fríggjadagur 3. september 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 3. september 2010
17
VIKUSKIFTI
Forvitni
Eyðkenni: Hevur nógv ar vinir og fær
støðugt fleiri. Nýtir fleiri tímar dagliga
á Facebook.
Á Facebook: Hesa typuna merkir ein
ikki so nógv til á Face book, held ur
merkir tú hana, tá tit hittast til føðing
a r d a g a r,
og
hon
kennir tín mann, børn,
verforeldur og arbeids felag ar aftur við
navni, og tú situr sum kánus "Hvussu
veit hon alt hetta?" svar ið er einfalt
forvitni er inni á tíni Facebooksíðu
og hyggur eftir myndum og lesur við
merkingar. Á hendan hátt veit hendan
typan eina rúgvu um teg og tíni.
Ómettandi
Eyðkenni: Hevur yvir 1.500
vinir og finnur dag liga
nýggjar vinir. Er við
í bólkinum "Øll sum
hava undir 500 vin ir
eru looosers". Hev
ur oftani starv innan
fjølmiðlar ella politik.
Á Facebook: Skriv ar
oftani um sítt starv.
Við merk ingar til
tíðinda send ing ar
ella greinir, hon
hevur lis ið. Fær eina
rúgvu av viðmerkingum, eftisum hon
oftani er ein persónur, ið hevur vald.
Vinirnir hjá hesum persóninum vita
ikki rættuliga, hví tey eru Face book
vinir tað er bara stuttligt at hava ein
"kendan" persón í sínum vinaskara.
inFormatiÓnsFrÓði
Eyðkenni: Hevur oftani arbeiði á
skrivstovu ella er arbeiðsleysur. Er
rættuliga upptikin av sær sjálvum
og eigur eina Iphone, har flestu
uppdateringarnar koma frá.
Á Facebook: 08:15 Morgunkaffi var gott
09:30 Næsti koppurin er farin niðurum
10:50 Nú byrjar man at leingjast til
døgverðan ... og soleiðis heldur hendan
typ an á fram allan dagin. Oftani heilsar
henda typan sínum Facebook vinum
góðan morgun og góða nátt. Um hann
keypur nakað, kemur tað eisini við, og
tá tit so hittast úti, er hann kløkkur, um
tú ikki hevur fingið við, at hann hevur
keypt nýtt sjónvarp.
Hilmar Jan
Hevur 3.237 vinir
MiðlaMaðurin og skeMtarin
HilMar Jan Hansen er ein
av teiMuM, ið Hevur sera
nógvar vinir á Facebook. Í
løtuni eru tað Heilir 3.237
Hvussu ber tað til at tú hevur
SO nógvar vinir?
- Veit ikki akkurát, men giti mær bara til, at tað
kemst av, at man viðhvørt er frammi í almenna
rúmi num. Eg kenni verri enn so allar av mínum
»vinum« á Facebook, men havi hinvegin ikki
hug at siga nei, tá onkur ynskir vinarlag
har. Hava fólk hug til at vera mínir vinir
á Facebook, so dugi eg gene relt ikki at
síggja, hví eg skal hava nakað ímóti tí.
Hvat krevst fyri at blíva
tín Facebook-vinur?
- Ikki annað enn tað, at tú ikki ert eitt
veruligt reyv ar hol – altso heilt inn á botn!
Um onkur pedo fil ur ella okkurt líknandi
bað um vinarlag, hevði við kom andi
komið undir ta kategoriina, men
tíbetur haldi eg meg ikki kenna fólk
av slíkum slagi, so Face book-gáttin
annars er helst rímiliga lág hjá mær…
Hvat brúkar tú
Facebook til?
- Fyrst og fremst sum eitt sosialt
netverk, ið eg gjørd ist partur av
púrasta av tilvild. Tá eg fór á Face book
fyrstu ferð, visti eg einki um tað og
hevði ong ar ætlanir við tí soleiðis. Men
tað hevur verið stutt ligt tann vegin at hitt
gamlar skúlafelagar, skyld fólk og líknandi,
umframt at tað í arbeiðshøpi við hvørt er lættari
at fáa fatur í fólki á Facebook, enn tað er at
ringja til teirra ella senda teimum ein teldupost.
Hvussu oftani er tú
inni á Facebook?
- Svingar nokk so nógv, men ikki hvønn dag.
Um eg sjálvur havi skrivað okkurt provokerandi
í status, fari eg kanska heldur oftari inn at
vita, hvørj ar reak tión ir nar eru. Men tað kunnu
saktans ganga fleiri dagar ímillum, og eg skilji
slett ikki tey, ið opin bart búgva og liva inni á
Facebook! Eg fyri trekki heilt greitt veruliga lívið,
so einki bendir á, at Facebook heldur fer at fylla
meira hjá mær í fram tíðini.
Hevur tú nakrantíð sletta
nakran Facebook-vin? Hví?
- Ja, tað er ið hvussu er komið fyri eina ferð.
Tað var ein, sum var so sera pátreingjandi, at
hann bara órógvaði. Eg tími illa at chatta, sum
summi opin bart elska at gera, men eg kann
alíkavæl chatta onkra hendinga ferð við fólk,
eg kenni væl. Men sjálvt tey skulu ikki vera vís
í, at eg tími at svara teim um, tí hatta chattið
er sum oftast tíðsspilla! Eitt stórt undantak
er abbadóttirin, ið eg gleði meg at chatta við
hvørja ferð, tí hon – hóast sín unga aldur – dugir
so væl at skriva og málbera seg!
ebook-
tú?