fríggjadagur 3. september 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 3. september · Nr. 128
Lýsingarblað frá Sosialinum
Frítíðar
hotellið í
DanlanD
SønDervig
Fakta:
Á frítíðarhotelinum
hjá Danland í
Søndervig kann
ein m.a. finna:
Innandura
• Baðiland
• Barnahylur
• Pinkubarnahylur
• Sauna
• Spa
• Dampbað
• Solarium
• Kaffistova
• Spælirúm
• Dart
• Biljard
• Borðfótbóltur
• Bowlinghøll
• Myntvaskarí
• Fitness
• Styrkisvenjing
Uttandura
• Spælipláss
• Súkklubreyt fyri smærri børn
• Trampolin
• Kurvabóltur
• Flogbóltur
• Boccia
• Petanque
• Boule
• Crocket
• Grilløki
• Talv
• Tennis
• Súkkluútleigan
• Minigolf
Frítíðarhotelið
hjá
Danland
í
Søndervig liggur bert fáar kilometrar
frá tí kenda býnum, Ringkøbing
í Vestur-Jútlandi. À leiðini kring
Søndervig eru sandstrendur, so
langt sum eyga røkkur. Á sjálvum
hoteløkinum eru nógvir hentleikar,
sum ein kann stytta sær stundir
við. Skamt frá hoteløkinum eru
góðar og hugnaligar matstovur.
Hægsti vitin í Danmark liggur eisini í
Søndervig. Um koyrt verður til kendu
fiskabygdina Hvide Sande, so ber
til at keypa feskt frá roykivirkinum
har. Hvide Sande hevur eisini aðrar
fiskahandlar við dygdargóðum fiski
og skeljadjórum. Ringkøbing fjørður
er eisini verdur at at uppliva. Ein
bowlinghøll er eisini á staðnum, har
ein kann bowla fyri eina rímuliga
upphædd. Í tí innandura, subtropiska
baðilandinum kunnu børnini skreiða
á einari 50 metra langari øku. Í
baðilandinum er eisini ein dunandi,
mannagjørdur fossur, og har ber til at
kríggjast við vatnkanónum. Tey smáu
kunnu trygt spæla í barnahylinum,
og tey sum ynska at sleppa at svimja
á einum hóvligum motiónsstøði,
hava eisini ein hyl til endamálið.
Aftaná kann ein velja ímillum at fara
í sauna, spa ella turkiskt bað. Skal ein
til handils at keypa inn, so er talan
um ein tein uppá bert 300 metrar frá
hoteløkinum.
Talan er um eitt hav av møguleikum í
Søndervig, sum liggur í Vestur-Jútlandi