Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. september 2010 · Nr. 128 28 Sosialurin Pedagogi til Barnagarðin á Mýrunum Søkt verður eftir: 1 pedagogi 20/25t um vikuna, til barnagarðstovu Førleikakrøv: vit sóknast eftir starvsfólki, ið eru nýhugsandi og ígongdsetandi og eru opin, jalig, duga at veita umsorgan og hava góð samstarvsevnir. Vit ynskja, at tú, í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri hvørt einstakt barn. Vit bjóða tær: eitt spennandi starv við nógvum fjølbroyttum avbjóðingum í dagligdegnum, har tú blívur ein partur av okkara breiða starvsfólkahópi, har tað námsfrøðiliga arbeiðið verður raðfest høgt. Dentur verður lagdur á, at møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning. Starvið verður sett, sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Eyðnu Norðfoss, leiðara ella Jastrid Weihe, varaleiðara á tlf. 448254 ella 218254. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. Sept. 2010, kl. 12.00. Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 Postrúm 139 FO-610 Saltangará Í Barnagarðurin á Mýrunum ganga 94 børn. Á stovninum eru 2 vøggustovur, 3 barnagarðsstovur og 1 stova til børn við serligum tørvi. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar við ljósum rúmligum stovum við eyka spælirúmi. Harumframt er verkstaður, sansirúm, samtalu/venjingarrúm og stórt felags/rørslurúm við barnavinarligum køki. Stovnurin liggur í vøkrum náttúrulendi beint við Toftavatn og nær við ítróttarøkið. SØKIR EFTIR: Trygdarmiðstøðin Bøgøta 38 Postsmoga 297 Fo-700 Klaksvík Tlf +298 455882 Fax +298 457197 www.seasafe.fo Skeiðlærari til Trygdarmiðstøðina Trygdarmiðstøðin søkir eftir fólki at undirvísa í trygd á sjónum at byrja skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir tí rætta. Starvsinnihald: • Undirvísa í trygd á sjónum. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar í at nýta bjargingar – og eldsløkkiútgerð v.m. • Vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvar við altjóða krøv og tørvin hjá vinnunni. • Vera við til vanligt viðlíkahaldsarbeiði herundir ISO-skipanina á venjingarstøðini og aðrar fyrifallandi uppgávur. Førleikakrøv: Umsøkjari skal hava • Lokið prógv sum navigatørur ella sum maskinmeistari við 3 ára útbúgving, ella hava drúgvar starvsroyndir við neyðugari eftirútbúgving innan trygd umborð á skipum, boripallum ella flogferðslu, ið kunnu javnsetast við tað. • Fyrimunur er, um tann ið søkir starvið, hevur royndir í undirvísing frá t.d. sjóvinnu, frálanda ella loftferðslu. • Kavaraprógv ella aldur og heilsu til at taka prógv sum kavari • Góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt og góð samstarvsevni Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at taka ymiskar útbúgvingar og eftirútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri starvið. Setanarviðurskiftir : Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaraðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin er í løtuni í Klaksvík. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í virkisøkinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknarfreistin er 27. september 2010 kl 16.00 Trygdarmiðstøðin Bøgøta 38 Postsmoga 297 Fo-700 Klaksvík Tlf +298 455882 Fax +298 457197 www.seasafe.fo Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig viðmæli skullu sendast til: Trygdarmiðstøðin Postsmoga 297 · FO 700 Klaksvík · Att: Skeiðlærari. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Marius Magnusson leiðara á tlf 455882 ella umvegis teldupost; marius.magnusson@seasafe.fo Lýsingin sæst eisini á : www.seasafe.fo og www.fisk.fo BMW 318 TDS til sølu Ein svartur BMW 318 TDS (diesel) er til sølu fyri 20.000 krónur. Bilurin er skrásettur fyrstu ferð hin 11. juni 1996 og er í góðum standi Áhugaði ringið tel: 223369