast so nógv um skeivar
bendingar!?
LJ (LJÓÐ og LJÓS), ikki
jóð og jós: Eitt treytaleyst
krav til øll fjølmiðlafólk má
vera, at tey duga at siga lj í
orðum sum ljóð, ljós, ljómur!
Hatta mugu tit duga, áðrenn
mikrofonin verður tendrað!
Við suðurstreymoyar- og
føroyamálskvøðu
Ov nógvir norðoyingar í fjølmiðlunum!?
Tað verður av mongum sagt,
at tað ikki er nóg áhugavert
at seta búgv í Klaksvík, men
eg ynski í stuttum, at vísa á
ymiskt, sum er gjørt seinastu
árini, fyri at tað skal verða
áhugavert og spennandi at
búleikast her.
Umstøður og tilboð eru
ein
av
týdningarmiklastu
fyritreytum, um vit skulu
hugsa um at trívast á einum
plássið, eisini tá ætlanin er at
flyta bústa. “Klaksvík er ein
tryggjandi staður” og her eru
umstøður skaptar, so pláss er
fyri øllum aldursbólkum, tí er
tað ein fyrimunur, at búsetast
í Klaksvík, í mun til onnur
støð, um enn tey eru góð.
Hvørjar eru so hesar
góðu umstøður,
sipað verður til
Jú, skalt tú flyta til eitt stað, er
neyðugt at hava hús ella íbúð
at búleikast í og í hesum føri,
er onki til hindurs fyri, at tú
kanst keypa tær eit grundøkið
frá Klaksvíkar kommunu, har
hevur tú møguleikan at keypa
tær eitt sethúsagrundøkið
fyri sámuligan prís.
Er tørvur á barnaansing
arplássið, eru eisini teir
karmarnirí løtuni nøktaðir,
so møgurleiki er at fáa
børnini á stovn, um hetta er
neyðugt. Seinasta frambrot
innan hetta økið, var í 2006
tá nýggji ansingarstovnurin
“Margit” sum rúmar yvir
60 børnum bleiv tikin í
nýtslu. Í sama húsið, er eisini
sernámsráðgevingin til børn
við serligum tørvið.
Bygdur er nýggjur Skúli
við Ósánna, við nýmótans
útgerð, sum gera tað møguligt
hjá lærarum, at geva eitt
skúlatilboð á enn hægri støði,
og tá Skúlin við Ósánna er
liðugt útbygdur, verður, um
politiskur vilji er til tess,
farið undir at nýmótansgera,
umog
útbyggja
Skúlan
á Ziskarøð, so hann ikki
verður eftirbátur við at hava
nøktandi karmar.
Frítíðartilboð
uttan mørk
Tað eru á fáum plássum í
Føroyum, sum í Klaksvík,
at so nógv og so fjølbroytt
frítíðarvirksemið
er,
ja,
tilboðini eru so mong, at eg
megni ikki at nevna øll, men
læt meg tríva í nøkur.
Vit hava eina svimjihøll,
við t.d. baðilandið, heilsu
klyva og mongum øðrum,
sum hava gjørt tað, at høllin
ongantíð hevur verið so væl
vitja av øllum aldursbólkum,
har øll fáa eina uppliving,
sum tey ikki fáa aðrastaðni
í landinum, og tað er við
hesum prógva, at stóra íløgan,
sum undafarna býráð gjørdi í
svimjihøllina var skilagóð.
Bert spell, at samgongan
í Býráðnum hevur valt, at
taka allar meirinntøkur, sum
koma av vaksandi brúkar
um, til onnur endamál í
býðnum, sum onki hava við
svimjihøllina at gera, heldur
enn at fingið enn fleiri batar,
sum vænta í samband við
høllina. Tað er ikki hugaligt
hjá einum leiðara, sum ger
eitt megnar arbeiði fyri at
økja um inntøkurnar, tá
allar hesar verða tiknar
frá honum. Vónandi fer
hetta ikki at endurtaka seg,
annars tekur tú allan hugin
frá arbeiðsfólkunum.
Vit hava tvær Ítróttarhallir
og tvær fimleikahallir, har
eitt áhaldandi virksemið er,
bæði til gamans og álvara, vit
hava havt eitt ungdómshús
tey seinastu árini, sum hevur
virka væl, og sum tey ungu
eru sera glað fyri, harafturat
hava vit væl útgjørdu venjing
arhølini til sangog tónleik
arar í Dávavirkinum, og har
eru sprotnir bæði sangarar
og tónleikarar, sum t.d. hava
verið á palli á m.a. Summar
festivalinum, við hugtakandi
framførðslum, og harvið víst
á, hvussu neyðugt tað er, at um
støður at mennast eru í lagi.
Felagshúsið hjá telvaru
num í Klaksvík, er ein liður í
at menna tey, sum hava áhuga
og evnir til tess, og tað er at
frøðast yvir, at eisini kvinn
irnar gera seg galdandi, her
hugsi eg serliga um Herborg
Hansen, sum í hesum døgum
hevur sett seg í respekt í
Íslandi við frálíkum úrslitum.
Kappróðrarumstøðurnar
í Klaksvík og Árnafirði eru
ikki til hindurs fyri at røkka
góðum úrslitum, í ár var tað
serliga Páll Fangi, sum vit eru
sera stolt av. Vónandi fáa vit
enn betur úrslit komandi ár.
Jú, í Klaksvík er nóg mikið til
øll.
Harafturat
hava
vit
eina ørgrynnu av fólkum í
Klaksvík, sum eru før fyri
og hava viljan, at fyrireika
ymisk áhugaverd tiltøk, sum
er við til at savna okkum og
tey eiga stóra tøkk fyri at
leggja afturat innihaldinum
í Klaksvík,
Eg
kundi
nevnt
eina
rúgvu afturat, so sum allar
kristiligu samkomur, sum
gera eitt megnar arbeiði bæði
fyri børn og vaksin.
Latið okkum halda fram
at byggja henda bý, so her
legst afturat, og øll, líka mikið
hvørji og hvussu vit eru,
kunnu siga, “Tað er veldugt
í Klaksvík”
Klaksvík, fyri familjuna ein áhugaverdur,
fjølbroyttur og spennandi býur
Steinbjørn O. Jacobsen
2 varaborgarstjóri